Skip to main content

Orrusta við Heiðabý

 

CCF 234

Einki TSB-nr.

 

1 Satt er tað í forðum sagt,

orðtakið man skilja,

longur ei tú nýtur frið,

enn *vándir grannar* vilja.

 

Slá í ring, standið fast, danska fylkingin!

Gud má ráða, um vit sigra í annað sinn.

 

2 Tað var í árinum átjan hundrað

fjøruti og átta,

orrusta stóð við Heiðabý,

og so munnu bøkur vátta.

 

3 Páskaklokkan kimaði blítt

fram av donskum londum,

týddi tó, at vera mundi

ófriður fyri hondum.

 

4 Tað var um myrku halgunátt,

prussaflokkurin sterki

sneik(!) seg fram á loyningum

um danska einimerkið.

 

5 Danskir heima í kirkjuni

fremdu halgan sið,

valla gavst nú høvdingunum

tóm at fylkja lið.

 

6 Valla gavst nú dreingjum tóm

svørð við lið at hanga,

dvøldust tó ei leingi við

mót saksum fram at ganga.

 

7 Bróstið hevði einki skjól,

tó var tað landavørn,

danska dirvið skjøldur var

mót grimu prussaørn.

 

8 So gekk fast í atgongum,

tá hvør fór øðrum ímót,

búkar duttu á foldina,

rætt sum tú varpar grót.

 

9 So gekk hart í atreiðini,

tað er sagt av sonnum,

prussar gerdu verkið upp

av teirra deyðu monnum.

 

10 Knøttar hvinu, svørðini glymdu,

goturstykkini sungu,

noyddust prussar sama dag

at kenna ta donsku tungu.

 

11 Danskir, ein mót tíggju prussum,

góvust ei við frið,

blóðið streymaði vítt og breitt

um Týruvirkis lið.

 

12 Mannafjøldi voldi tað,

at prussar ruddu fram,

mundi tó væl fullkeypt vera

hvørt eitt gin, hann vann.

 

13 Danskir undan yvirveldi

rukku tá heim til landa,

tó man einki danskaheimunum

henda atfør granda.

 

14 Mangur bliknaður er um kinn,

lítið tað er minni,

tó er enn í Danaveldi

eitt heiðurslið at finna.

 

15 Finnast enn í Danamørk

herskipini góð,

noyðast tey at goysast fram,

tá rennur væl kallmans blóð.

 

16 Drottin eina ráði um,

enda man at skilja,

vær skulu royna orkuna

og fremja tann besta vilja.

 

17 Signaður veri Fríðrikur kongur

yvir tí danska landi,

ikki var hann aftastur,

hvar búddist mestur vandi.

 

18 Gevið honum heiður og lov,

bæði konur og kallar,

svikarabølið hann ruddi upp

og flutti heim til hallar!

 

19 Minnisamt man her á landi

hvørjum manni tykja,

yndi hans og mildi blítt,

tá hann mundi Føroyar vitja.

 

20 Kongur unnar os øllum gott,

harum er eingin ivi,

tí munnu ynski birtast upp,

meðan hann er á lívi.

 

21 Sóknar fyrijáttarin,

sum øllum best man gegna,

unni hann os brátt og skjótt

tað besta, trúgv kann tegna.

 

22 Síðan vil væl tíð og roynsla

betur vísa veg,

so hugsa landsins føddu børn,

ja ein og hvør fyri seg.

 

23 Hetta er kvæðið um orrustuna,

sum stóð við Heiðabý

páskamorgun átjan hundrað

átta og fjøruti.

 

Slá í ring, standið fast, danskafylkingin!

Gud má ráða, um vit sigra í annaðsinn.

 

CCF 234

Einki TSB-nr.

 

Handrit: Úr søvnum Jakob Jakobsens 1887 (Føroya landsbókasavn, Tórshavn): Kvæðabókin hjá Kristionnu Karolinu  Nolsøe, Tvøroyri 1845.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 485.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 35. bind, s. 115.

 

Heimild: Úr Suðuroy. Kristianna Karolina  Hansen, f. Nolsøe  (1858-1948) Tvøroyri.