Skip to main content

acknowledgement believing dissertation parents homework help line albuquerque sample thesis statement for research paper”Uttan frið verður eingin burðardygg menning, og uttan burðardygga menning verður eingin friður”. Soleiðis skriva Sameindu Tjóðir í formælinum til heimsmálini.

Higartil hevur tíverri ikki eydnast ST at skapa heimsfrið og trygd, sum er aðalmálið hjá stovninum. Vápnað stríð eru nógv í tali í dag, samanborið við farnu 20 árini. Tað hoyrir tó til søguna, at í dag eru færri kríggj, og færri fólk doyggja í vápnaðum stríði, enn undir kalda krígnum. Líta vit enn longur aftur í søguna, hevur heimurin mangan verið meira harðrendur enn í dag. So hóast støðan í heiminum er álvarslig, er tað kortini ikki rætt at siga, at heimurin var friðarligari fyrr.

At steðga kríggi hevur stóran týdning. Men friðurin kann ikki standa sum tað einasta. Sekstanda heimsmálið snýr seg eisini um at minka um onnur sløg av harðskapi, eitt nú skipaðum brotsverkum og yvirgangi. Handil við menniskjum skal steðgast og vápnasmugling skal avmarkast sum mest.

Rættvísi

Samstundis er rættvísi eitt lyklahugtak í heimsmálunum. Øll skulu viðfarast rættvíst, og hetta ber í sær at menniskju í øllum londum skulu liva í einum rættarsamfelagi, har ið vit kunnu hava álit á, at politikarar, løgregla og dómarar ikki eru mutrað. Vit skulu hava møguleika at taka lut í øllum avgerðum um okkara samfelag, og á øllum stigum. Tað verður gjørligt at finna veg úr harðskapinum, tá vit eisini síggja ein veruligan møguleika at skapa eina betri framtíð fyri okkum sjálvi og tey, sum eru rundan um okkum.

 

Undranarspurningur

Her er punkrokkbólkurin 200, sum syngur "Eg ákæri".

Hvør er tað, sum verður ákærdur í sanginum?

Skiftið orð í flokkinum um, vit kunnu ákæra onkran, sum vit eru ill við. Er nakar annar í samfelagnum, ið hevur til uppgávu at tryggja, at ákærur verða viðfarnar rætt?

 

Undirmál

16.1 Allur harðskapur og deyði í sambandi við harðskap verður nógv skerdur allastaðni

16.2 Beint verður fyri misnýtslu, eyðræning, mannahandli og øllum harðskapi og barnapínslu

16.3 Rættartrygd verður framd á lands- og altjóða stigi, og øllum verður tryggjað somu atgongd til rættvísa rættargongd

16.4 Fyri 2030 verður ólógligur peninga- og vápnaflutningur skerdur í stórum, nógv meira verður gjørt við at finna aftur og bera aftur stolnar ognarlutir og at berja niður skipað brotsmannalið

16.5 Korrupsjón og mutur í øllum líki skulu verða skerd munandi

16.6 Munadyggir, ábyrgir og gjøgnumskygdir stovnar verða mentir á øllum stigum

16.7 Eftirfarandi, inkluderandi, luttakandi avgerðir við umboðandi pørtum verða tryggjaðar á øllum stigum

16.8 Luttøkan hjá menningarlondum í heimsfevnandi millumríkja stovnum skal verður útbygd og styrkt

16.9 Fyri 2030 fáa øll ein løgligan samleika, eisini føðibræv

16.10 Almenn atgongd til kunning og verju av grundleggjandi frælsirættindum í samsvari við altjóða lógir og altjóða sáttmálar verður tryggjað

16.a Viðkomandi landsstovnar skulu styrkjast millum annað við altjóða samstarvi fyri at fáa til vega førleika á øllum stigum, serstakliga í menningarlondum til tess at forða fyri harðskapi og at berja niður yvirgang og brotsverk

16.b Virkað verður fyri ikki-mismunarlógum og politikki sum stuðlar burðardyggari menning