Skip to main content

Um fleiri hundrað milliónir fólk skulu arbeiða seg upp úr ógvusligum fátækadømi, er neyðugt við búskaparligum vøkstri. Málið hjá ST er, at vøksturin skal verða 7% í teimum londunum, har minsta menning hevur verið. Sambært Heimsbankanum verða lívskorini nógv skjótari betri, um vøksturin er 7% árliga. Enn eru vit ikki komin á mál á hesum økinum. Vøksturin í teimum londunum, har minsta menningin hevur verið, var umleið 3,5% árliga frá 2000-2014, og var helst 5,5% í 2017.

Í nógvum menningarlondum er høvuðsvinnan rávørur, sum verða seldar óvirkaðar av landinum. Vøksturin er tí treytaður av prísinum á rávørunum á heimsmarknaðinum. Hetta hevur við sær, at tá prísurin fellur, steðgar vøksturin í hesum londunum. Tó hava nógv av teimum fátøku londunum fleiri ungfolk, ið hava meira lærdóm enn áður. Hetta gevur góðar fortreytir fyri búskapinum.

Búskaparligur vøkstur er tó ikki í sær sjálvum ein trygd fyri, at fólkið í einum landi verður lyft úr fátækadømi.  Um ójavnin veksur, kann økta ríkidømið frá vøkstrinum enda hjá nøkrum fáum fólkum, ið eru ógvulig rík frammanundan. Tí er eisini eitt heimsmál samtykt, ið snýr seg um at minka um ójavnan allastaðni í heiminum. Tað er heimsmál nummar tíggju.

Steðga trýstið á náttúruna

Búskaparligi vøksturin setur eisini trýst á tað tilfeingi, sum er í náttúruni. Málið er, at vøksturin skal vera burðardyggur. Hetta merkir eitt nú, at vit skulu gagnnýta tilfeingið betri í samband við nýtslu og framleiðslu. Vit skulu eisini arbeiða fyri at steðga búskaparligum vøkstri, sum kemur av virksemi, ið oyðileggur umhvørvið.  Eitt dømi kundi verið, at ongin skógur skal jarðleggjast fyri skjótum búskaparligum vøkstri, men skal í staðin varðveitast og nýtast ár eftir ár.

Sømiligt arbeiði

Ein annar týdningarmikil partur av hesum málinum er, at vit skulu virða rættindi hjá arbeiðstakarum. Tey fátæku skulu ikki bara fáa eitt arbeiði. Við arbeiðnum skulu vera sømiligar og tryggar umstøður. Vit skulu sum tað fyrsta steðga øllum handli við menniskjum, og í síðsta lagi í 2025 skulu øll sløg av barnaarbeiði verða steðgað.

 

Undranarspurningur

Hevur tú nakrantíð havt eitt vandamikið arbeiði? Hvønn týdning hevur tað, at nakar ansar eftir arbeiðsumhvørvinum, og at børn ikki verða misnýtt til arbeiði, sum vóry tey trælir?

 

Undirmál

cheap exam papers ireland writing services angularjs candy store business plan archaeology personal statement help8.1 Árligi búskaparvøksturin fyri hvønn íbúgvan skal vera í samsvari við tjóðarligar umstøður og, serliga, í minsta lagi 7 prosent í bruttotjóðarvøkstri árliga í teimum minst framkomnu londunum

8.2 Hægri búskaparligt framleidnisstig skal náast við ymisleika, tøkniliga uppstigan og nýhugsan, ikki minst við at leggja seg eftir geirum, sum skapa høg virði og eru arbeiðskrevjandi

8.3 Virkað verður fyri menningarfremjandi politikki, ið stuðlar framleiðsluvirksemi, gevur sømilig arbeiðspláss, stimbrar skapanarevni og nýhugsan og virkar fyri at formalisera og fáa mikro-, smáar og miðalstórar fyritøkur at vaksa, millum annað við at tær tær sleppa fram at fíggjarligum tænastuveitingum

8.4 Stig fyri stig fram til 2030 at bøta um alheims tilfeingiseffektivitet í nýtslu og framleiðslu og stremba eftir at loysa búskaparligan vøkstur frá umhvørvisoyðingum í samsvari við 10 ára Rammusáttmálan um virkisskráir um burðardygga nýtslu og framleiðslu við ídnaðarlondunum á odda

8.5 Fyri 2030 skal vera fult og framleiðandi arbeiði og sømilig størv til allar kvinnur og menn, eisini ung fólk og fólk, ið bera brek, og sama løn skal vera fyri arbeiði, sum hevur sama virði

8.6 Fyri 2020 skal tann ungdómur, sum ikki fær arbeiði, ikki fær útbúgving og ikki sleppur í læru minkast í stórum.

8.7 Munadygg átøk verða sett í verk beinanvegin til tess at beina fyri tvingsilsarbeiði, nútíðar trælahaldi og menniskjahandli og fyri at tryggja bann ímóti og beina fyri ringasta barnaarbeiði, sum eisini fevnir um at útvega barnahermenn og fyri at beina fyri baranaarbeiði í øllum líki fyri 2025.

8.8 Arbeiðstakaranna rættindi skulu verjast, og virkað verður fyri einum tryggum og støðugum arbeiðsumhvørvi fyri allar arbeiðstakarar, eisini gestaarbeiðarar, serliga kvinnuligar gestaarbeiðarar og tey, sum virka undir ótryggum arbeiðskorum

8.9 Fyri 2030 skal politikkur orðast og fremjast í verki, sum skapar burðardygga ferðafólkavinnu, sum skapar arbeiðspláss og virkar fyri at fáa mentan og vørur á staðnum fram.

8.10 Styrkja førleikan hjá innlendis fíggjarstovnum at virka fyri og gera atgongdina til bankar, tryggingar og fíggjartænastur betri

8.a Hjálp knýtt at handli til menningarlondini skal vaksa, serliga til tey minst mentu londini, millum annað ígjøgnum tann Styrkta samskipaða karmin um handilstongda tøknifrøðiliga hjálp til tey minst mentu londini

8.b Fyri 2020 skal ein alheims virkisskrá verða ment og sett í verk fyri at fáa ung í arbeiði, og Alheims arbeiðssáttmálin hjá Altjóða arbeiðsfelagsskapinum (ILO) verður framdur í verki