Skip to main content

Skrápur

Skrápur (lat. Puffinus puffinus (Brünn); da. Skrofe) er dimmur, næstan svartur omaná, í neðra hvítur. Støddin er nakað sum á lunda. Áður var hann ikki sjaldsamur í Føroyum, men rottan hevur týnt so um hann, at nú er lítið eftir; eina frægast man vera í Koltri og Trøllhøvda. Teir eiga altíð fleiri nær hvørjum øðrum, stundum í urðum, men mest í vallbergi, har teir grava sær djúpar holur. Inni í har verpa teir eitt hvítt egg og verma tað í 4 vikur. Pisan er berlig um høvur og háls, men annars væl klædd í síðum gráum dúni.   Hon er nevnd líri. Tá ið lírin er fullfjaðraður, er hann meinlíkur hinum gamla skrápinum.

Beint fyri tað fara menn at draga líra. Holurnar kunna vera favn langar, og innan greina tær seg sundur í fleiri stytri holur, so lírin fær nógvar avkrókar at smúgva sær í, og maðurin má stundum grava fleiri byrgingar á, áðrenn hann finnur hann. Lírin er óføra feitur og hildin fyri at vera rættiligt góðgæti.

Um summarið síggjast stórar skrápatorvur á sjónum. Tá skrápurin kavar, stendur eitt sprutt upp frá honum, ikki ólíkt grindablástri at síggja nakað burturfrá, og tað hava mong grindaboð verið rópt av skrápatorvu.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

 

Fitjufuglar

Soleiðis eru teir kallaðir, tí teir hava fitjur, tað er húð, sum er millum tærnar og ger fótin góðan at svimja við. Og øllum fitjufuglum dámar væl á blotanum; summir halda seg helst á vøtnum og í áum, men teir flestu liva sína mestu tíð á sjónum. Fjøðurin er tøtt, og teir smyrja hana við feitum, so vatn rínur ikki við hana. — Til er eitt ótal av sløgum, og til at lætta yvirlitið á teimum verða tey her sett sundur í bólkar og ættir.