Skip to main content

Hiplingur

Hiplingur (lat. Phalacrocorax carbo L; da. Skarv, Ålekrage) er av størstu fuglum okkara, nakað sum havgás á stødd. Vakstrarlagið er sum á skarvi. Liturin er blásvartur, undir øsinum hvítur; á lærinum hevur hann um várið og fyrra partin av sumri ein stóran hvítan blett, og langar hvítar fjaðrar aftur úr nakkanum og hálsinum.

Hann livir í meingi víða um í Europa og Asia, og heldur seg bæði á sjógvi og í áum langt inni í landinum. Her hjá okkum hevur hann mest átt á rókum og pallum í meitilbergi. Eggjatalið og klekingartíðin er sama sum hjá skarvi. Ungfuglurin er hvítur ella morligur um búk og bringu, brúnsvartur omaná; men bletturin við lærið sæst næstan ikki.

Morgun og kvøld ferðast hann fram við landi og kavar eftir fiski. Um dagin sita teir, ofta fleiri saman, við velinum niður á sjóvarklettin og bleiktra við veingjunum. Kemur tá bátur framvið, stoyta teir sær í kav, og so skjótt svimja teir undir vatni, at stravið er hjá báti at fáa teir aftur.
 
Áður var hiplingurin nógvur um Føroyar. Nú er næstan eiðasørt eftir av byggingarfugli, og fryktandi er fyri, at hann fer at doyggja heilt út. Spell er at verða av við henda prýðiliga fugl.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

 

Fitjufuglar

business continuity management plan examples us history essaySoleiðis eru teir kallaðir, tí teir hava fitjur, tað er húð, sum er millum tærnar og ger fótin góðan at svimja við. Og øllum fitjufuglum dámar væl á blotanum; summir halda seg helst á vøtnum og í áum, men teir flestu liva sína mestu tíð á sjónum. Fjøðurin er tøtt, og teir smyrja hana við feitum, so vatn rínur ikki við hana. — Til er eitt ótal av sløgum, og til at lætta yvirlitið á teimum verða tey her sett sundur í bólkar og ættir.

Flestallir fitjufuglar hava tvær fitjur á hvørjum fóti, men nakrir fáir hava tríggjar og eru tí nevndir »teir trífitjaðu«. Í Føroyum eru einans trý sløg av teimum: skarvur og hiplingur og súla.