Skip to main content

Fiskiørn

Fiskaørnin (lat. Pandion haliaetus L; da. Flodørn, Fiskeørn) er nógv minni enn havørn og landørnpower buy homework expo research paper guide. Omaná er hon dimmbrún, í neðra hvít; føturnir eru gráir. Hon sæst um allan heim, heldur seg mest við vøtn og stórar áir, men eisini úti við sjógv. Hon livir av fiski. Seigliga flýgur hon, einar 10 favnar yvir vatninum, steðgar nú og tá at skimast. Fuglum ger hon aldri nakað, og teir liggja líka tryggir, um teir síggja hana uppi yvir sær. So fær hon eyga á ein fisk, og í stundini stoytir hon sær niður, ofta so hart, at hon fer heilt undir kav, men vatn rínur ikki við hana. Skjótt kemur hon upp aftur, aloftast við fiski í klónum. Ofta baksar hon leingi, áðrenn hon sleppur á flog; ja, tað hendir, af fiskurin vinnur og dregur hana undir kav, so hon kódnar — klørnar krøkir hon so fast í, at hon fær tær ikki úr í bræði, og mangar ferðir hava menn veitt fisk við ørnaklóm í rygginum. — Í Føroyum sæst hon sjaldan; minst tvær ferðir er hon tó skotin.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.