Page 8 - Nám - skeiðsfaldari 2012-2013

This is a SEO version of Nám - skeiðsfaldari 2012-2013. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
26
TÍÐIN MILLUM KRÍGGINI
Tey syndugu 20-árini …
“Nobody knows the trouble I’ve seen,
nobody knows, but Jesus … ”
Hesin sangurin hevði kunnað umrøtt tey ymisku umførini í krígnum.
Men í fyrstuni sungu teir amerikonsku trælirnar hann.
Har, millum teir svørtu trælirnar, varð
jazzurin
føddur, sum seinni
breiddi seg norðureftir til teir stóru býirnar í USA.
Tá fyrri heimsbardagi var av í Evropa, var tað ein stórur lætti. Tey
ungu vildu sleppa at liva lívið. Jazzurin var nakað nýtt, og í teimum
”syndigu 20-árunum” broyttist hann til dansitónleik hjá tí hvíta, unga
ættarliðinum og breiddist út til alt feiri á grammofonplátum.
Jazzurin var í fyrstuni illa dámdur bæði í USA og Evropa. Slíkur
”nekaratónleikur” varð hildin at vera vandamikil fyri ungdómin og
varð tengdur at drykkjuskapi og skøkjulevnaði.
Nú verður jazzurin mettur at vera eitt tað størsta íkastið hjá USA til
vesturlendsku mentanina.
Við skríggjandi litummótmælir
Otto Dix tí sosialu órættvísini
og herbúgvingini í Týsklandi
millum báðar heimsbardagarnar.
Yvirstættin heldur veitslu, meðan
krígskryplar og arbeiðsleys toga
seg fram í neyð, skøkjuvirksemi og
brotsverki. Ber saman við myndina
av krígskryplunum á s. 11.
Týskarar marsjera aftur. Ógvuliga
stórar hersýningar av hesum slagi
vórðu vanligar, eftir at Hitler og
hansara nasistar komu til valdið
í 1933. Hetta var ein háttur at
fyrireika fólkið til eitt nýtt kríggj.
Hitler kravdi hevnd fyri tapini undir
fyrra heimsbardaga. Nógvir týskarar
kendu tað á sama hátt og heilsaðu
hergongunum við gleðirópum.