Skip to main content

Fuglakvæði II

 

 

dissertation que desire t on literary topics for research paper write my paper intelligence studies handbag business planCCF 190

Einki TSB-nr.

 

1 Gevið ljóð og lýðið á

leggi væl í minni,

nú skal kvøða um fuglagleim

alt á einum sinni!

 

Fuglin í fjøruni

við sínum nevi reyða,

mangt eitt dýr og høviskan fugl

hevur hann greitt frá deyða.

Fuglin í fjøruni.

 

2 Eina veit eg rímuna,

inni hevur ligið leingi,

gjørd er um ta hatarót,

sum eykst av fuglameingi.

 

3 Fyrsta dag, ið ljómin víkur,

er mær tað at telja,

skúgvalist ella falkaleik,

hvilkin skulu vær velja?

 

4 Sildavaðið grimt og stórt

úti á Aldansfirði,

har kom mong ein fjøður saman,

ymist var tað ’støri.’

 

5 Har kom mangur mætur saman,

eg tað ei kann telja,

har kom súla og likka við:

”Hvat er her at selja?”

 

6 Har kom ryta og fullkobbi,

álka og teisti við,

mási, bakur og svartbaksskuri,

alt tað fuglalið.

 

7 Har kom skarvur og hiplingur,

drunnhvíti hin snjalli,

har kom lundi og lomvigi

og líraskrápurin halli.

 

8 Kjógvin við sítt klipta vel,

hugsar við sjálvum sær:

”Vertin á hvat ið annar fær,

eg skal nøra at mær.”

 

9 Fjatlan hoppar á túgvuni,

ætlar fyri at fara,

avindsjúk sær hon silda ’mean’

sum maðkur í røstum tara.

 

10 “Har er einki uttan útskotspakk,

lat tey í seg roppa,

eg *bíði, í til tey frægastu fara,

tá skal eg eftir hoppa.”

 

11 Skúgvurin situr á høgum tindi,

sær hann hetta møti:

”Brellast tekur gómi mín

eftir feskum kjøti.

 

12 So havi eg brúkt nevið mítt,

mangur gav mær prís,

hevði eg náað at rytuflokki,

veitslan var mær vís.”

 

13 Strekkir hann út veingir sínar,

út í havið strembar:

“Tungliga vinni eg mína føði,

til tað fer at lemba.”        

 

14 Tjaldrið sat og lýddi á,

tað fleyg í vaðið fram:

”Pakka teg burtur, rytan blá,

tí skúgvurin vil tær and!”

 

15 Burt fleyg tað, sum undan leyp,

sumt ræð seg at verja,

skúgvurin singlar suður og norður,

hann torir ei á at herja.

 

16 Hatað skalt tú, tjaldrið vera,

aldri skalt tú ynnast,

tú hevur spilt mær veitlsu mína,

hetta skal eg minnast.”

 

17 Annan dag í fragdarljómi,

falkurin ristir fjaðrar,

syftir hann seg til skýggja upp,

men ætlar at gista jarðar.

 

18 Sveimar hann um loftið vítt,

strekkir langar gøtur:

”Hvørt eitt tal við foldina er,

skal falla mær til føtur.

 

19 Hvør er hann á fjaðraríki,

meg ræður á at herja?

eg havi svørð og hvassar teinar,

ætli meg væl at verja.

 

20 Hálsurin stívur og høvdið tjúkt,

kenni mítt svørð til heftið,

leggirnir langir og rukkutir,

so er mítt spjót sum skefti.

 

21 Allir mínir trúgvu sveinar,

sum hjá fornum jalli,

lurtið nú væl eftir mínum orðum,

sum tey av himni falla!

 

22 Smyril, storkur og hjaltakráka,

tangspógvi og fleiri,

ikki minni enn tríati,

hvør torir mukka meiri?”

 

23 Árla var um morgunin,

sólin roðar bleik,

falkur talar til sveinar sínar:

”Heintið mær feska steik!”

 

24 Starin sat á steininum,

smyril eftir honum leyp,

tjaldrið tók at pippa,

tá ið starin í holu kreyp.

 

25 Smyril feyk fyri harra sín,

ræður at telja frá:

”Ikki vinst nýtsla við foldina,

fært tú ikki onnur ráð.”

 

26 Falkur troðar í øðrum sinni,

búddist at troða sveinar:

”Tit skulu gista svarta hol,

um tit ikki veita beina.

 

27 Skortar ei við foldina,

hvørki stórt ei smátt,

gásin, hønan, títlingur, stólpa,

alt er líka gott.”

 

28 Tað var um ein árla morgun,

sólin roðar í sjógv,

hirðin øll av smáfuglum

trokaðist niður at sjógv.

 

29 Snjófuglar um bøin flykkjast,

matin í seg pakka,

stari søkir starabrúnna,

til at pikka maðkar.

 

30 Grælingarnir marflugur

søkja upp úr hyljum,

dunnan veiðir æti sítt

og rótar í skitnum giljum.

 

31 Títlingur á køstagarði

sínum veli slettir,

músabróðir hjallin vitjar,

inntil hann er mettur.

 

32 Hønan skavar gólvsópið,

proppar har sína kjós,

hanin reystur blant sínar grannar

gelur upp á rós.

 

33 Samdist væl við foldina,

hvørt við sínar náðir,

summir við maðkar, illdýr og slógv,

summir við korn og sáðir.

 

34 Falkurin grummi heldur ráð,

tað er fugladeyði:

”Rennur mær nú aftur í grun,

smyrilin, hvat tú segði.

 

35 Eg sigi enn, sum eg segði fyrr,

hvørt torir mær at granda,

hvør er hann av fjaðraríki,

mær torir móti standa?”

 

36 ”Hoyr tú tað, mín náðigi harri,

tí eru vær ikki mettir,

tí ber ikki hjá okkum í lag,

stráini standa eftir.

 

37 Einans okkum í vegin er,

tað er nevið reyða,

ræður tú ikki at firra hann,

tú sært ikki fugladeyða.”

 

38 Falkur stoytist frá skýggjum niður,

rætt sum lýnið skjóta,

áður enn nakar vardi tað,

hann ætlaði bein at bróta.

 

39 Falkur skundaði síni ferð

við so mikið treyst,

tá hann kom í fuglaflokk,

hann hoyrdi ta vándu reyst.

 

40 Tjaldrið tók at láta hart,

tað hoyrdist yvir sjógv,

tá fleyg hvørt í sína ætt,

halan upp í rógv.

 

41 Hvørt fleyg burt í sína ætt,

søkti til sítt heima,

falkur skjýtur sær upp og niður,

hann sær seg vera aleina.

 

42 ”Smyril, títt orð eg sanni nú,

tó eg tað ei vildi trúgva,

sjáldan hevur tú sagt so satt,

tí ofta manst tú ljúgva.

 

43 Unnast mær ein hundsaldur,

triðingsvinir at svíkja,

tá lovi eg tær, nevið reyða,

tú skalt ikki leingi ríkja.”

 

44 Fremjið ring eftir gólvi fram,

sparið nú ongan skó,

gevið nú á, tí fuglaljómi

er ikki meiri enn í vón!”

 

45 Brúkið nú munn og hendur og føtur,

fúki nú ástað.

nú skal kvøða um gamla gorp,

ljómsins triðja dag.

 

46 Tað var gorpur, gamal bóndi,

hann fleyg av bergi út,

lætti sær út um eggina,

í luftini breyt hann rút.

 

47 Hugsaði hann um føðina,

hvar hann skuldi hana fanga,

antin at ræna fuglabjørg,

ella tey, í haganum ganga.

 

48 ”Nógv man krevjast innanhallar,

alt er líka slúkið,

rátt og kókað, bleytt og hart,

tað sámir teirra búki.

 

49 Tó man tað einki nerva meg,

Mína førslu at vinna,

Kunnigir eru mær loynistígar,

Allir vegir at finna.

 

50 Eg havi sveimað við jøkilstoppar,

og niðri við hvalaskrokk,

eg havi verið í kobbaveitslu,

altíð fekk eg nokk.

 

51. Hvørt eitt kykt á Snjógvalandi,

var eftir mínum sinni,

lukkan stendur ei altíð bí,

tað legst mær nú í minni.

 

52 Nú keðist mær við rotið slógv,

spik og tvøst at slúka,

nú skal eg veiða mær feska bráð,

bergið skal eg lúka.”

 

53 Gorpur fremjir síni ferð,

skjýtst av eggini niður,

kundi ei halda kjaftin saman,

tað var hans gamli siður.

 

54 Býttur manst tú, gorpur, vera,

sum ein gamal stút,

alt, hvat tær í hugin rennur,

manst tú gorra út.

 

55 Gorpur krunkaði, sum hann fleyg,

beint við bergið fram:

”Álkubøli og lundaholur

skulu nú fáa skamm.”

 

56 Tá hann sá tað fuglameingi,

varð hann fróur í sinni,

Gav tá á at krunka so,

tað hoyrdist úti og inni.

 

57 Tjøldrini, í haganum vóru,

tyrptust saman í hóp,

hvaðan ið hatta skríggið kom,

so var tað eitt ravnaróp.

 

58 Summi flugu á eggina út,

um har var nakað at sjá,

sóu teir tá, hvar gamli gorpur

fleyg bæði til og frá.

 

59 Snúgvaðist hann í lundaflokki,

bæði út og inn,

ætlaði til at slúka teir,

bæði við kropp og skinn.

 

60 Tá ið tjøldrini sóu slíkt,

tóku tey til at murra:

”Hvør er hann, sum troystar sær

hin gamla gorp at purra?”

 

61 Fram fleyg eitt av tjøldrunum,

í royndum var tað gott:

”Eg skal vita, hvat eg dugi,

fallið tit ei í fátt!”

 

62 Tjaldrið snurraði sær ástað,

rætt sum steinar falla,

helt ikki upp, fyrr enn nevaroddur

stoytti í gorpsins skalla.

 

63 Tjaldrið brá sær snart ástað,

rætt sum kúlur ganga,

so var sagt, at gamli gorpur

sviða fekk í vanga.

 

64 Dátt var gamla gorpi við,

tá hann fekk tann sviða,

strekti hann út hvørja fjøður,

fettist hansara miðja.

 

65 Hann gav tá so stórt eitt skrál,

nú er um tað at reypa,

ongum háttri líkari,

enn sum hamrar leypa.

 

66 Tá ið tjaldrið gamla gorpi

veitti hetta mein,

datt hann tríggjar reipslongdir

í óvit sum ein stein.

 

67 Álkur, lundar og lomvigar

hoyrdu tað ravnareyp,

sýntist teim ikki mjúkari,

enn bergið niður leyp.

 

68 Sýntist teim, hvør stólpur og steinur

yvir teimum stóð,

niður eftir kom raplandi

at vekja fuglablóð.

 

69 Men tá ið teir sóu gorpin detta,

og meintu, tað var ein klettur,

turkaðist alt av berginum út,

har var einki eftir.

 

70 Gorpur flagsar í luftini,

ætlar at vinna nógv,

tá ið vitið at honum rann,

var hann ikki langt frá sjógv.

 

71 Strembar hann við bergið upp,

ristir sær viðhvørt,

luttar inn at ymsum holum,

allastaðni var sørt.

 

72 Gamli gorpur kendi svongd,

spilt var hansara vinna,

tekur at banna tjaldrinum,

sum hann kundi best páfinna.

 

73 ”Skert vildi eg teg tjaldrið, so,

fyri tú gjørdi mær ímóti,

so vildi eg, tín búkur og bein

var fullur av malargróti.

 

74 Eg vildi, at tú og alt títt lið

í óvitsku skuldi gingið,

so vit kundu roffað og rænað,

hvat okkum lysti at fingið.

 

75 Eg vildi, at tú og aðrir fuglar

skuldu tigað og tagt,

hvørt tað góða ella tað ónda

var í okkara akt.

 

76 So kundu vit okkum spikað og fitað

rætt sum gøðingarkálvur,

ikki lagt í tykkum lag,

men rátt fyri øllum sjálvur.

 

77 Hetta, sum mær varð fyri í dag,

kann oftari berast til,

eg skal royna onnur ráð,

tað stendst hvat av, ið vil.

 

78 Nú skal eg finna mínar vinir,

hoyra hvat teir vilja gera,

til at svekka nevið reyða

tann fyrsti vil eg vera.”

 

79 Stígið á gólv við stinnum alvi,

setist ikki á pall,

frøðið var næstan kvøðið hálvt,

tá gamli gorpur fall!

 

80 Skúgvurin snildi og falkurin fríði

gingu saman í ráð,

eftir kom gorpur stólpandi,

settist teimum hjá.

 

81 Greindi tá, hvør í sínum lag,

hvat sær var fyri borið,

hvøssu teim var gingið í hond,

skúgvurin tók tá orðið.

 

82 ”So havi eg mær snúgvað og vent,

tríati vetur og fleiri,

fáur var hann av mínum líkum,

sum vann í brøgdum meiri.

 

83 Nørt havi eg bæði her og der,

fáur mundi tað vita,

stundum eg snávaði kropp og skinn,

stundum limir og bitar.

 

84 Ránað havi eg bjørgini,

stundum grønan vøll,

fáur hevur mær neisur vunnið,

tungan var so snøll.

 

85 Altíð eg vann, hvar hugurin rann,

bæði við fjøll og røkur,

tó minnist eg á einum sinni,

tá var eg gyrdur í brøkur.

 

86 Eg vildi eftir nógvum gapa,

upp á tjóðlegg fór,

øvigur aftur á langlegg fell,

Sum kálvur dettur í flór.

 

87 Eg vildi hava hetta og hatta,

royndi brelliráð,

káið har í vegin kom,

tí fór eg skitin frá.

 

88 Á vatni vildi eg snúgva mær,

rætt sum skarvur í á,

eg máldi ikki møði mítt,

tað var mær at skaða.

 

89 Har kom fuglur úr sólarrenning,

hoyrið nú hvat eg tali,

granskaði eftir mínum verki,

og alt varð funnið galið!

 

90. Gripur kom av Flatnalondum,

førdi harðan lúður,

hann beit mínar kløur av,

eg fell í bjarnadúr.

 

91 Gripur gjørdi mær hart um skalla,

skákaði um mína húð,

skotraði meg av vaglinum,

tí eri eg gráur nú.

 

92 Tvíggjaði hann og sjúggaði meg,

vísti mær til dyr,

lundin upp á vaglið kom,

sum eg hevði sitið fyrr.

 

93 Har vórðu settir rossleypar

fýra ferðir tólv,

uttan um lundan girdust teir

sum náttarsólin hálv.

 

94 Lundin sat so bringubrattur,

eyguni mundi hann renna,

ymsar vegir at leypunum,

hann mundi so fáar kenna.

 

95 Har sat hann og skimaðist

uttan um seg at tevja,

leyparnir vóru tøðufrekir,

fáur mundi teim krevja.

 

96 Einki dámaði lundanum

at sita í slíkari tøðu,

hann gróv sær eina nýggja holu,

síðani fekk sær bøgu.

 

97 Tá tók dagur at lýsa upp,

skýggini spreiddust at,

lundin var smogin í holuna,

og eingin á vagli sat.

 

98 Mala tók í knokki mínum,

kløur mundi eg tveita,

ongan visti eg betri

enn á abba gorp at heita.

 

99 Tá var hann góður, abbi gorp.

hann ímillum gekk,

tí man eg fjálga reiðrið enn,

sum eg eftir pápa fekk.

 

100 Hevði hann ikki lívgað meg,

hjálpt mær tá úr snerru,

væl kann tað ganga mær brókut nú,

men tá mundi gingið verri.

 

101 Tapta megi aftur kom,

sum gripur frá mær tók,

líkasum tað um dýrið stendur

skrivað í Halgubók.

 

102 Síðani gekk mær væl í hond,

hví skal eg dylja tað,

undantakandi hvat meg hendi

síðsta sildavað.

 

103 Tá eg singlaði yvir tí,

sum eg hevði hugin á,

var tað sum í pottinum víst,

tí eingin segði frá.

 

104 Eg sat meg á høgum tindi,

hevði har sitið leingi,

var hyggjandi út í fjørð,

eg sá tað fuglameingi.

 

105 Brellilystur á meg kom,

eg væntaði besta keyp,

ilt er at binda svangan hund

niður við smørleyp.

 

106 Legði eg beint í sildavaðið,

eg beindi har mín veg,

har kom eitt tjaldur flúgvandi,

sum gjørdi mær fortreð.

 

107 Tutlaði tað við fuglarnar,

sum vóru í mínum trá:

”Nú kemur smyril í staraflokk,

pakkið tykkum herfrá!

 

108 Hann vil tykkum bíta og slíta,

sum smyril ger við stara,

eg gevi tykkum móðurráð,

tit bíðið ikki við at fara!”

 

109 Tóat hann kemur so ljódliga,

sum vinur finst hjá vini,

ger hann sær ongar tankar um

at eta tykkum at skinni.”

 

110 Tá ið tjaldrið segði slíkt,

tó tað sannheit var,

syndraðust burt í hvørja ætt

tann heili fuglaskarði.

 

111 Sumt fleyg upp, og sumt fleyg niður,

flokkurin spreiddist sundur,

svangur kom eg av míni møði,

sum aftursjúgvaður hundur.

 

112 Ikki orki eg at tola

mangar stoytir slíkar,

falkur og gorpur sigi mær,

um tykkum hetta líkar?”

 

113 Falkur grummi treður á fold,

ristir høvur og vanga:

”Ikki skulu teir spyrja tað,

at vit undir hetta ganga.”

 

114 Gorpur gamli stólpaði fram,

býst nú til at gora,

falkur eyguni at honum skeyt,

og ráddi honum at forða.

 

115 Gorpurin svarti aftraði seg,

um tað var pá svik,

settist aftur á knappin,

men eyguni gingu kyk.

 

116 Falkurin reysti beyð tá til,

tá hann hevði málið fingið:

”Sum tú skúgvur, fortaldi frá,

so hevur mær sjálvum gingið.

 

117 Ikki gekk mær betur enn tær,

tá eg vildi veitslu ná,

tonkti eg tá um hevnisøku,

eg vænti hann at fá.

 

118 Í fjør var eg hjá ørnini

so langt frá øllum fjøllum,

trúgva mást tú stalbróðir góð,

eg segði frá hesum øllum.

 

119 Greindi eg tá úr odd í egg,

sum okkum best kundi semja,

uttan at leggja í annað lag,

enn egið gagn at fremja.

 

120 Tjaldrið málaði eg so døkt

sum sót og líkið svarta,

men okkum sjálvar sum náttarsnjógv,

tað var av følskum hjarta.

 

121. So havi eg nú farið at,

og fingið alt, sum eg vil,

nú skal eg passa tjaldrið upp,

tá tað kann bera til.”

 

122 Gorpurin svarti trokaðist fram,

hann kundi ei longur bíða,

ógvuliga hann keksar á sær,

rætt sum hestar ríða.

 

123 ”Mangt havi eg meg yvir at kæra,

vanur var eg við nógv,

lutur mín tann frægasti var,

bæði av land og sjógv.

 

124 Treytir eru tykkum vunnar,

bæði á sumri og vetri,

vita skulu tit, gorpar tveir,

mær hevur ei gingið betur.

 

125 Ikki er vert at endurnýggja,

men leggja ráðini saman,

brúkið nú høvur, veingir og vel,

og geri ei av tí gaman!”

 

126 Fuglar tríggir hildu ráð,

skúgvurin førdi orðið,

tað mundi ikki vera sørt,

har varð fyri borið.

 

127 Grána tóku vangafjaðrar,

tí ráðini vardu leingi,

fimtan nætur og enntá betur

ei sást høvd undir veingi.

 

128 Tá mundu brúkast knokkarnir,

tí eru vangar gráir,

teir mistu dúr og náttarfrið,

tí eru summir mjáir.

 

129 Ágrýtnari fáur var,

um enn hann kundi ganda,

allir ynsktu tjaldrið detta,

eingin upp at standa.

 

130. Løgdu teir so eina við

til at kunna út finna,

hvussu teir skuldu tjaldrinum

tær verstu treytir vinna.

 

131. Hetta mundu gorpar tveir

royna at halda við,

hugsa ilt og fremja tað,

slíkt eru skálkasnið.

 

132 Falkurin snarpi trein tá fram,

biður hinar tiga:

”Tá eg var í ørnarríki,

so mikið eg hoyrdi siga.

 

133 Ørnin er so góður fuglur,

øllum vil hon væl,

ikki vil hon, í haganum

skal pikkast eitt eggjaskal.

 

134 Gjarna sær hon hjá øllum búnast,

hvørt eitt egg blívur klakt,

tað man víðka hennara ríki,

vaksa hennara makt.

 

135 Ungarnir bæði smáir og stórir,

sigur hon, mugu ana,

hon setir hann í svarta hol,

fuglin torir at ræna.

 

136 Alt, vil hon, skal liva við frið,

bæði stórt og lítið,

tað man minka um okkara lut,

onkur fýlist við býtið.

 

137 Tjaldrið fylgir tey ørnarboð,

tá ið eg sigi tað her,

ilt man vera av at leggja

tað, gamal vani er.

 

138. Einhvør man vera sær sjálvum best,

hvøssu tað øðrum gongur,

hatta lærdi pápin meg,

tá eg var ein lítil drongur.

 

139 Vær skulum venda hvítt til svart,

nú eru ei longur ráð,

ørnin er langt av londum skotin,

hon kann tað ikki sjá.”

 

140 Skúgvurin svinni mælti orð:

”Um enn tað verða keikir,

tjaldrinum mugu vit royna at basa,

brúkið skálkaleikir!

 

141 Tjaldrið kenni eg alt for væl,

vita man tað nógv,

væl man tað kunna fyri sær,

bæði á land og sjógv.

 

142 Ofta man tað á sjónum sita,

tað kann sær ikki bara,

klófuglarnir eltast eftir,

vilja tað sama læra.

 

143 Tí man minka okkara partur,

um enn tað fyrr var nógv,

nú er knýtt og fyribundið,

bæði á landi og sjógv.

 

144 Fuglar flestir gerast nú vísir,

vilja ei lata seg fanga,

sum teir síggja, tjaldrið ger,

teir flestu eftir ganga.

 

145 Tó man ikki tróta ráð,

tó eg eri svinnur sum genta,

ørnin glettir at okkara orðum,

sum tey vóru prentað.

 

146 Vit skulu siga at klófuglarnir

eru so dummir sum neyt,

men nevið reyða øsir teir upp,

sum tú rørir greyt.

 

147 Ráðini gav eg pá mín part,

heldur nógv enn lítið,

gorpur, tú manst njóta tey,

tí tú ert størstur í býti.”

 

148 Skemtan víkur nú at mær,

vilja tit mær tað trúgva,

búreisingar pjøkast at,

har skal frøðið snúgva.

 

149 Tað var um ein mánadag,

eg meini, eg ikki ljúgvi,

tjaldrið fór at hugsa um

at fáa sær nakað til búgvið.

 

150 Mundi tað tá við aðrar fuglar,

spógvar og láir, tosa,

til at hjálpa og ríva leyst

og bera gras og mosa.

 

151 Fóru teir sær so fram á leið,

og síðan til strandar niður,

til at fáa sær proviant,

og bera øður og fliður.

 

152 Tjaldrið segði til spógvan tá,

hóast tað ber pá rím:

”Minnist tú nakað til pápa tín?

tú veitst, hann hevur krím.

 

153 Ber honum hetta bukkablað,

nakað mást tú asa,

stappa tað upp í nevið hans,

so heldur hann upp at hvæsa.”

 

154 Tríggjar øður og tógva fliður,

ikki høvdu teir meiri

uttan nakran mosa og gras,

sum ætlað var til reiðrið.

 

155 Frættist tað blant rovfuglarnar,

sum mundu tað fortróta,

at smáir fuglar pjøknir vóru

veitslu at vilja njóta.

 

156 Falkurin fór til krunkin fram,

har sum deyðseyði lá:

”Slepp nú vil og garnarenda,

far og søk tær ráð!

 

157 Tú skalt øllum føði skaffa,

har ímót eingin sigur,

hoyrt havi eg, at tjaldrið sankar

bæði maðkar og fliður.”

 

158 Svaraði gorpur, gamal bóndi,

tálgaðar vóru hans brýr:

”Nú er at heita á skúgvaráð,

tí nú gerast góð ráð dýr.

 

159 Hoyr tú skúgvurin skrinkilbein,

við tín gráa vanga,

hvat er nú til ráða at taka,

hvussu fer tað at ganga?”

 

160 ”Hoyr tú gorpur litardimmi,

eyka tær ongan vanda,

tú skalt teg við svikum fara,

tjaldrið fyrst at granda!

 

161 Fliður sankar tað fyri seg,

og maðkar til sínar ungar,

har av kemur kætin tann,

í ternuflokki rungar.

 

162 Kjaftin kanst tú at brúka væl,

men lítla hevur tað fynd,

at líta alt í tínar hendur,

tað var næstan synd.”

 

163 So var snork á krunki tá,

sum á nøkrum grísi,

sveittin stakk um fjaðrar hans,

bæði av smoltri og lýsi.

 

164 Dálkaður hann í gori var,

smurdur var hann í sveita:

”Hvat er nú til ráða at taka,

á hvønn skal eg heita?”

 

165 ”Krákuna vil eg seta út

at ganga tær til handa,

tó at tú lønar henni væl,

tú kanst nokk við tað standa.”

 

166 Krákan stóð har skamt ífrá,

hon hoyrdi skúgvin tala:

”Hvat tú bað meg, mundi eg gera,

um enn tað var at stjala.”

 

167 Gorpur talar til krákuna:

”Altíð vart tú mær hull,

finnur tú nakað í tjaldurs reiðri,

so er saktin full.

 

168 Bjóð tú teg so snart ástað,

gev so lítið tol,

eg ætli, tað hevur sankað saman

og krógvað í eitt hol.

 

169 Troystar tú tær ei eina at fara,

kanst tú ei vegin finna,

’Siæru’ skal eg senda við tær,

hon er tjóvsk at inna.”

 

170 Krákan elti gamla gorp,

sum hundur eltir tík:

”Gjarna geri eg tygara vilja,

sjáldan býðst veitsla slík.

 

171 Natin mundi eg altíð vera,

hvar nakað var at valda,

har sum vinningur helti til,

eg mundi meg altíð halda.

 

172 Mangan bitan havið eg krógvað,

bæði í vølli og gróti,

tjaldrinum skal eg ganga nær,

tær sigi ikki har ímóti!

 

173 Tað vísir stropi á mínum nevi,

eggini havi eg amað,

eg vænti, eg fái ikki skitnar nasar,

tí tú hevur gert tað sama.

 

174 Eg skal fylgja tygara ráð,

eg eri tó eingin glunti,

mangan góðan gloypibita,

tú mær ofta unti.

 

175 Mangan havi eg tálgarklunkin

frá tygur, harra, slikkað,

skammrivið og garnmørin

unti tú mær at pikka.

 

176 Mangt so havið tær smálambið

slaktað fyri meg,

allar dagar í mínum lívi

minnist eg á teg.”

 

177 ”Halt tú saman tín skitna kjaft,

slatra ikki longur,

gakk og raka í tjaldursreiðri,

vita hvøssu gongur!

 

178 Set nú rukkur á tínar brýr,

ver nú eingin kálvur,

ver nú bæði buttur og fúsur,

sum eg eri sjálvur!”

 

179 Ristir og skakar hon velið sítt,

burt av nevi at turka:

”Mætari var við høviskum boðum,

enn í køsti at slurka.”

 

180 Krákan fór sum njósnari,

luttaði eftir øllum,

stundum hon eftir sjónum fleyg,

og stundum eftir fjøllum.

 

181 Hoppaði hon um foldina har,

gorpur meinti, hon rann,

stappaði hon í holuna niður

tað, hon í køsti fann.

 

182 Hoppaði hon av steininum,

flakraði alt hon kann,

hon hevði verið í hvørji holu,

áðrenn sólin rann.

 

183 Hon kom har, sum tjaldrið var,

meinti at fáa nógv,

skeitir og kveitir út undan sær,

sum niðri undir krógv.

 

184 Taldi bæði øður og fliður,

meinti meiri at fingið,

gjørdi keipur, sum hon hevði sitið

niðri í móreyðu dyngju.

 

185 Krákan fleyg fyri harra sín,

áðrenn lýsti dagur:

”Eg havi tygara ørindi

útrættað sum ein maður.

 

186 Skúgvur, falkur og svarti gorpur

potaðu burt úr oyra:

”Hevur tú ilt um tjaldrið at siga,

vit vilja tað gjarna hoyra.”

 

187 ”Eg eri móður av longum veg,

tungan hon vil balla,

betri er at nevið reyða

tær latið higar kalla.”

 

188 Falkur sendi kráku fyrst,

gorpur aftaná,

til at kalla tjaldrið inn,

tað var ikki langt harfrá.

 

189 Krákan hoppar til tjaldrið út,

tekur til at mæla:

”Eg eri boð frá harrunum,

teir vilja við teg tala.”

 

190 Snart mundi tjaldrið altíð vera,

við tað fyrsta orð,

snúðist tað so brádliga

inn fyri harraborð.

 

191 Rodna tók tað falkanev,

tað mundi tjaldrið síggja,

ymsar brýrnar niður skeyt,

og ymsar upp til skýggja.

 

192 Skúgvurin gekk við falksins síðu,

tutlaði honum í oyra,

snakkaði tá so ljódliga,

so eingin skuldi hoyra.

 

193 Gorpur snurraði sær í klingur,

rætt sum streymur í íðu:

“Eg havi biðið krákuna

vera pá mína síðu.”

 

194 Falkurin grummi breyt tá út,

litir mundi hann skifta:

”Tí mundi eg teg, tjaldrið, kalla,

eg ætlaði tær at skrifta.

 

195 Tú hevur tikið gras og mosa

bæði burtur og hjá,

ikki eg ta æru fekk,

at tú segði mær har frá.

 

196 Væl má eg vera ærusjúkur,

eg eri tó eingin drongur,

hevur tú ikki fregnast tað,

eg eri her sum ein kongur?

 

197 Eg meini, at tú manst hava

borið øður og fliður,

kráka, svara nú fyri gorp,

hví stendur tú har og tigur?”

 

198 Krákan stóð og skutlaði sær,

smurd var hon í gori,

burtur gingu tímar tveir,

áðrenn hon fekk upp orðið.

 

199 Hjartaslapp og minufull,

einki orð hon greindi,

blunkaði tá at skúgvinum,

sum visti, hvat hon meinti.

 

200 Legði hon nev í skúvsins vong:

“Hjálp nú, sum tú plagdi!”

Skúgvurin setti nev mót nev,

og greiddi tað, sum bagdi.

 

201 Tá ið hon tann styrkin fekk,

mundi hon errin spáka,

drifti vel og slætti høvd,

rætt sum fútakráka.

 

202 Kráaði hon og skvaldraði tað,

sum hon hevði saman bjórað:

”Gesti høvum vær sakir við,

Bæði mangar og stórar.

 

203 Hann hevur hentað bukkabløð,

spógvum og øðrum at fáa,

ikki skuldi tað vera so,

Tí gorpur vildi tí ráða.

 

204 Hann hevur verið so nasavísur,

potað fliður og øður,

fáum geva lov til tað

gorpur og hansara brøður.

 

205 Fuglar lærir hann alt for mikið,

hvar hann flýgur og gongur,

summum trýtur tí at vera

feitt fyri kjaftum longur.

 

206 Ikki stingst nú fingur í vegg,

og ikki batar snið,

leingi áðrenn til skal takast,

frætt hevur fuglalið.

 

207 Latið tí tjaldrið ei sleppa á sjógv,

tjóðrið tað uppi á landi,

ristið fót, og skerjið vong,

so er eingin vandi!

 

208 Takið nú frá tjaldrinum,

hvat tað hevur samlað,

falkur og skúgvur, sigið ja,

og eg svari fyri hin gamla!”

 

209 Rovfuglarnir svaraðu ja,

spraklaðu rætt sum kálvur,

tjóvur meinar, at hvør maður stjelur,

tí hann stjelur sjálvur.

 

210 Tjaldrið hoyrdi tað fuglasvar,

sum teir vavdu saman,

tóktist síggja á lótunum,

tað mundi ei vera gaman.

 

211 Tá ið tjaldrið hetta sá,

at tað mundi álvara vera,

svaraði tá stívliga,

tað mundi í hjarta skera.

 

212 Góða kendi tað sína sak,

vildi tí ikki fíra,

sjónliga las tá teirra pass,

tað neit í fuglanýra.

 

213 “Falkur, hví vilt tú forða mær

mosa, gras og flag,

til at byggja mær reiðrið av,

befallaði ørnin tað?

 

214 Ikki gav ørnin tær tað lov

at trúa við slíkum kossum,

eg havi tó ikki fjalt sum tú

pløgg frá øðrum plássum.

 

215 Gorpur, eg kenni teg so væl,

sjálvur tú alt vil slúka,

hvør gav tær lov at nokta tað,

okkum behøvir at brúka?

 

216 Tú hevur sýtt okkum bukkabløð,

hosta kann tað ráða,

neyð dreiv okkum at søkja tað,

hjá tær var einki at fáa.

 

217 Var tað so, ið ørnin segði,

hví hevði tú einki, títt spók?

tú manst fylgja ørnarboð,

sum fanin les í bók.

 

218 Kráka, tú hevur so óvaskað

snikið teg her uppí,

tann sum feil við øðrum skal síggja,

skal sjálvur vera frí.

 

219 Eggini hevur tú undir teg rivið,

stropan hevur tú tappað,

mangan hevur tú duldan bita

í helli og holur stappað.

 

220 Slíkur kann vera ein sum annar,

burt frá øðrum at snappa,

mangan huldan loynibita

hava tit niður stappað.

 

221 Tá ið smyrlar, kjógvar og bakar

í haganum mundu sveima,

lukkaðu tit ikki kjaftin upp,

stillir sótu tit heima.

 

222 Altíð søkti eg fuglaframa,

tað vóru ørnsins boð,

vilja tit mær tí treystir vinna,

átti tað verið so?

 

223 Hetta skal spyrjast í ørnarríki,

eg havi har verið fyrr,

um enn eg royni uppaftur,

eg vænti, eg finni á dyr.

 

224 Ikki dylji eg tygara strikur,

ørnin skal tað hoyra,

tað kann henda seg enn sum fyrr,

onkur flónar um oyra.

 

225 Nú orki eg ikki at ríma longur,

rími nú hvør, ið vil,

eg rímaði bæði í gjár og dag,

men ikki vil bera til.

 

226 Best man vera at halda upp,

farið nú niður og sitið,

latið nú rímaran hvíla seg,

tí tíðin samlar vitið!”

 

Fuglin í fjøruni

við sínum nevi reyða,

mangt eitt dýr og høviskan fugl

hevur hann greitt frá deyða.

Fuglin í fjøruni.

 

CCF 190

Einki TSB-nr.

 

Handrit: a. Johannes Clemensen: Sandoyarbók (Dansk Folkemindesamling 68) nr. 82. b.  Kvæðasavnið hjá Napoleon Nolsøe (1809-1877) II, 1842. Føroya landsbóka-

savni. c) Kvæðahandrit hjá Jóannesi Paturssyni (1866-1946). d) Jakob Jakobsen skrivaði upp eftir Poul Johannessen Nolsøe (1797-1893) úr Nólsoy, Poul í Nýggjastovu. e) Jakob Jakobsen skrivaði upp eftir Jógvan Johannessen Nolsøe (1820-1901).

 

Útgávur:

1. Jakob Jakobsen: Poul Nolsøe – lívssøga og irkingar, 1912, s. 236.

2. Fuglakvæðið eftir Poul Nolsøe. Føroyskur lesnaður til skúlabrúks I. Greitt til prentunar hevur Richard Long, 1929.

3. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 282.

4. Jóannes í Króki: Sandoyarbók II, Samskipað útgávuna hevur Rikard Long, 1982 s. 256.

5. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2005) 37. bind, s. 140.

 

Heimild: Úr Nólsoy: Hans Poulsen, Hanus á Mýrini (1764-1857), Nólsoy 1824.