Skip to main content

Kjartans tættir

 

CCF 23 Aa

TSB E 103

 

1 Ríða teir í Herðarholt

reystar kempur tvær,

fyrstur reið Bolli Tollaksson,

men Kjartan var ikki nær.

 

2 Ríða teir í Herðarholt

reystar kempur báðar,

fyrstur reið Bolli Tollaksson,

men Kjartan var ikki hjá.

 

3 Kjartan legði [at] Leygará,

mongum tað væl tókti,

snarliga runnu ástir saman

við Guðrunu, Ósvivs dóttur.

 

4 Kjartan gongur for faðir sín,

leitar við hann ráð:

“Tað er Guðrun, Ósvivs dóttir,

eg vil ta jomfrú fá.”

 

5 Sømir tað øllum høviskum køllum

læra bæði tukt og sinni,

líkari var, mín sæli son,

tín veldiga harra at finna.”

 

6 Svaraði Kjartan Ólavsson

av so góðum treysti:

“Finna skal eg mín veldiga harra

á hesum sama heysti.”

 

7 Kjartan gongur við Guðrun at tala,

tað mátti eingin hoyra,

segði hann frúnni ætlan sín,

hon rodnaði sum ein droyri.

 

8 Leggur hann hendur um frúnnar háls,

mælir við hana so blíða:

“Ísland skal eg á sumri hava,

væl mást tú mín bíða.

 

9 Lat tær góðan hugin siga,

aftur man eg koma,

elska tær ikki annan mann

ei heldur eg mær konu!

 

10 Lat tær góðan hugin siga,

aftur komi eg við lív,

elska tær ikki annan mann

ei heldur eg mær vív!”

 

11 So letur Kjartan Ólavsson

síni skipini búgva,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli snúgva.

 

12 So letur Kjartan Ólavsson

byggja skipin stór,

bæði letur hann á tey laða

virtur og so bjór.

 

13 Vindur upp síni silkisegl

gull við ráum brann,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Noregis land.

 

14 Strykar ei á bunkan niður

fyrr enn á Noregis vág,

har lá Grímur innanfyri,

spælir í brynju blá.

 

15 “Hoyr tú, Bolli Tollaksson,

eg geri tað ei at loyna,

gakk á sund við griman mann,

har skalt tú teg royna!”

 

16 Svarar tá Bolli Tollaksson,

hann lítur á henda mann:

“Flest alt er hann av gívrum treystur,

eg royni ei sund við hann.”

 

17 “Far tú teg til Íslands aftur,

heilsa fólki heim!

Eg skal mær á sundið út

at fremja lítlan gleim.”

 

18 Bolli vindur upp síni segl,

út í havið setti,

Kjartan legðist á sundið út

at fremja leikir eftir.

 

19 Bolli vindur upp síni segl,

bæði gul og blá,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn á Íslands vág.

 

20 Kastar sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur steig Bolli Tollaksson

sínum fótum á land.

 

21 Fyrstur steig Bolli Tollaksson

sínum fótum á land,

tá var Guðrun, Ósvivs dóttir,

riðin niður til strand.

 

22 Tá var Guðrun, Ósvivs dóttir,

riðin niður til strand:

“Hvar er hann Kjartan Ólavsson,

hann kemur her ikki á land?”

 

23 “Tú tarvt ei, Guðrun, Ósvivs dóttir,

eftir honum at fregna,

hann er seg í Noregi

so glaður við kongins tegnar.”

 

24 Guðrun snúðist Bolla ífrá,

var reið og ikki góð:

“Vánt er slíkum rakkum at trúgva,”

tár á kinnum stóð.

 

25 Bolli legði [at] Leygará,

mongum illa tókti,

snarliga runnu ástir saman

við Guðruna, Ósvivs dóttur.

 

26 Tað var Bolli Tollaksson,

tók sær frú at festa,

snarliga læt til brúdleyps bjóða,

læt ikki longur fresta.

 

27 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu bæði í eina song,

Bolli og hans vív.

 

28 Spæla teir á sundinum,

teir royna bitrar eggjar,

Kjartan kennir møði á sær,

hann biður at landi leggja.

 

29 Kjartan læt at landi leggja,

sóu tað konur og menn,

grimur maður á sundi spælir

í hvørjari veglund enn.

 

30 Kjartan gongur for Ólav kong,

svør á sína trúgv:

“Allir vilja vit íslendingar

taka við Gudis trú.”

 

31 Mælti tað Kjartan Ólavsson,

hann slær tað í ein gleim:

“Allir kristnast vit íslendingar

uttan Fróðar ein.”

 

32 Tað var Torkil erkabisp,

heldur á gyltum horni,

allar kristnaði hann íslendingar

á einum summarmorgni.

 

33 “Eg kristni teg Kjartan Ólavsson,

væl í góðan tíma,

tak við kristnari trú av Gudi,

eg gevi tær systur mína!”

 

34 Svaraði Kjartan Ólavsson,

konginum illa tókti:

“Eg taki ei tygara systur,

tað frættir ei Ósvivs dóttur.”

 

35 Svaraði Kristin, kongins systir,

talar eitt orð for sær:

“Vilt tú Kjartan Ólavsson

skiljast nú frá mær?”

 

36 Hon tók upp úr mjøldrekkju,

Kjartani mentir gav,

silvur og teir dýru slíðrar,

gripur av gulli var.

 

37 Hon gav honum tað góða svørð

við gyltar slíðrar at binda,

hann var aldrin í víggi sárur,

ið bar tann brand við lendar.

 

38 Tað var Kristin, kongins systir,

ið gull bar sær á hand,

fylgdi hon Kjartan Ólavsson

niður til sævarstrand.

 

39 Har mundi hvørt frá øðrum skiljast,

báðum illa tókti:

“Kjartan eg fylgi ei longur tær,

tað frættir ei Ósvivs dóttur.

 

40 Sig tú tíni grannkonu,

tú kemur til Íslands aftur,

hon teg elskaði í Noregi,

hon var ikki av trælaættum!”

 

41 Kjartan vindur upp síni segi,

bæði gul og blá,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Íslands vág.

 

42 Strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Íslands vág,

har lá Álvur innanfyri,

vindur upp segl í rá.

 

43 Kastar hann sínum akkerum á

so hvítan sand,

fyrstur steig Kjartan Ólavsson

sínum fótum á land.

 

44 Fyrstur steig Kjartan Ólavsson

sínum fótum á land,

tá var Guðrun, Ósvivs dóttir,

riðin niður til strand.

 

45 Har komu frúur og jomfrúur

at keypa skrúð og lín,

har kom Tóra, Kjartans systir,

og fagnaði bróður sín.

 

46 Revna situr undir feldini(!),

væl sømir henni klæði:

“Mentarlín og høvuðgull

tað vil eg hava bæði.”

 

47 Álvur bað hana sita í lag:

“Tú fært væl hvat teg lystir.”

Kjartan gav henni høvuðgull

av kæru kongins systur.

 

48 Hann gav henni mentarlín,

høvuðgullini tvey,

mangur fær tað, ið øðrum er ætlað,

eingin tað øðrum er eyð[ið].

 

49 Revna situr undir feldini(!),

alt sømir henni væl,

Kjartan kom frá strondum niðan,

snart varð teim til tal.

 

50 Hann gav henni mentarlín,

høvuðgullini bæði,

mangur fær tað, ið øðrum er ætlað,

eingin tað ið øðrum er lagað.

 

51 Hann gav henni gull og fæ,

so tað silvurið brenda,

Guðrun var ikki hjarta lætt,

tá ið hon sá skeinkin henda.

 

52 Kjartan gongur for faðir sín,

leitar við hann ráð:

“Tað er hon Revna, systir Álvs,

eg vil ta jomfrú fá.”

 

53 Tað var Kjartan Ólavsson,

hann tók sær frú at festa,

snarliga læt til brúdleyps bjóða,

ei var longur at fresta.

 

54 Teir drekka bæði úti og inni,

gott skal slíkum gegna,

Kjartan saknar úr máldrykkju

svørð við kongins tegnar.

 

55 Teir leita bæði úti og inni,

hvør til sama verka,

tey fingu ein mann at leita har,

tey kalla hann Ólav sterka.

 

56 Teir leita bæði úti og inni,

hvørt til sínar vráir,

burtur vóru Hóralds børn

og Bitlusynir báðir.

 

57 Kjartan leyp á vøllin fram,

bæði av ilsku og vreiði,

hann bað saðla sær horsið tað,

hann burtur á skógvin reið.

 

58 “Tú vari væl um teg, Kjartan mín,”

Knútur mælir av sonnum,

“teir hava á tær illan hug,

tú statt for leygarmonnum.”

 

59 “Teir skulu fáa so tungligt gjald,

og hvør skal annan svíkja,

fyrri skal eg láta lív

enn burtur av vegnum víkja.”

 

60 Guðrun gongur for Bolla inn,

fellur for hann í knæ:

“Unni eg Kjartani væl í tí,

nú hevur tú skommir tvær.”

 

61 Sára græt Guðrun, Ósvivs dóttir,

av so tungum stríði:

“Tú skalt ongan søtan sova,

meðan Kjartan er á lívi.”

 

62 Bolli leyp á vøllin fram,

bæði av ilsku og vreiði,

hann bað saðla sær horsið tað,

hann burtur á skógvin reið.

 

63 Guðrun gongur for Bolla inn,

var reið og ikki blíð:

“Sita nú inni leygarmenn,

tí garpar á skógvin ríða.”

 

64 Kjartan vá fimtan brynjumenn,

rennur í randarsveita:

“Skjótt er einum av at máa,

heljar man tað leita.”

 

65 Tað var Kjartan Ólavsson,

tað fann hann til ráð,

stígur nú á tað deiga svørð,

við hvønn mann hann vá.

 

66 Aftur vá hann aðrar fimtan,

rennur í randarsveita:

“Hví stendur tú Bolli frændi,

vil ongum dugnað veita?”

 

67 Aftur vá hann triðju fimtan,

rennur í randarsveita:

“Hví stendur tú Bolli frændi,

vil hvørgum dugnað veita?”

 

68 Bolli leyp á vøllin fram,

tað var dreingjaferð,

stakk hann Kjartan Ólavsson

millum buls og herðar.

 

69 Mælti tað Kjartan Ólavsson,

tá ið hann fell í knæ:

“Hetta hevur tú Bolli frændi

leingi ætlað mær.”

 

70 Kjartan liggur á grønum vølli,

sær seg um so víða:

“Einki skulu tit Bolla gera,

meðan hann er á lívi.”

 

71 Bolli stendur á grønum vølli,

lítur seg um so víða:

“Eg man ikki gera so ónt,

at tað má mær jú líða.”

 

CCF 23 Aa

TSB E 103

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 477.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 7. bind, s. 118.

 

Heimild: Úr Suðuroy. Birthe Sophie Jacobsdatter, Birita á Mýri (1804-1878), Vági, 1848.

E 103 Kjartans tættir (Woman is deceived into deserting her lover and later causes his death in desperation)

Kjartan fær tokka til Guðruna og vil giftast við henni. Pápi hansara mælir honum til at vera eina tíð við norska hovið fyrst. Kjartan lovar Guðruni, at hann fer at vera henni trúgvur, og síðani fer hann til Noregs saman við vininum Bolla.

Nakað seinni kemur Bolli einsamallur aftur til Íslands, meðan Kjartan verður verandi. Fyri Guðruni letst Bolli, sum Kjartan hevur funnið aðra unnustu í Noregi, og Guðrun giftist Bolla.

Tá ið Kjartan kemur heim, giftist hann aðrari gentu í staðin fyri. Guðrun kennir seg lumpaða og sigur við Bolla, at hon er ikki før fyri at elska hann, so leingi Kjartan er á lívi. So drepur Bolli Kjartan. Áðrenn hann doyr, biður Kjartan um ikki at verða hevndur.

á føroyskum: CCF 23 (bert á føroyskum)