Skip to main content

Trani

Trani (lat. Grus grus L; da. Trane) líkist hegrawhat to write my argumentative essay on dissertation on autobiography how to write on black paper í vakstrarlag, men er nógv størri. Hann er mest gráur við svørtum barka og reyðum, berum skalla. Hann eigur um mesta partin av Europa og Vesturasia. Í Føroyum er hann bara sæddur einar tríggjar ferðir.

Trani er av allarklókastu fuglum. Stundum koma nógvir saman og stuttleika sær við at leika og dansa. Tá hava teir altíð ein standandi burturfrá, til at skimast eftir, um nakar vandi er á veg. Tí trani er sera varin fuglur og reiðrast helst har, sum fólk minst kemur. Men tamdur trani verður sera alskin við húsfólkið og eltir ofta eigarmannin sum hundur. Summstaðni hava teir trana til at sita hjá neytum, og teir siga, at tað dugir hann líka væl sum klókastu hundar.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

Vaðfugladeildin

Vaðfuglarnir hava langar og klænar føtur og eru berir langt niðan um fótliðin. Baktáin er lítil, á summum eingin. Flestallir duga at svimja, tó at teir gera næstan einki av tí. Summir hava eisini eitt eiti av fitjum. Allir eru teir flytifuglar.