Skip to main content

Sangsvanur (Svanur)

Sangsvanur (lat. Cygnus cygnus L; da. Sangsvane), oftast nevndur bara svanur, er sera prýðiligur fuglur, hvítur við gulum nevi og svørtum fótum. Gongulagið er stólput og tungført, men hann livir eisini mest á floti, stundum úti á sjógv, men allarmest á vøtnum, har hann søkir sær urtir upp frá botni. Hann flýgur skjótt, men, stravið er at sleppa á flog, og ikki setur hann seg uttan har, sum vatn er undir. — Hann eigur á Íslandi og øðrum kuldalondum. Í gomlum føroyskum kvæði er hann nevndur okn, og summir halda at Oknadalur í Vágum hevur navnið av tí, at svanir hava átt har, men tað er lítið trúligt, at teir kunna hava búð her suðuri. Í seinnu árunum hava menn fleiri ferðir havt sangsvanir á vøtnum og tjørnum, og roynt at fingið teir at yngla; teir verða spakir fyri fólki og halda seg í sama stað alt árið, men ikki hava teir vorpið.

Um várið síggja vit nú og tá svanir á veg til Íslands. Har gera teir sær reiður av sevi og mosa, digst við vøtnini, ella helst á hólmum í vatninum. Ár eftir ár koma teir til sama reiðrið og væla um tað, so til endan verður tað ein stór túgva. Teir eru so ráðaríkir og harðsintir, at sjaldan fær meir enn eitt par verið við hvørt vatnið, og heldur ikki er greitt hjá øðrum fuglum at vera teimum í nánd. Men makarnir halda væl saman og eru sera umhugsnir fyri ungunum, lata teir ikki úr eygsjón fyrr enn aftur móti vári.

Meðan bøgan vermir, situr steggin uttanum og syngur. Og svanasongur er tiltikin; helst á stillum stjørnuglógvandi góðveðurskvøldum sigst tað at vera hugtakandi at lurta eftir songi hansara. — Um heystið síggja vit teir aftur á suðurferð, ofta eini hjún við ungum sínum, sum tá eru bleikmorlittir. Tá kunna teir stundum steðga nakrar dagar á vøtnum og firðum.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

Tað hevur ikki verið vanligt at svanur eigur í Føroyum, men í 2008 kom eitt svanapar á vatninum á Eiði út við tveimum ungum, og í 2009 fingu tey 7 ungar síðst í mai mánaði.

 

Fitjufuglar

homework help for kindergarten custom0essays.com inherit the wind essaySoleiðis eru teir kallaðir, tí teir hava fitjur, tað er húð, sum er millum tærnar og ger fótin góðan at svimja við. Og øllum fitjufuglum dámar væl á blotanum; summir halda seg helst á vøtnum og í áum, men teir flestu liva sína mestu tíð á sjónum. Fjøðurin er tøtt, og teir smyrja hana við feitum, so vatn rínur ikki við hana. — Til er eitt ótal av sløgum, og til at lætta yvirlitið á teimum verða tey her sett sundur í bólkar og ættir.

Gásasløgini, svanasløgini og antarsløgini hava yvirhøvur flatt nev við rípum innaní og verða tí sett saman í en bólk, sum vit kunna nevna rípunevini. Tey sutla javnt og samt niðri á botni, og smákykt heftist tá eftir millum rípurnar, meðan evjan skolast burtur.