Skip to main content

Likka

Likka (lat. Larus fuscus L; da. Sildemåge) er nógv minni enn bakur, ljósari á kápuni og hevur gul bein. Hon kemur higar fyrra partin í apríl, og seinasta partin í mai fer hon at reiðrast. Best dámar henni á turrum, nøkurlunda sløttum haga; ofta eiga har heilir flokkar, men ikki gera tær sær reiðrini nær við hjá hvørjum øðrum. Seinast í mai og fyrst í juni verpur hon 3 egg. Eftir 27 døgum koma ungarnir út bleikt morgráir á liti. Bæði tí at føði teirra — eftir spýggjuni at ætla — er mest grasormur, og tí at likka taðar víða um, har hon eigur ella heldur seg til, ger hon sjónligt gagn í haganum — eyrskruv kann verða til grønan vøll, tá hon hevur reiðrast har eitt tíðarskeið. Men nú í seinnu tíðini er hon so nógv nørd, at henni treingist um føði, og tí ger hon seg inn á onnur fuglareiður.

"Eina ferð sat eg við eitt likkureiður og tók eggini upp í hondina til at føla, um ungarnir skjótt fóru at koma út; tá fleyg eitt tjaldur tvær ferðir niður yvir meg og sló meg á høvdið við veinginum. Hetta man vera orsøkin til, at likkur lata tjøldur, sum eiga nær hjá teimum, fáa frið, men ræna tjaldursreiður, sum eru langan veg burtur."

Har sum útróðrarbátar koma at landi, og har sum fiskur verður turkaður, flykkist hon nógv uppiyvir. Stundum leitar hon at húsum at fáa sær okkurt etandi, og ikki man tað vera sørt, at hon nú og tá nápar sær ein høsnarunga. Summir siga, at hon eisini drepur ússalig smálomb; og nú meinar mangur maður, at tað átti at verið minkað um hana.

Mót vetri rýmir hon suðureftir; likkur, merktar í Føroyum, eru skotnar við Frankaríkis og Portugals strendur.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

 

Másasløgini

Másasløgini eru um flestu vegir lík teimum klófuglum, ið hagafuglar eru, og kunna við røttum verða nevndir hagafuglar; um eini tvey av teimum verpa í bjørgunum, so síggjast tey stundum í stórum flokki sita í haganum. Í mongum eru tey hvørjum øðrum lík. Øll hava tey sama vakra vakstrarlagið og langar veingir; tá ið tey sita, røkka teir aftur um velið. Øll hava tey eitt lætt og vakurt flog — kunna sveima langan veg, uttan at veingirnir síggjast rørast. Tó at gongulagið er gott, gera tey lítið av at ganga — halda seg mest í luftini ella á sjónum. Tey kunna svimja skjótt, og eru so lættfloytt, at tað ber lítið ella einki til at kava. So føða tey seg av fongi, sum tey taka oman á ella nær undir vatnskorpuni — aftur at tí, sum tey vinna sær uppi á landi. Eggini eru 2 ella 3, grøn ella brún ella harímillum, við nógvum dimmum blettum.

Øll sløgini, ið higar koma, eru grá ella blálig á bakinum. Summi eru stórir fuglar, summi miðalstórir. Tey stóru sløgini hava øll gult nev við einum stórum reyðum bletti hvørjumegin á undirnevinum og króki á yvirnevinum. Annars eru tey á sumri hvít allar staðir, á vetri gráflekkut um høvur og háls. Ungfuglur teirra, nevndir skurar, eru grásprøklutir ella morsprøklutir og hava grátt nev.

Fitjufuglar

generic college essay admission essay editing service discount code editing services for dissertation queen victoria homework helpSoleiðis eru teir kallaðir, tí teir hava fitjur, tað er húð, sum er millum tærnar og ger fótin góðan at svimja við. Og øllum fitjufuglum dámar væl á blotanum; summir halda seg helst á vøtnum og í áum, men teir flestu liva sína mestu tíð á sjónum. Fjøðurin er tøtt, og teir smyrja hana við feitum, so vatn rínur ikki við hana. — Til er eitt ótal av sløgum, og til at lætta yvirlitið á teimum verða tey her sett sundur í bólkar og ættir.

Gásasløgini, svanasløgini og antarsløgini hava yvirhøvur flatt nev við rípum innaní og verða tí sett saman í en bólk, sum vit kunna nevna rípunevini. Tey sutla javnt og samt niðri á botni, og smákykt heftist tá eftir millum rípurnar, meðan evjan skolast burtur.