Skip to main content

dissertation on customer service how to write a paper in first person write my paper intelligence studies free online math homework helpHeimsmeistarakappingin í fótbólti er tann ítróttakappingin í heiminum, sum mest áhugi er fyri. Áhugin fyri kappingin er alsamt vaksin, síðan fyrsta HM-endaspælið í Uruguai í 1930. 

Í 1872 spældu Ongland og Skotland fyrsta landsdystin í fótbólti nakrantíð. Í 1900 var fótbóltur við á olympisku leikunum sum royndarítróttagrein, og í 1908 var fótbóltur endaliga við í OL, tó bert fyri áhugaspælarar. 

Altjóða fótbóltssambandi FIFA, sum var stovnað í 1904, viðurkendi í 1914, at OL skuldi telja sum HM fyri áhugaleikarar, og FIFA skipaði nú fyri fótbóltskappingini í OL. 

Fótbóltur var við í OL í 1920, 1924 og 1928, men varð tikið av skránni til OL í 1932. Tí avgjørdi FIFA sjálvt at skipa fyri einari altjóða fótbóltskapping fyri landslið. Formaðurin í FIFA, Jules Rimet gekk undan, at fáa eina veruliga HM-kapping fyri yrkisspælarar. Á FIFA-ársfundi í 1929 varð Uruguai valt at vera vertsland fyri fyrstu veruligu heimsmeistarakappingin í 1930. 

Síðan hevur verið spælt um heimsmeistaraheitið fjórða hvørt ár, tó ikki í 1940-árunum, tí heimsbardagin gjørdi tað ómøguligt. 

Fyrsta HM-steypið varð kallað "Jules Rimet steypið" eftir aðalskrivaranum í FIFA. 

Uruguai vann fyrstu HM-finaluna á heimavølli í Montevideo

Fyrsta HM-endaspælið var spælt í Uruguai í 1930. 13 lond kappaðust um Jules Rimet steypið. Tveir teir fyrstu dystirnir í HM vóru spældir samstundis, Frakland vann á Meksiko, og USA vann á Belgia. Lucien Laurent úr Fraklandi skoraði fyrsta HM-málið nakrantíð.

Heimsmeistari gjørdist vertslandið, Uruguai, sum í finaluni vann 4-2 á grannunum úr Argentina. 93.000 áskoðarar sóu finaluna á Centenario leikvøllinum í Montovideo.

16 lond spældu í HM 1934 í Italia. Svøríki var hetta árið fyrsta Norðurlandið, sum var við í einum HM-endaspæli.

Aftur hesaferð gjørdist vertslandi heimsmeistari. Í finaluni vann Italia 2-1 á Kekkoslovakia.

Fleiri keldur hava í eftirtíðini verið við, at italski einaræðisharri, Benito Mussolini, ávirkaði kappingina nógv, sum propaganda fyri fasismuni. Tað sigst m.a. at Mussolini valdi dómarar til dystirnar hjá Italia, og ávirkaði FIFA, tá ið tað varð avgjørt, hvar dystirnir skuldu spælast.

Italsku leikararnir fegnast um heimsmeistaraheitið

Italia endurvann heimsmeistaraheitiið 1938

16 lond spældu seg til HM-endaspælið, 14 úr Evropa og einans tvey úr Suðuramerika. Eysturríki var tikið úr kappingini, tí landið varð hertikið av Týsklandi í marsmánaði 1938. Svøríki hevði enn einaferð spælt seg í endakappingina og rakk einum flottum fjórða plássi.

Italia endurvann heimsmeistaraheitið, tá ið teir azurbláu, sum italska landliðið verður nevnt, vunnu 4-2 á Ungarn.

Heimsmeistarakappingarnar í 1942 og 1946 vóru ikki spældar, tí seinni heimsbardagi gjørdi tað ómøguligt at skipa fyri einum HM-endaspæli.

Fyri fyrstu ferð vóru bretsku londini við í HM, Eitt teirra, Ongland spældi seg til endaspælið. Bretsku londini fóru úr FIFA í 1920, men tóku í 1946 av innbjóðingini frá FIFA at koma upp í felagskapin aftur. Svøríki var í triðja HM-endaspælinum á rað og gjørdist nummar trý.

Kappingin var avgjørd við einum finalubólkaspæli. Avgerandi dysturin var millum vertslandi Brasil og Uruguai. Brasil var stórfavorittur at vinna frammanfyri teimum umleið 200.000 áskoðarunum, sum vóru á kenda Maracana-leikvøllinum í Rio de Janero.

Teir mongu áskoðararnir fóru tó skuffaðir til hús, tí tað endaðist Uruguai at vinna dystin 2-1, og harvið var lítla landi í Suðuramerika heimsmeistari á øðrum sinni.

Í Brasil vóru tey so vónsvikin, at Brasil ongantíð aftur hevur spælt í hvítum troyggjum. Síðan HM 1954 hevur Brasil spælt í eyðkendu gulu troyggjunum.

Umleið 200.000 áskoðarar sóu finaluna á Maracana-leikvøllinum

Liðskipararnir Fritz Walter, úr Vesturtýsklandi og Ferenc Puskas úr Ungarn heilsast undan finaluni, sum vesturtýskarar heilt óvæntað vunnu.

Endaspælið í 1954 var spælt í nógvum regni í Sveis. Einki Norðurland var við.

Ungarn hevði hesi árini eitt sera gott landslið, og avgjørda stjørnan á liðnum var Ferenc Puskás, eisini nevndur tvísporandi generalurin.

Ungarn kom eisini spælandi í finaluna við frálíkum fótbóltsspæli, og á veg í finaluna vunnu teir m.a. 8-3 á Vesturtýsklandi.

Vesturtýskland var eisini mótstøðuliðið á Wankdorf-leikvøllinum í Bern, og øll væntaðu, at Ungarn fór at vinna lættliga. Alt gekst eisini eftir ætlan, og eftir 8 minuttir førdi Ungarn eisini 2-0. Onkursvegna eydnaðist tó Týsklandi at vinna dystin 3-2, og í eftirtíðini, hevur hendan finalan verið nevnd, "Undrið í Bern".

Fyri fyrstu og einastu ferð, var endspælið spælt í einum Norðurlandi, í Svøríki. Hetta var endaspælið, tá ið tann blaðungi tannáringurin Pelé úr Brasil á fyrsta sinni steig inn á altjóða fótbóltspallin, og fyrsti partur av einum fótbóltsævintýrið var skrivaður.

Brasil við Pelé, Garrincha og Vava spældi seg í finaluna. Mótstøðuliðið var Svøríki, sum m.a. hevði Gunnar Gren og Niels Liedholm, úr kendu trio'ini Gre-No-Li, á vøllinum.

Brasil vann finaluna, sum var spæld á Råsunda-leikvøllinum, 5-2, og hetta skuldi bara vísa seg at vera byrjanin hjá Brasil og Pelé.

Fyri fyrstu ferð trein 17 ára gamli Péle á altjóða fótbóltspallin, og síðani hevur hann verið kendur sum ein av tíðarinnar bestu fótbóltsleikarum

Garrincha var kendur fyri kvikligan og góðan bóltførleika. Her bjóðar hann verjuni av 

So var HM-endapælið aftur leikt í Suðuramerika. Kili var vertsland í endaspælinum, sum m.a. er kent fyri fleiri ljótar dystir við nógvum bardøgum millum leikararnar. Dysturin, sum Chile vann 2-0 á Italia, hevur í eftirtíðin verið nevndur "slagið í Santiago". Einki Norðurland var við.

Brasil spældi seg aftur í finaluna, hóast stjørnuleikarin, Pelé, gjørdist skaddur longu í øðrum dysti, og ikki kom á vøllin aftur í kappingini. Vava og Garrincha vístu stórspæl, og í finaluni vann Brasil 3-1 á Kekkoslovakia.

Heimsins besti fótbóltsleikari, Pelé, spældi bara tveir dystir, og Brasil skuffaði og kom ikki víðari úr bólkaspælinum. Nýggjar stjørnur trinu inn á fótbóltspallin, m.a Franz Beckenbauer úr Týsklandi, og Eusebio úr Portugal.

Heimaliðið Ongland stóð seg eisini væl og leikarar sum, Bobby Moore, Bobby Charlton og Geoffrey Hurst skrivaðu seg í søgubøkurnar, tá ið landið, sum gav heiminum fótbóltin, Ongland, vann eina minniliga finalu móti Týsklandi.

Sjálvur dysturin endaði 2-2, og eykatíð mátti til at avgera finaluna. Tá ið 8 minuttir vóru spældir, skoraði Hurst eitt tað mest umrødda málið í HM, ella skoraði hann ikki? Bólturin rakti tvørstongina og støkk niður í vøllin. Dómarin dømdi mál, men enn verður tosað um, um bólturin var inni ella ikki.

Hurst skoraði eitt mál afturat, og gjørdist einasti leikari, sum hevur skorað trý mál í einari HM-finalu. Ongland vann heimsmeistariheitið fyri higartil einastu ferð.

Geoffrey Hurst skorar til 3-2 í eykatíðini. Men var bólturin inni ella ikki? 

Kanska besta landslið í søguni. Brasil undan finaluni, ið teir vunnu 4-1 á Italia

Hetta var eisini fyrstu ferð HM-endaspælið var spælt uttan fyri Evropa og Suðuramerkia. 16 lond kappaðust í hitanum á háslættanum í Meksiko. Svøríki var aftur við, eftir ikki at hava verið við í 1962 og 1966.

Sjónvarpsmyndirnar vóru nú í litum, og Pelé setti veruligt punktum í seinstu HM-kapping síni. Brasilska liðið frá 1970 verður ofta mett sum besta landsliðið, heimurin nakrantíð hevur sæð.

Pelé, Gérson, Jairzinho, Rivellino, og Tostão myndaðu "heimsins besta landslið", sum vann allar dystirnar í endaspælinum.

Í finaluni vann Brasil 4-1 á Italia, og harvið vann Brasil Jules Rimet steyðið til ognar.

Venjarin hjá Brasil, Mário Zagallo, sum vann HM sum leikari í 1958 og 1962, varð tann fyrsti at vinna HM, bæði sum leikari og venjari.

Spælt var nú um nýggja HM-steypið, sum framvegis verður spælt um. Svøríki hevði enn einaferð spælt seg í endapælið.

Brasil uttan Pelé tapti avgerandi dystin um at koma í finaluna fyri Niðurlondum, sum við eleganta gandakallinum Johan Cruyff á liðnum, spældi tann sokallaða totalfótbóltin.

Í finaluni á Olympiska leikvøllinum í Munchen møttu Niðurlond verstlandinum Vesturtýsklandi.

Niðurlond góvu bóltin upp, og vesturtýskararnir nurtu ongantíð við bóltin, áðrenn Cruyff, eftir ein solotúr, var feldur í brotsteiginum og dómarin dømdi brotspark .

Neeskens skoraði, og øll væntaðu, at Niðurlond vóru á veg til sítt fyrsta heimsmeistaraheiti. Men eins og í 1954, og vendi Vesturtýskland finaluni, og liðskiparin Franz Beckenbauer kundi lyfta heimsmeistarasteypinum.

Heimsins bestu leikarar í 70'árunum, vesturtýski Franz Beckenbauer og niðurlendski Johan Cruyff heilsast undan finaluni

Daniel Passarella lyftir heimsmeistarasteypinum, eftir at hava vunnið á Niðurlondum í finaluni

Seinasta HM-endaspælið við 16 londum var spælt í Argentina. Svøríki var fyri sjeyndu ferð við í endaspælinum, og framvegis hevði einki annað norðurlendskt land spælt seg í endaspælið.

Niðurlond máttu klára seg uttan Cruyff. Sagt var, at hann boykottaði hernaðarstýrið í Argentina, men í 2008 segði Cruyff, at orsøkin, var hann hann og húski hanasara vóru fyri einum ráni heima í Barcelona í 1977. Bæði hann og konan vóru hótt við rifflu.

Niðurlond spældu seg kortini í finaluna, har teir møttu vertslandinum Argentina, sum spældi eg í finaluna á umstríddan hátt. Brasil og Argentina vóru jøvn í stigum undan seinasta dystinum í seinna bólkaspælinum. Dystirnir skuldu spælast samstundis, men hernaðarstýrið fekk dystin hjá Argentina útsettan, so at teir kendu úrslitið hjá Brasil undan sínum dysti. Brasil vann 3-1 á Póllandi, og tað merkti, at Argentina skuldi vinna við fýra málum. Endin var, at Argentina vann 6-0 á Peru, sum ikki legði serliga nógv fyri. Ákærurnar móti Argentina vóru nógvar, men tað er ongantið prógvað, at nakað óregluligt fór fram

Finalan var eisini umstrídd, og Niðurlond ákærdu Argentina fyri, at brúka skitnar snildir fyri, at útseta dystin. Úrslitið gjørdist 1-1, men Argentina vann 3-1 eftir eyka leiktíð. Niðurlendsku leikararnir noktaðu at vera við í heiðurløtuni eftir dystin.

17 ára gamli Diego Maradona var skuffaður ikki at sleppa við í HM-hópin hjá Argentina, men hann komu vit at hoyra nógv meira um komandi árini.

Fyri fyrstu ferð vóru 24 lond við í HM-endaspælinum. Einki Norðurland var við.

Brasil hevði bygt eitt nýtt stórlið upp við m.ø. Zico, Socrates og Eder sum teir stóru stjørnuleikararnir. Sagt verður, at hann er besta liðið, sum ongantíð gjørdist heimsmeistari.

Barsil tapti 3-2 fyri Italia í einum sera væl spældu avgerandi dysti í miðbólkaspælinum. Italia byrjaði annars kappingina vánaligt, og spældi javnt allar tríggjar dystirnar í fyrra bólkapælinum. Móti Brasil trein Paolo Rossi inn í HM-søguna. Hann skoraði øll trý málini. Hann skoraði eisini bæði málini í 2-0 hálvfinalusigrinum móti Póllandi.

Í finaluni skoraði Rossi eitt mál, tá ið Týskland var sigrað við trimum málum móti einum. Serliga kendur er málfagnaðurin hjá Tardelli, tá ið hann í sannari ekstastu rann út móti áskoðarunum.

Diego Maradona endaði HM-endaspælið við, at hann var vístur av vølli, men fýra ár seinni setti hann navn sítt so rimmar fast í HM-søguna.

Italski Tardelli í sannari ekstasu, eftir at hava skorað eitt av málunum i finaluni

Heimsins besti leikari, Diego Maradona, skorar við "Guðs hond" móti Onglandi

Endapælið skuldi vera í Kolumbia. Men orsaka av vánaligum búskapi, megnaði suðuramerikanska landið ikki at hýsa endaspælinum. Meksiko tók um endan og hýsti kappingini. Fyri fyrstu ferð hevði Danmark spælt seg í endapælið, og heima í Føroyum sóu vit fyri fyrstu ferð dystirnar beinleiðis í sjónvarpi, og serliga var fylgt væl við danska landsliðnum, sum við frálíkum spæli hugtók heimin. Spania gjørdist tó ein ov stórur biti, og Danmark tapti 5-1 fyri sponsku stjørnunum.

Hetta gjørdist HM hjá Diego Maradona. Stutti og kviki bóltsnillingurin úr Argentina hugtók allan heim upp á allar hugsandi mátar, og syrgdi nærum einsamallur fyri, at Argentina vann HM fyri aðru ferð.

Serliga dysturin móti Onglandi gjørdist minniligur. Argentina hevði nøkur ár frammanundan tapt Falklandskríggið fyri Onglandi. Men nú var øðrvísi, tí stóð Maradona fyri. Fyrst skoraði hann eitt umstrítt mál við tí, um hann sjálvur kallaði "Guðs hond", og so skoraði hann besta málið í HM-søguni, tá ið hann av egnaðri hálvu rak alt enska landsliðið av og avgjørdi dystin.

Í finaluni vann Argentina 3-2 á Týsklandi. Avgerandi málið, skoraði Burruchaga eftir eina framúr góða sending frá Maradona.

HM í Italia for í søguna, sum eitt tað minst áhugaverda endaspælið í HM-søguni. Svøríki var enn einaferð einasta Norðurlandi í kappingini.

Hóast Diego Maradona var hálvskaddur, eydnaðist Argentina aftur at spæla seg í finaluna. Maradona brendi brotsspark í brotssparkskappingini í fjóringsfinaluni móti Jugoslavia, men skoraði í brotssparkskappingini í hálvfinaluni móti vertslandinum Italia.

Vesturtýsklandi við einum stórspælandi Lothar Mattheus á odda spældi seg í finaluna triðja endaspælið á rað. Hesaferð vunnu vesturtýskarar finaluna, sum var eins vánalig sum restina av kappingini.

Pedro Monzon hjá Argentina varð fyrsti leikari, at verður útvístur í einari HM-finalu, og finalan varð avgjørd við einum brotssparki, sum Andreas Brehme sendi í málið.

Venjari hjá Vesturtýsklandi var fyrrverandi stórleikarin, Franz Beckenbaur, sum harvið gjørdist annar at vinna HM sum leikari og venjari.

Vinstrumegin sæt stóri leikarin hjá Vesturtýsklandi, liðskiparin Lothar Mattheus

Brasiliumenn fegnast um heimsmeistaraheitið, Romario lyftir steypinum

Hóast amerikanarar ikki eru serliga áhugaðir í okkara slag av fótbólti, so gjørdist HM-endaspælið í USA tað, sum fíggjarliga hevur loyst seg best. Miðal áskoðaratalið var heili 69.000 áskoðarar.

Noreg var fyri fyrstu ferð við í endaspælinum, og Svøríki spældi seg heilt í hálvfinaluna í sínum níggjandi endaspæli. Føroyar var fyri fyrstu ferð við í HM-undanspælinum og tapti allar 10 dystirnar.

Diego Maradona spældi sína seinastu HM-kapping. Hann skoraði í fyrsta dystinum, men eftir annan dystin var hann tikin í at hava dopað seg næsaspreinum efodrin, og varð úthýstur úr kappingini.

Romario og Bebeto vóru stóru brasilsku stjørnurnar og skoraðu flestu málini hjá Brasil á veg í finaluna, har Brasil møtti Italia við tiltiknu verjuleikarunum Franco Baresi og Paolo Maldini á liðnum.

Fyri fyrstu ferð var finalan málleys, og heldur einki mál kom í eyka leiktíðini. Í brotssparkskappingini brendi italski stjørnuleikarin, Roberto Baggio, avgerandi brotssparkið. Harvið var Brasil fyrsta landið at vinna HM fýra ferðir.

Fyri fyrstu ferð vóru heili 32 lond við í HM-endaspælinum. Danmark og Noreg vóru Norðurlondini í endaspælinum. Norðmenn megnaðu millum annað at vinna 2-1 á Brasil í bólkaspælinum. Danmark spældi eisini eina góða kapping, áðrenn danir í taptu 3-2 fyri Brasil í einari frálíkari fjóringsfinalu. Føroyar fingu 6 stig í undanspælinum.

Brasil við einum stórspælandi Ronaldo í álopinum spældi seg enn einaferð í finaluna, og tað sama gjørdi vertslandi Frakland. Frakland hevði ongantíð veruliga sett sítt merki í HM-søguna, men nú bragdaði, og við nýggju heimsstjørnuni, Zinidane Zidane á odda spældi Frakland seg í finaluna.

Undan finaluni var greitt, at Ronaldo ikki var førur fyri at spæla fyri Brasil. Men hetta varð broytt 45 minuttir áðrenn dystarbyrjan. Sagt hevur verið, at tað var klædnastuðulin hjá Brasil, Nike, sum kravdi, at Ronaldo spældi finaluna.

Ronaldo var ein skuggi av sær sjálvum í finaluni, og tá ið Zidane skoraði tvey mál í fyrra hálvleiki, var alt avgjørt, og at enda vann Frakland 3-0

Zinidane Zidane skallar bóltin í málið í finaluni móti Brasil

Brasilski Ronaldo gjørdist toppskjútti í kappingini við 8 málum

Fyri fyrstu ferð vóru tvey lond vertir fyri einum HM-endaspæli. Danmark og Svøríki vóru Norðurlondini í kappingini. Føroyar fingu 7 stig í undanspælinum.

Verandi heimsmeistarar og evropameistarar, Frakland, skuffaðu øll, og megnaðu ikki at spæla seg víðari úr bólkaspælinum.

Hinvegin so spældi Brasil seg í finaluna við at vinna allar dystirnar í vanligari leiktíð. Eingin væntaði tað stóra av stjørnuleikaranum, Ronaldo. Men hann vísti øllum, at hann dugdi at skora mál, og tað gjørdist til heili 8 mál.

Týskland var í finaluni fyri fyrstu ferð síðan 1990, men teir gjørdu einki við Brasil. "El Fenomeno", sum Ronaldo eisini var nevndur, skorað bæði málini í 2-0 sigrinum. Harvið var Brasil fyrsta landið at vinna HM fimm ferðir.

Hetta HM-endaspælið fór ikki í søguna fyri tað góða spælið, men okkurt er at skriva um. Svøríki var enn einaferð einasta Norðurlandi í endaspælinum. Føroyar fingu 1 stig í undanspælinum.

Heimsmeistararnir Brasil spældu seg rímuliga lættliga í fjóringsfinaluna, men har taptu teir fyri endurreistu meistarunum frá 1998, Fraklandi.

Ronaldo skoraði 3 mál í endaspælinum og kom fram um Gerd Muller á tíðarinnar toppskjúttaralista.

34 ára gamli Zidane hevði undan kappingini boðað frá, at hann gavst at spæla fótbólt eftir endaspælið, og aldrandi stjørnan hjá Fraklandi vísti framúr gott spæl, og Frakland spældi seg í finaluna.

Mótstøðuliðið í finaluni var Italia. Serliga verjuspælið hjá Italia var gott, og miðverjin Fabio Cannavaro var besti leikari hjá Italia.

Finalan gjørdist mest kend fyri, at Zindane endaði sín yrkisleið sum fótbóltleikari við at skalla italska verjuleikaran Materazzi í búkin, og var sendur av vølli. Tað sigst, at Materazzi segði okkurt sera niðrandi um systir Zindane.

Eftir eyka leiktíð var 1-1, og farið var til brotssparkskapping. Italia sendu øll brotsspøkrini í netið, meðan Trezeguet brendi fyri Frakland. Italia var heimsmeistari fyri fjórðu ferð.

Zinidane Zidane hevur júst stútað Materazzi í búkin

Spania lyftir HM-steypinum á fysta sinni

Endapælið var eftir 64 ár aftur í Brasil. Fyri fyrstu ferð síðan 1982, var einki Norðurland við í endaspælinum. Føroyar fingu 1 stig í undanspælinum.

Stórar vónir vóru til Spania, men verandi meistarar megnaðu ikki at spæla seg víðari úr bólkaspælinum. Vertslandi Brasil spældi seg í hálvfinaluna, har teir vóru fyri einum sera eyðmýkjandi 7-1 ósigri fyri Týsklandi.

Eftir nøkur lak ár, høvdu týskarar miðvíst bygt týskan fótbólt og landsliðið upp aftur, og tað skuldi vísa seg at geva úrslit. Á veg í finaluna skoraði Miroslav Klose tvey mál fyri Týskland. Hann hevði nú skorað 16 mál, og fór fram um brasilska Ronaldo á tíðarinnar toppskjúttaralista.

Í finaluni møtti Týskland Argentina við Lionel Messi á liðnum. Hvørki Messi ella hin stóri stjørnuleikarin seinastu árini, portugisiski Cristiano Ronaldo høvdu megnað veruliga at spælt seg í HM-søguna. So var heldur ikki hesaferð, hóast Messi var valdur til besta leikara í kappingini.

Týskland vann finaluna 1-0 eftir eyka leiktíð, og týskarar vóru heimsmeistarar á fjórða sinni.

Endapælið var eftir 64 ár aftur í Brasil. Fyri fyrstu ferð síðan 1982, var einki Norðurland við í endaspælinum. Føroyar fingu 1 stig í undanspælinum.

Stórar vónir vóru til Spania, men verandi meistarar megnaðu ikki at spæla seg víðari úr bólkaspælinum. Vertslandi Brasil spældi seg í hálvfinaluna, har teir vóru fyri einum sera eyðmýkjandi 7-1 ósigri fyri Týsklandi.

Eftir nøkur lak ár, høvdu týskarar miðvíst bygt týskan fótbólt og landsliðið upp aftur, og tað skuldi vísa seg at geva úrslit. Á veg í finaluna skoraði Miroslav Klose tvey mál fyri Týskland. Hann hevði nú skorað 16 mál, og fór fram um brasilska Ronaldo á tíðarinnar toppskjúttaralista.

Í finaluni møtti Týskland Argentina við Lionel Messi á liðnum. Hvørki Messi ella hin stóri stjørnuleikarin seinastu árini, portugisiski Cristiano Ronaldo høvdu megnað veruliga at spælt seg í HM-søguna. So var heldur ikki hesaferð, hóast Messi var valdur til besta leikara í kappingini.

Týskland vann finaluna 1-0 eftir eyka leiktíð, og týskarar vóru heimsmeistarar á fjórða sinni.

Á veg til heimsmeistaraheitið eyðmýkti Týskland vertslandi Brasil. Týskland vann heili 7-1