Skip to main content

Síða 1 /37


Ein stutt gjøgnumgongd av tilburðunum, sum leiddu fram til fólkaatkvøðuna um loysing 14. september 1946

 

Mogens Dam  teknaði og stjórnaði danska skemtiblaðnum Svikmøllen. Í 1946 var yvirskriftin „Fare, fare Færing”. Undir tekningini skrivaði Mogens Dam: „Hvis du ikke slipper mig, din danske Satan, skærer jeg Tovet over!” 

- Soleiðis metti hann støðuna eftir føroysku fólkaatkvøðuna 14. september í 1946, sigur núverandi blaðstjóri, Paul Schøitt, nú 70 ár eru liðin síðan tekningina. - Í tekstinum sæst, hvussu fólk í Danmark, og Knud Kristensen við, fataðu føroysku støðuna tá. Báðir partar samdust tó um heimastýrislógina í 1948, sigur blaðstjórin.

Tekningin er brúkt við loyvi frá Svikmøllen.