Skip to main content

Hjaltakráka

Hjaltakráka (lat. Corvus frugilegus L; da. Råge) er heldur minni enn hin krákancover letter for admissions coordinator position essay on a rose for emily what is the best essay services dissertation abstract international og klænri upp á seg. Veingirnir eru langir, og hon er eisini sera lættfloygd. Burturfrá vísir hon seg svørt, men fært tú hana í hondina, so sært tú, at hon er av vakrastu fuglum, skyggir í glitrandi violettum, bláum og grønum málmglitri. Aftur frá nevinum eru tær gomlu berar; lærdir menn siga, at fjaðrarnar eru maaoar av, sum tær bora í jørðini; men mangur fuglur borar líka nógv sum tær, og verður tó ikki fjaðraleysur. Tær halda seg í stórum flokkum og reiðrast í hópatali tætt upp at hvørji aðrari. Tó at tær eta korn, eru tær mangastaðni væl líddar av fólki, tí tær eru óføra raskar at avoyða mýs og ormar og annað skaðakykt.

Inntil eini fimti ár herfyri, sóust tær at siga hvønn vetur í Føroyum. Helst í hørðum vetrum komu tær í stórum flokkum — úr Hetlandi var sagt. (Hjaltland er gamalt navn á Hetlandi; kann vera, tær áttu har tá, nú eiga tær ikki nærri enn í Orknoyggjum). Í kava vóru flokkar við einum 50 ella meir, ofta uttan um sodnhúsini, borandi í dumburúgvuni eftir lættikorni. So varnar vóru tær, at tað var sjaldan at fáa skot á tær. — Nú eru tær sjaldsamar, tað ganga nógv ár, at eingin sæst, og í flokki koma tær aldri longur.1)

1) Sigmund Jakobsen sigur at tær síggjast á hvørjum ári í Nólsoy, og eru har nevndar felliskráka.
 
Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951