Skip to main content

Nøkur lond eru munandi ríkari enn onnur. Eisini eru nøkur heilt fá fólk í heiminum, sum eru ógvuliga rík. Samstundis eru nógv fólk í heiminum, ið eru ógvuliga fátøk. Nógv kjak og nógvar meiningar eru um fíggjarligan ójavna í heiminum.

Tí var tað hugvekjandi, tá OECD, sum er altjóða stovnurin fyri búskaparligum samstarvi og menning, saman við IMF, ið er altjóða gjaldoyragrunnurin, lótu úr hondum frágreiðingina »In it together«. Frágreiðingin staðfestir greitt, at minni ójavni fer at gagna fátøkum eins væl sum ríkum. Frágreiðingin staðfestir eisini, at valið stendur ikki millum búskaparligan vøkstur ella eitt stríð móti ójavna. Vit kunnu velja bæði, og tey stuðla undir hvørt annað. Ójavni tálmar búskaparligum vøkstri, tí at fólk í fátækradømi megna ikki altíð at gagnnýta teirra evni til fulnar. Tá evnini hjá fólki ikki verða gagnnýtt, styðja tey heldur ikki upp undir búskapin. Tí er støðugt vaksandi ójavnin í heiminum ikki bara ein filosofiskur spurningur um rættvísi og hvat ynskiligt er. Tað er eisini ein spurningur um, hvat loysir seg best búskaparliga.

Tíggjunda heimsmálið miðar bæði eftir minni ójavna millum rík og fátøk lond sum heild, og millum fólk innanhýsis í hvørjum landi sær. Heilt ítøkiliga skal miðast eftir, at inntøkan hjá teimum fátækastu 40% av fólkinum skal vaksa skjótari enn miðalinntøkan í landinum.

Bíligari at senda pening heim

Eitt av undirmálunum fyri tíggjunda heimsmálið er at lækka kostnaðin hjá gestaarbeiðarum at senda pening til heimlandið. Bróðurparturin av peningastreyminum frá ríka til fátæka partin av heiminum er ikki longur menningarstuðul. Tað er peningur, sum gestaarbeiðarar vinna sær í øðrum londum og senda heim til familjuna. Síðani 2008 er kostnaðurin at flyta pening millum lond lækkaður nakað, og londini eru vorðin samd um, at ómaksgjøldini at senda pening heim skulu í mesta lagi vera 3%.

 

Undranarspurningur

Leita á netinum eftir nýggjum søgum um ríkastu fólk í verðini. Hvørji eru tey? Gerast tey færri, sum eru ovurrík? Ella verður ríkidømið í heiminum býtt út á fleiri fólk, sum tíðin gongur? Kennir tú dømi um rík fólk, og hvussu tey hava vunnið pening?

Les henda tíðindastubba, sum er frá Kringvarpinum

Hvør er keldan? Hvat er eyðennið fyri ríkastu fólk, sum her verða nevnd? Hoyra vit eins ofta um fátæk fólk í miðlunum?

 

Undirmál

10.1 Fyri 2030 skal ein inntøkuvøkstur fyri tey lægstu 40 prosentini av heimins íbúgvum verður náddur og hildin, sum er hægri landsmiðaltalið

10.2 Fyri 2030 skal sosial, búskaparlig og politisk inklusjón styrkjast og fremjast, sama hvør aldur, kyn, brek, rasa, etnisitetur, uppruni, átrúnaður, fíggjarlig støða ella onnur støða er

10.3 Somu møguleikar verða tryggjaðir, og ójavnar í úrtøku verða skerdir millum annað við at strika lógir, politikk og siðir, ið elva mismun, og virkað verður fyri gagnligari lóggávu, politikki og fyriskipanum at ganga hesum á møti.

10.4 Politikkur, serliga búskapar-, lønar- og sosialpolitikkur verður settur í verk, sum so við og við fer at virka fyri størri javnstøðu

10.5 Stýringar og eftirlit við fíggjarmarknaðum og stovnum um allan knøttin skal gerast betri, og meira skal gerast fyri at seta hesar reglugerðir í verk

10.6 Menningarlondini skulu fáa tryggjaða nógv betri umboðan og rødd, har avgerðir verða tiknar í altjóða búskapar- og fíggjarstovnum fyri at fáa effektivari, meira álítandi, ábyrgar og løgfestar stovnar

10.7 At lætta um skipaða, trygga, regluliga og ábyrgdarfulla fólkaflyting og flytføri hjá fólki, millum annað við at seta í verk ætlaðan og vælskipaðan migrasjónspolitikk

10.a Aðalreglurnar um serligt og ymisligt atlit at menningarlondum verða settar í verk, serstakliga tey minst mentu londini, í samsvari við sáttmálar hjá Heimshandilsfelagsskapinum WTO

10.b Eggjað verður til at geva almenna menningarhjálp og fíggjarliga at stuðla, eisini at gera beinleiðis íløgur, til lond, har tørvurin er størstur, og serstakliga til tey minst mentu londini, tey afrikonsku londini, menningarlond, sum ikki sleppa at sjógvi, og smá oyggjalond í menning. Veitingar og íløgur skulu verða gjørdar í samsvari við landsætlanir og arbeiðsskráir í menningarlondunum.

10.c Fyri 2030 skal kostnaður í sambandi við peningaflytingar frá flóttafólki minka til undir 3 prosent, og beint verður fyri peningaflutningsleiðum sum krevja meira enn 5 prosent