Skip to main content

Grímur Kamban

Grímur Kamban var sambært Føroyingasøgu fyrstur at seta búgv í Føroyum. Einki verður nevnt um, hvør hann var, ella hví hann setti búgv í oyggjunum ella nær. Ættin er tó greind í Hauksbók (Debes 1990:92). Granskarar meta, at búsetingin kann tíðarfestast áleið ár 825 í samsvari við upplýsingar frá írska munkinum Dicuil (Rafn 1832: XXXI).