Page 18 - vinur minir end 2 red

This is a SEO version of vinur minir end 2 red. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Grønmetisátarasangurin
Hann, sum etur feskafeitt
og stórar kotelettir,
hann er eitt býtt og dovið eitt,
og darlar altíð eftir.
Men –
Hann, sum etur gularøtur,
rugmjølsdrýl og piparnøtir,
hagaber og krákuber
og hvíttkál og persillu.
Hann fær so passaligt í búkin,
strálar sum ein sól um grúkin,
lættur uppá sporið,
at tú vildi tað forsvorið.
Teir, sum slúka alt í senn, –
og eta sínar vinir,
teir fáa allir ringar tenn, –
og verða altíð linir.
Men –
Hann, sum etur gularøtur,
rugmjølsdrýl og piparnøtir,
hagaber og krákuber
og hvíttkál og persillu.
Hann er ókey, fær øll at grína,
aldri vil hann vinir pína,
og fær góðar tenn at skína,
sum hjá krokodillu.
Matur og mentan
16