Page 73 - vinur minir end 2 red

This is a SEO version of vinur minir end 2 red. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Hvussu ljóðar tað,
tá hanin gelur?
Jesus varð tikin, og Pætur setti seg bangin við
bálið. “Eisini tú vart við Jesusi úr Galilea!” segði
ein arbeiðskona við Pætur. Men Pætur segði: “Eg
skilji ikki, hvat tú sigur!” Tá sá ein genta hann og
segði við tey, sum vóru har: “Hesin var við Jesusi
úr Nasaret!” Aftur noktaði Pætur: “Eg kenni ikki
handan mannin!” Eina løtu eftir komu teir, sum
stóðu har, yvir og søgdu við Pætur: “So sanniliga
ert tú eisini ein av teimum! Tá fór hann at banna
og svørja: “Eg kenni ikki handan mannin!” Tá
hoyrdi Pætur hanan gala og mintist tað, sum Jesus
hevði sagt: “Áðrenn hanin gelur, skalt tú tríggjar
ferðir avnokta meg.” Pætur fór grátandi út.
71