Skip to main content

Níggjunda heimsmálið snýr seg um at skipa samfelagið á besta hátt. Vit skulu hava vegir, jarnbreytir og havnir, so vit kunnu keypa og selja úr øllum londum í heiminum, heldur enn bara hjá okkum sjálvum og í grannalondum. Vit skulu finna nýggjar og betri arbeiðshættir. Virki og fyritøkur skulu arbeiða meira burðardygt, og vit skulu gagnnýta heimsins tilfeingi bæði effektivt og umhvørvisvinarligt.

Menningarlondini skulu verða ídnaðarlond

Eitt av týdningarmestu undirmálunum er, at vit skulu ídnaðargera tey londini, har minsta menning hevur verið. Tað vil siga, at ídnaðurin skal verða ein størri partur av samlaða búskapinum í landinum, serliga í mun til landbúnað og námsvinnu. Fyrimunurin er, at menningarlondini á tann hátt kunnu skapa fleiri arbeiðspláss og varðveita ein størri part av virðisøkingini í landinum, heldur enn at selja rávørurnar til onnur lond.

Internet til øll

Búskapur er í dag meira enn rávørur og framleiðsla á virkjum. Fleiri av heimsins størstu feløgum fáast í dag við vitan og upplýsing, sum verða seld eins og vøra. Internetið er í dag bæði eitt søluamboð og ein hornasteinur í góðari útbúgving. Fyrr var útbreiðslan av telefonini og internetinum sein í menningarlondunum, men við nýggjari fartelefontøkni eru samskiftismøguleikar munandi betri. 95% av heimsins íbúgvunum búgva nú í økjum, sum hava tráðleyst telefonsamband. Stórur partur av hesum er enn bara heilt einfalt fartelefonnet, uttan møguleika fyri internetsambandi. Færri enn ein triðingur av heimsins íbúgvum liva í økjum við farneti (3G). Níggjunda heimsmálið miðar ímóti, at øll fólk í teimum londum, har minsta menningin hevur verið, skulu hava internet fyri ein rímuligan prís áðrenn 2020.

 

Undranarspurningar

Nógvir dýrir tunnlar verða gjørdir til smápláss. Hvønn týdning hava hesir tunnlar fyri tey, sum búgva har? Atløgubryggjur, bátahyljar og vegir verða eisini gjørd til smápláss. Hvønn týdning hevur tað, at vit, sum ikki búgva har, kunnu ferðast í bili ella báti til hesi smápláss?

Hví er neyðugt at binda landið saman við vegum, tunnlum og bryggjum? Hvør skal rinda fyri hesa bygging?

Hvønn týdning hevur internetið í tínum gerandisdegi? Kanst tú hugsa tær ein dag uttan internet? 

 

Undirmál

9.1 Bygd verða dygdargóð, álítandi, burðardygg og sterk undirstøðukervi, eisini økis- og undirstøðukervi tvørtur um mørk, fyri at stuðla búskaparligari menning og menniskjaligum trivnaði við denti á skilagóða og rímiliga atgongd fyri øll

9.2 Virkað verður fyri inkluderandi og burðardyggari ídnaðargerð og at hækka partin hjá ídnaðinum við arbeiðsplássum og bruttofaktorinntøku fyri 2030 í stórum í samljóði við umstøðurnar í landinum. Í teimum minst mentu londunum skal parturin tvífaldast.

9.3 Virkað verður fyri, at smáar og millumstórar fyritøkur sleppa fram at fíggjartænastum, og at møguleikarnir at fáa lán batna, serliga í menningarlondum, og at tær verða betur flættaðar inn í virðisketur og marknaðir.

9.4 Fyri 2030 skal undirstøðukervið og eftirmonteringídnaðurin dagførast fyri at gera alt burðardygt við uppaftur effektivari tilfeingisnýtslu og meiri nýtslu av reinari og umhvørvisvinaligari tøkni og ídnaðarligum tilgongdum. Øll lond skulu virka í samsvari við ta orku og teir førleikar, tey hava.

9.5 Vísindalig gransking skal vaksa, og tøkniligu førleikarnar í ídnaðargeiranum í øllum londum, serstakliga í menningarlondunum, skulu dagførast við millum annað at stimbra nýskapan fyri 2030. Talið á teimum, ið arbeiða við gransking og menning fyri hvørja millión íbúgvar skal vaksa munandi, og eisini peningurin, ið alment og privat verður brúktur til gransking og menning

9.a At lætta um at byggja burðardygg og sterk infrakervi í menningarlondum við at økja fíggjarligan, tøknifrøðiligan og tøkniligan stuðul til lond í Afrika, til tey minst mentu londini, til menningarlond, sum ikki sleppa til sjógv, og til smá oyggjalond undir menning.

9.b Stuðla heimligari tøknifrøðiligari menning, gransking og nýskapan í menningarlondum, millum annað við at tryggja eitt stimbrandi politiskt umhvørvi fyri millum annað ídnaðarligt fjølbroytni og virðisøking á vørur

9.c Atgongdin til kunningar- og samskiftistøkni skal vaksa munandi, og strembað verður eftir at útvega øllum atgongd til internet um allan heim fyri rímiligan kostnað - í teimum minst mentu londunum fyri 2020