Skip to main content

Helsareyði

Helsareyði (lat. Phalaropus lobatus L; da. Odinshane) er ein fittur lítil fuglur — til støddar sum sandgrælingur. Og vakur er hann við: gráur uppi á høvdinum, reyðbrúnur um tað mesta á hálsinum, men vakurt blágráur oman móti kroppinum, dimmgráur við stórum gulbrúnum strikum á bakinum, hvítur í neðra. Helst bøgan er sera føgur og fríðlitað, steggin er nógv kámari. — Á táunum hevur hann breið bløð, so hann kann sigast at vera hálvur fitjufuglur. Og hann livir sum heilur fitjufuglur, er ikki á landi uttan í eggja- og ungatíðini. Hann svimur frálíka skjótt og verjir seg væl í ódnarveðri. Men ikki kavar hann. Og so lættfloyttur er hann, at tað tykist, sum hann bara nertur við vatnskorpuna. Á sjónum tekur hann smákykt í vatnskorpuni, á landinum flugur í flognum.

Í Føroyum eigur hann ikki so sjaldan. Reiðrið hevur hann í síðum bøkkum í vátligum graslendi, helst nær við vøtn ella tjarnir. Eggini eru 4. Steggin er tann, ið vermir og røkir ungarnar — bøgan rýmir, tá ið hon er liðug at verpa. Ungarnir fara at svimja, longu tá ið teir eru eitt samdøgur gamlir. Floygdir ungar eru svartir á bakinum við morgulum strikum; so littur er eisini hin gamli um veturin. Vár og heyst sæst hann stundum í f jøruni, men mest á sjónum. Um heystið eru stundum heilir flokkar á sjónum vestan fyri Mykineshólm — har nevndir polladunna. Tað er fuglur, sum kemur úr Íslandi og Grønlandi; har eiga teir í meingi.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

 

Vaðfugladeildin

Vaðfuglarnir hava langar og klænar føtur og eru berir langt niðan um fótliðin. Baktáin er lítil, á summum eingin. Flestallir duga at svimja, tó at teir gera næstan einki av tí. Summir hava eisini eitt eiti av fitjum. Allir eru teir flytifuglar.