Page 65 - vinur minir end 2 red

This is a SEO version of vinur minir end 2 red. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Far tær ein túr, skoða Hans verk,
- gyltur himin yvir grønu fjallalíð.
Blóma og urt, sólin so sterk
fyll eyga títt, alt skapti Hann til tín.
Tess meira eg síggi, meir eg undrist yvir verkið ríkt,
hav og himin akta minsta boðið Títt.
Jú meira eg hoyri, meir eg takki fyri lívið mítt,
- fyri fuglasang og áartutlið blítt.
Hann er jú við, hvar ið tú fer,
trúfastur Hann fylgir tær á tíni leið.
Hann lættir jú um ta byrði, tú ber,
- Hann skapti jú teg, tú veitst Hann svíkur ei.
Tess meira eg síggi, meir eg undrist yvir verkið ríkt,
hav og himin akta minsta boðið Títt.
Jú meira eg hoyri, meir eg takki fyri lívið mítt,
- fyri fuglasang og áartutlið blítt.
63