Skip to main content

Sankta Gjørtrúgv

 

sample assignment graduate admissions resume write story onlineCCF 131

TSB B 15

 

1 Sankta Gjørtrúgv var tann fagrasta moyggj,

sum fødd var í kong Karlamagnusar oyggj.

 

Heiliga jomfrúgv, sankta Gjørtrúgv,

hennara góði gudfaðir doyði,

hann gav henni borgir og *oyggjar.

 

2 Tá kom tann heidni greivi,

hann vildi henni tey londini meina.

 

3 Sankta Gjørtrúgv tekur sær bók í hand,

so gongur hon á kirkjugarð.

 

4 Sankta Gjørtrúgv hon bæði las og sang,

inntil hon fekk tann deyða mann á gang.

 

5 Sankta Gjørtrúgv hon gjørdi sær so stóran ómak,

hon tók sín gudfaðir á sítt bak.

 

6 Tann deyði inn um dyrnar sá,

allir teir livandi hvukku tá frá.

 

7 Har lupu burtur hvør sum kann:

“Skamm fái tú fyri henda mann.”

 

8 Sankta Gjørtrúgv gjørdi sær meiri ómak,

hon bar sín gudfaðir aftur í grav.

 

9 “Hvat vilt tú, sankta Gjørtrúgv, geva fyri tað,

eg taki teg ikki livandi í grøvina við meg?”

 

10 “Fríggjadagsføstu vil eg tær geva,

og sunnudagslestur, so leingi eg man liva.”

 

11 So skeddi einki meiri tá,

uttan hon begróv sín gudfaðir aftur, sum hann lá.

 

Heiliga jomfrúgv, sankta Gjørtrúgv,

hennara góði gudfaðir doyði,

hann gav henni borgir og *oyggjar.

 

CCF 131

TSB B 15

 

Handrit: “Færøiske Qvæder”, 1822 hjá H.C. Lyngbye.

 

Útgávur:

1. H.C. Lyngbye: Færøiske Qvæder, 1822, s. 530

2. Danmarks gamle Folkeviser II. Udgivet 1854-56 af Svend Grundtvig , s. 502.

3. Føroya kvæði, (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 86.

4. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 30. bind, s. 42.

 

Heimild: Hans Christian Lyngbye (1782-1837) nevnir ikki, hvør ið kvað hesa vísu fyri honum. Hann var í Føroyum í 1817 og hevði samband við føroyingar, meðan arbeitt varð við bókini, sum kom út í 1822. Henda vísan er í uppískoytisdeildini, ið verður nevnd „Anhang“.

B 15 Sankta Gjørtrúgv (Dead man helps his heiress)

Sankta Gjørtrúgv arvar stórt góðs frá gubba sínum. Ein heiðin greivi hóttir ogn hennara. Hon fær gubba sín at rísa úr grøv síni, og tá ið fíggindarnir síggja deyða mannin, verða teir óttafullir. (D: Greivin roynir at fáa bardaga í lag, men skjótt noyðist hann at biðja Gjørtrúgv hjálpa sær at sleppa undan afturgonguni.) Hon ber gubba sín aftur til grøv hansara og lovar D: at byggja eina kirkju á grøvina, F: at fasta fríggjadagar og at lesa eina prædiku sunnudagar.

á føroyskum: CCF 131 (eisini á donskum)