Skip to main content

Ásbjørn prúði

 

defending a phd dissertation buy essays and reports charlotte w newcombe dissertationCCF 114 A

TSB D 16

 

1 Ásbjørn og kongur teir liggja undir oy

teir snakkaðu um so væna moy.

 

2 “Ásbjørn, vilt tú mín mágur vera?

mína dóttur vil eg tær geva.”

 

3 “Hvussu skal eg tín mágur vera,

hon kann ikki míni klæði skera?”

 

4 “So væl kann hon tíni klæði skera,

sum tú ert ein riddari tey at bera.

 

5 So væl kann hon tíni klæði sý,

sum  tú verður ein riddari harí.”

 

6 Ásbjørn gár til Rípa,

skrúður og lín at keypa.

 

7 Ásbjørn stikkar klæði ný:

“Hetta skal hon Kristin skera og sý.”

 

8 Ásbjørn talar til sín drong:

“Ber mær Kristini klæðini fram!”

 

9 Sveinin legði tað klæðið á borð,

Kristin talar ikki eitt orð.

 

10 Kristin sveipar sítt høvur í skinn,

so gár hon í loftið  for móður sín inn.

 

11 “Mín kæra móðir, legg mær ráð,

mær varð sendur ein seymur í gjár!”

 

12  “Varð tær sendur ein seymur í gjár,

hann varð tær sendur til spott og háð.

 

13 Hoyr tað, lítin Kristin, send seymin frá tær,

hann varð tær sendur til spott, *trúgv mær!

 

14 Seyma tann seymin, sum tú vil,

eingi leggi eg tær ráðini til!

 

15  Seyma tann seymin, sum tú kann,

eingi leggi eg tær ráðini fram!”

 

16  Lítin Kristin gár í sítt loynkamar inn,

hon skar tann seymin eftir sítt sinn.

 

17  Hon legði tann seymin á toftu,

hon skar bæði títt og ofta.

 

18 Hon legði tann seymin á tilju,

hon skar bæði rósur og liljur.

 

19 Hon skar í hans ermur fram,

hvørt tað djúr, í skógnum rann.

 

20 Hon skar í hans ermukrans

fimtan jomfrúur í ein dans.

 

21  Hon skar for hans brysti

riddaran, jomfrúnna kysti.

 

22 Hon skar millum hans herðar

riddara við dragið svørði.

 

23     Hon skar í hans akslaseym,

snekkjan rennur í stríðan streym.

 

24  Lítin Kristin setti seg á seymastól,

hon seymaði mót tann klára sól.

 

25  “Nú er seymurin sýddur og skorin,

Krist gávi, at hann varð afturborin.”

 

26  Lítin Kristin talar til sín drong:

“Ber mær Ásbjørni klæðini fram!”

 

27 “Hvussu skal eg tey klæði bera fram,

eg kenni ikki Ásbjørn fyri annan mann?”

 

28 “Ásbjørn hann er eyðkend,

hansara kápa er í gulli rend.”

 

29 Sveinin legði tey klæði á borð,

Ásbjørn talar ikki eitt orð.

 

30 Tá ið hann tann seymin sá:

“Krist signi hennara fingrar smá.

 

31 Krist signi hennara fingrar smá,

so hennara móður, ið hana lærdi so.”

 

32 Svaraði jomfrúins lítin smádrong:

“Hvat skal jomfrú í seymaløn?”

 

33 “Tað skal hon hava í seymaløn,

sjálvan meg ein riddara skjøn.”

 

34 “Tú bið hann Ásbjørn bæði sigla og ró,

slætt aldri skal hann fá mín tró.”

 

Handrit: Savn J.H. Schrøters: Ny kgl. Saml. 346, 8° nr. 9, 1825. Schrøters Blandinger í savni Hammershaimbs, AM, Access 4, nr. 10.

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu, 1972) Band VI, s. 1

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 31. bind, s. 30.

 

Heimild: Úr Suðuroy: Johan H. Schrøter (1771-1851), Vági, 1825 . 

D 16 Ásbjørn prúði (Esbern tests a maid’s skill at needlework)

D, F, N, S: Harra Ásbjørn heldur, at gentan, hann vil giftast, dugir ikki hondarbeiði. At royna hana sendir hann henni tilfar til eina skjúrtu. D, F, Í, N, S: Gentan seymar skjúrtuna við margbroyttari íseyming. Tá ið Ásbjørn sær hana, fegnast hann og ber upp bønarorð.

á føroyskum: CCF 114 (eisini á donskum, íslendskum, norskum og svenskum)