Page 45 - vinur minir end 2 red

This is a SEO version of vinur minir end 2 red. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Jóhannes 3,16
Jóhannes 3,16
Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín,
hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á
hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív.
Fleiri dámdu ikki Jesus, tí tey hildu, at hann
spottaði Gud. Tey vóru samd um at døma
Jesus til deyða. Jesus varð kross­festur. Tá
ið Jesus hevði hingið á krossinum í nakrar
tímar, doyði hann. Tá Jesus doyði, gjørdist
myrkt, og jørðin skalv. Jesus varð tikin
niður av krossinum og lagdur í eina tóma
grøv. Tíðliga morgunin eftir fóru nakrar
kvinnur inn í grøvina. Har sat ein eingil.
Kvinnurnar vórðu bangnar. Eingilin segði:
“Verið ikki bangnar. Eg veit, at tit leita eftir
Jesusi. Hann er ikki her. Hann er risin upp
og er farin út úr grøvini. Tær skundaði sær
at siga lærusveinunum hetta. Á vegnum
møttu tær Jesusi. ­Hann segði: “Heilar og
sælar!” Nú vóru tær glaðar.
Nær minnast vit
hesa hendingina?
43