Page 57 - vinur minir end 2 red

This is a SEO version of vinur minir end 2 red. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Gott, at onkur
ansar eftir mær!
Minst til at biðja faðirvár,
minst til at signa teg;
tá sendir Harrin eingil sín
at hjálpa tær á veg.
Og Harrans góðska fylgir tær,
ið hvar tín fótur fer,
og eingilin við tína lið
tær altíð góður er.
Á songarstokki situr hann
og signar svøvnin tín;
hann gevur tær ein ljósan dreym
og leiku fríð og fín.
Og grætur tú, hann kínir tær
og turkar tíni tár -
tí skalt tú altíð signa teg
og biðja faðirvár.
55