Skip to main content

Blikimans kvæði

 

how to write essay for scholarship application best power point presentationsCCF 117 A

TSB E 37

 

1 Eina veit eg rímuna,

eg kvøði, sum eg kann,

gjørd um kongin Blikimann,

tann ærlig borin mann.

 

2 Kongurin vaknar á miðjari nátt,

talar sín dreym so brátt:

“Undarligt hevur fyri meg borið

alla hesa nátt.”

 

3 “Hoyr tað kongurin, harra mín,

tað hevur ongan vanda,

tað er hon frúgvin Vendilmjá,

hon dreymin ráða kann.”

 

4 Kongurin talar til sveinarnar,

tógva ella tríggjar:

“Heintið mær frúnna Vendilmjá,

sjálvur vil eg hana síggja!”

 

5 Frúgvin gekk í hallina inn,

rodnar sum eitt droyra:

“Heilur og sælur, Blikimaður,

lat meg dreymin hoyra!”

 

6 “Meg droymdi, í Ribbaldaheiði

har var kyndur eldur,

har kom Ulfran, kempan reyst,

við allar sínar frændur.

 

7 Meg droymdi, á Ribbaldaheiði

har var kynt eitt bál,

har kom Ulfran, kempan reyst,

við so mikið prál.

 

8 Har kom Virgar Valintsson,

kappin tann hin reysti,

ormar tveir á svørði hans

teir møttust á saðil og hest.”

 

9 Svaraði frúgvin Vendilmjá

foruttan angist og sút:

“Tað er hann Virgar Valintsson,

hann skilur títt høvur frá búk.”

 

10 “Virgar er mín fosturson,

tílíkur eingin í heim,

hvar ið eg verði í stríði staddur,

hann verður mær ikki at mein.”

 

11 “Virgar er tín fosturson,

hann ríður for tínum bogum,

fyrstur man hann í ráðum vera

at skilja títt høvur við búk.”

 

12 Út varð loystur gangarin

undir hallarvegg,

prýddur var hann við skarlak

niður á hóvarskegg.

 

13 Prýddur var hann við skarlak

niður á miðal síðu,

forgyltur var saðilin,

ið kongurin skuldi á ríða.

 

14 Kongsins gangari hvítur var,

so er mær greint ífrá,

svartir vóru hógvarnir,

og oyruni vóru grá.

 

15 Tað var kongurin Blikimaður,

reið so glaður ástað:

“Ongum skal eg griðin geva,

hvør mær møtir í dag.”

 

16 Tað var kongurin Blikimaður,

reið fram yvir skógv,

hann sær undir eikini

so mangan mann og stóran.

 

17 Tað var hertugin Hósvík,

hann vildi ikki undan herja:

“Lat meg síggja mítt skjold og svørð,

so vil eg væl berjast!”

 

18 Tað var kongurin Blikimaður,

hevur so orðin fleiri:

“Lati eg teg síggja títt skjold og svørð,

so er liðið meiri.”

 

19 “Eg havi hvørki skjold ei svørð,

skarlak havi eg klæði,

eg haldi einki roysni vera

slypin mann at vega.”

 

20 Hertugin vá upp eikina,

tað var so stórt eitt træ,

so sló hann til Blikimann,

at kongurin fell á knæ.

 

21 Tað var kongurin Blikimaður,

sínum [hesti] ríður,

brá so upp sín bitra brand,

hertugan Hósvík klývur.

 

22 Tað var kongurin Blikimaður

sínum svørði brá,

hann kleyv hertugan Hósvík

sundur í lutir tvá.

 

23 Tað søgdu allir, við honum vóru,

[bæði hart og hvølt],

hevði hann havt sítt skjold og svørð,

[so hevði hann kongin felt.]

 

24 Aftur reið kongurin Blikimaður

við sítt blóðiga svørð,

úti stóð frúgvin Vendilmjá,

fagnar væl hans ferð.

 

25 Inn kom kongurin Blikimaður,

turkar sítt svørð í dúki:

“Nú havi eg vigið ein stoltsriddar

og skilt hans høvur frá búki.”

 

26 Mælti tað kongurin Blikimaður,

turkar sítt blóðiga svørð:

“Tað er ikki aftur at venda,

gerningin er gjørd.”

 

27 Ulfran gongur for Tíðrik kong,

drongur vil faðir hevna:

“Frændi mín, læna mær nakrar menn,

eg vil mín faðir hevna!”

 

28 Tí svaraði Tíðrikur kongur,

fyrsta orðið tá:

“[Hvør var] hin reysta kempa,

ið tín faðir vá?”

 

29 Svaraði Ulfran, kempan reyst,

heldur á hjørvarunni:

“Blikimann nevni eg kongin tann,

ið hevur tað roysni vunnið.”

 

30 Tá svaraði Tíðrikur kongur,

væl kann tungu skilja:

“Hvat vilja raskir rispala dreingir

frænda várum fylgja? “

 

31 Víðferi og hann Humlingur,

Hornar mikillátur,

svørji eg tann eið á mína trú,

tveir raskir menn og kátir.

 

32 Víðferi og hann Humlingur,

kempur eru reystar,

triði er Olgar danski,

og fjórði er Ríkin reysti.

 

33 Víða havi eg formenn nevnt,

teir kvóðu á brynjumerki,

Tíðrikur lænti frænda sínum

gull við vovin merki.

 

34 Víða havi eg formenn nevnt,

sigist í hesum tátti,

Tíðrikur lænti frænda sínum

níggju hundrað og átta.

 

35 Svaraði Virgar Valintsson,

sló so upp í gaman:

“Tað tykir mær so lystiligt,

at vit kunnu koma saman.”

 

36 Svaraði Virgar Valintsson,

hann stóð har skamt ífrá:

“Tað tykir mær so lystiligt,

sum drekka mjøð av skál.”

 

37 Svaraði Virgar Valintsson,

væl kann góðum gegna:

“Sendið fram eitt sendiboð,

svíkið ei fólk í svøvni!”

 

38 Virgar eigur skósvein tann,

klæddur væl í skreyt,

eingin hestur er so flótur,

honum fylgir á breyt.

 

39 Hann gekk seg í hallina inn,

so er mær greint ífrá:

“Sit væl, reystur Blikimann kongur,

[við] alt, tær trúgvið á!”

 

40 Svaraði kongurin Blikimaður,

kann væl tungu skilja:

“Hvat eru tíni ørindi,

hvat man kappin vilja? “

 

41 “Tú vá hertugan út av Bern,

tú tarvt ei eftir fregna,

komin er sjálvur sonur hans,

frægur vil faðir hevna.”

 

42 “Líkari var honum heimi at verið,

drukkið mjøðin fríða,

flestøll ‘forædl Sporædl’ stóð,

hans faðir kom ikki víða.

 

43 Tú tarvt ikki, reiðraungi,

at firra meg við elli,

spretti eg fingur í enni á tær,

so liggur tú deyður á vølli.

 

44 Hoyr tú, ungi Hamarin grá,

hvat eg spyrji teg,

er *Virgar út í hetta spæl,

so dyl tað ei for meg!”

 

45 Svaraði ungi Hamarin grá,

hann leit seg um so víða:

“Virgar liggur í høgaloft sjúk,

sín hest kann hann *ei ríða.”

 

46 Svaraði ungi Hamarin grá,

av so tungum ekka:

“Hoyr tú, kongurin Blikimaður,

gev mær nakað at drekka!”

 

47 Tey bóru inn sjey lestir øl,

tey drakk hann í ein drykk,

hann sló tær tunnur for kongsins fót,

tær gingu í túsund stykki.

 

48 “Hoyr tú, ungi Hamarin,

hvat eg spyrji teg,

er Virgar út í hetta spæl,

so dyl tað ikki for meg!”

 

49 Tað var ungi Hamarin grá,

hann leit seg um so víða:

“Virgar liggur í høgaloft sjúk,

sín hest kann hann ei ríða.”

 

50 “Ein gang var eg pá Dovrafjall,

hvar kempur drukku inni,

Virgar dreiv eitt dáraspæl,

tað gár mær ei av minni.

 

51 Fimtan kempur høgg hann í ring,

hann gjørdi tar av ein leik,

eg stóð so nær, eg sá tar pá,

eg gjørdist í kinnum bleik.”

 

52 Svaraði ein av kongsins monnum,

fyrsta orðið tá:

“Virgar er ein kulbrandsson,

vit kunnu honum væl bestá.”

 

53 Svaraði annar av kongsins monnum,

har hann studdist við:

“Hvar er Virgar Valintsson,

hans faðir var ein smiður?”

 

54 Tað var ungi Hamarin grá,

vreiður varð við tey orð,

hann sló høvur av kempum tveim,

tær fullu for kongsins borð.

 

55 Svaraði kongurin Blikimaður,

alt var honum ímót:

“Hví slóst tú mínar gævastu kempur,

eg taki fyri tær bót?”

 

56 Svaraði ungi Hamarin grá,

bæði av ilsku og vreiði:

“Fullvæl vildi eg hevna tað spott,

um enn teir vóru fleiri.”

 

57 Kongurin heitir á sveinarnar,

tógva ella tríggjar:

“Heintið mær mína planetubók,

latið meg hana síggja!”

 

58 “So sigist í fornum bókum vítt,

bæði til tinga og stevna,

so skal sigur í stríði fangast,

sonur má faðir hevna.

 

59 Tú møtir í morgin í óttuskær,

tú sært teir brandar bjartar,

dvørgamál svíður í tínum brósti,

hav ikki kálvahjarta!

 

60 Tú møtir í morgin í óttuskær,

tú sært teir beita brandar,

Ulfran ungi og Tíðrikur kongur,

slíkir eru ei í landi.”

 

61 Árla var um morgunin,

teir ríða á grønan skógv,

sóu teir kongsins brynju loga,

áðrenn upp rann sól.

 

62 Teir riðu fram í djúpan dal,

um blek og bleytar mýrar,

sóu fult eitt átta hundrað

sita til saðla dýra.

 

63 Úlvar tóku at ýla hátt,

gellur í grønari lund,

bardust saman á Ribbaldaheiði,

tá stóð stríð um stund.

 

64 Blikimann kongur og Valints son,

møttu hvør øðrum ímóti,

fullu so búkar á jørðina,

sum tey varpa gróti.

 

65 Blikimann kongur og Valints son,

møttust teir í stríði,

bardust teir um nakrar stundir,

hvørgin øðrum lívir.

 

66 Úlvar tóku at ýla hátt,

ørnin hyggi læsti,

hundrað hálvt og hartil heilt,

tað fell í fyrsta kasti.

 

67 Svaraði kongurin Blikimaður:

“Felt havi eg úr liði,

gerið sum sigst í ævintýrum,

gevið nú ongum grið!”

 

68 Úlvar tóku at ýla hátt,

gellur í grønari lund,

bardust saman á Ribbaldaheiði,

tá stóð stríð um stund.

 

69 Blikimann kongur og Valints son

møttu hvør øðrum ímóti,

búkar fullu á jørðina,

sum teir varpa gróti.

 

70 Svaraði kongurin Blikimaður:

“Felt havi eg úr liði,

gerið, sum sigst í ævintýrum,

gevið nú ongum grið!”

 

71 Svaraði Virgar Valintsson:

“Eg skal leikin lyfta,

ungir menn skulu býti fá,

vit skulu tað heimi skifta.”

 

72 Hann høgg niður í Blikimann kong,

hond og høgra oyra:

“Royni eg so annað sinni,

tú torir beiskari hoyra.”

 

73 Tað var Virgar Valintsson

høgg av góðum treysti,

drekin fell so rásareystur,

deyður fell kongur av hesti.

 

74 “Kongurin gav os gull og silvur,

mangar ringar reyðar,

standið nú so manniliga,

syrgið ei hans deyða!”

 

75 Tað var Humling Stútason,

vildi ei tað boð tiggja:

“Eg bar skonk av harra mín,

eg skal á hans brósti liggja.”

 

76 Víðferi so til orða tekur:

“Ilt er at snúgva til bóta,

snúist tú til hilmirs høvur,

snarast eg til fóta.”

 

77 Svaraði triði av sveinunum:

“Ilt er at snúgva til gagna,

hvíli eg pá mín harras bróst,

so síðla eti hann ravnar.”

 

78 Virgar var so orðavísur,

ið hetta frøði gjørði,

so gongur tað um allan heim,

teir kalla tað Blikimans kvæði.

 

CCF 117 A

TSB E 37

 

Handrit: Jóannes Clemensen: Sandoyarbók (Dansk Folkemindesamling 68, nr 55 – nú í varðveitslu á Føroya landsbókasavni)

 

Útgávur: 

1. Danmarks gamle folkeviser IV s. 693.

2. Dimmalætting 06.12-1884.

3. Føroya kvæði, (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 11.

4. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 27. bind, s. 124.

 

Heimild: Úr Sandoy: Johan Michael Hentze, Johan í Uttastovu (1787-1840), Sandi, 1822.

E 37 Blikimans kvæði (Ominous dream comes true when man is killed by his foster-son)

F, cN: Blikimann kongur droymir ófrættakendan dreym, sum skal tulkast soleiðis, at Virgar Valintsson fer at drepa hann. F: Kongur noktar at trúgva hesum, tí Virgar er fostursonur hansara.

Sum Blikimann kemur ríðandi, hittir hann Hósvík hertuga og drepur hann. D, F, N, S: Sonur Hósvík hertuga Ulfran fer til Tíðrik kong og biður um hjálp at hevna deyða faðir síns. Kongur lænir honum nakrar av monnum sínum, teirra millum Virgar Valintsson.

Boð fara til Blikimann kong at siga honum frá, at teir fara at koma, men tað ørkymlar ikki Blikimann. Í bardaganum, sum spyrst burturúr, drepur Virgar Blikimann kong.

á føroyskum: CCF 117 (eisini á donskum, norskum og svenskum)