Skip to main content

Helsigás

Helsigásin (lat. Branta bernicla L; da. Knortegås) er til støddar nakað sum æða. Um høvur og háls er hon svørt; báðumegin á hálsinum er ein hvít tvørstrika — »helsið«, sum hon hevur navnið av. Omaná er hon dimmgrá; í neðra eru tær, sum higar koma, bleikar, mest hvítar. Nev og bein eru svørt. Hon eigur einans í kaldastu londum, sum Norðurgrønlandi, Svalbarði og norðuroddum av Sibiria. Higar koma tær stundum um heystið. Tær halda seg tá mest á sjónum; men stundum koma tær á land, og kunna tá leggjast upp í heimagæs ella dunnur og gerast so spakar, at tær eta korn, sum blakað verður teimum. Men verður skot loyst nær hjá, so rýma tær og síggjast ikki aftur. — Tamd helsigás verður sera fólkaalskin.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

 

Fitjufuglar

daft punk homework vinyl aviation research paper topicsSoleiðis eru teir kallaðir, tí teir hava fitjur, tað er húð, sum er millum tærnar og ger fótin góðan at svimja við. Og øllum fitjufuglum dámar væl á blotanum; summir halda seg helst á vøtnum og í áum, men teir flestu liva sína mestu tíð á sjónum. Fjøðurin er tøtt, og teir smyrja hana við feitum, so vatn rínur ikki við hana. — Til er eitt ótal av sløgum, og til at lætta yvirlitið á teimum verða tey her sett sundur í bólkar og ættir.

Gásasløgini, svanasløgini og antarsløgini hava yvirhøvur flatt nev við rípum innaní og verða tí sett saman í en bólk, sum vit kunna nevna rípunevini. Tey sutla javnt og samt niðri á botni, og smákykt heftist tá eftir millum rípurnar, meðan evjan skolast burtur.