Page 37 - vinur minir end 2 red

This is a SEO version of vinur minir end 2 red. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Jesaja 41,10
Óttast ikki, tí at eg eri við tær, lat ikki hugin bila
tær, tí at eg eri Guð tín, eg styrki teg við høgru hond
rætt­lætis míns, eg hjálpi tær og styði teg.
Lærusveinarnir sótu allir í bátinum. Tá ið teir
vóru komnir út á vatnið, brast ódnarveður á.
Lærusveinarnir vóru bangnir. “Hjálp okkum!”
róptu teir. Knappliga kom okkurt gangandi til
teirra á vatninum. Teir gjørdust enn bangnari og
róptu: “Hjálp, hatta er eitt spøkilsi!” “Óttist ikki
- tað eri eg!” Segði Jesus. Pætur vildi koma til Je­
sus. Jesus segði við Pætur: “Kom!” Tá gekk Pætur
á vatninum, men so tók hann at søkka og rópti:
“Jesus, bjarga mær!” Tá rætti Jesus út hondina og
tók í hann.
Jesus gongur á vatninum
35