Page 6 - Nám - skeiðsfaldari 2012-2013

This is a SEO version of Nám - skeiðsfaldari 2012-2013. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
10
FYRRI HEIMSBARDAGI
Í
1914 hevði friður verið í Evropa í feiri enn 40 ár. Framtíðin sá ljós
út, sjálvt um stórveldini í Evropa gjørdu seg út til kríggj. Og tann
28. juni brast fyrri heimsbardagi á.
Frøin var stór í 1918, tá ið Týskland gav seg yvir, eftir at USA var
komið upp í kríggið. ”Aldri aftur kríggj,” søgdu tey. Men fræið til
næsta kríggj var longu sáað. Týskland var noytt til ein niðrandi frið
og skuldi gjalda eitt øgiligt krígsendurgjald. Tað førdi til búskaparligar
trupulleikar og gjørdi teir frammanundan vónbrotnu týskararnar
arbeiðsleysar, fátækar og hevndarhugaðar.
Í USA gekk ídnaðurin í hægsta gervi. Fólkið setti pening sín í
partabrøv. Ríkidømið og framtíðarvónin vuksu, til alt fór á heysin á
heysti 1929. Meðan USA við fólkaræðisligari hjálp fekk bilbugt við
teimum búskaparligu trupulleikunum, royndu feiri lond í Evropa at
loysa trupulleikarnar við at sleppa fólkaræðinum. Mussolini, Stalin,
Hitler og Franco tóku valdið við makt og snildum, Mussolini í Italia,
Stalin í Russlandi, Hitler í Týsklandi og Franco í Spania.
Fyrri heimsbardagi kyknaði á Balkan
Tá ið turkar í 1908 tóku seg aftur úr Bosnia, vildi fólkið, mest serbar,
sameinast við Serbia. Tí vóru tey vónbrotin, tá stórveldið Eysturríki-
Ungarn legði Bosnia undir seg.
Bosnisku serbarnir vónaðu, at Russland fór at fría teir. Men Russland
var ivasamt. Tað kundi føra til stórkríggj. Men kríggið kom kortini.
28. juni 1914 vitjaði ríkisarvingin í Eysturríki-Ungarn, Franz
Ferdinand, í Sarajevo, høvuðsstaðnum í Bosnia. Krúnprinsurin og
kona hansara koyrdu hátíðarliga gjøgnum býin í opnum bili, tá ið ein
bumba brast tætt við tey. Eingin varð skaddur, og ferðin helt fram. Men
tá ið bilurin steðgaði, trein ein maður fram og drap krúnprinsin við
nøkrum revolvaraskotum.
Skotini, sum íbirtu fyrra heimsbardaga, skeyt ein ungur studentur,
sum hoyrdi til ein loyniligan felagsskap, ”Svørtu hondina”, sum vildi
fría Bosnia frá Eysturríki-Ungarn.
Hálvblindar, brekaðar og bruna-
skaddar “hetjur” frá fyrra heims-
bardaga. Týski listamaðurin Otto Dix
nevnir málning sín “Krígskryplarnir
spæla kort” (1920), og hann hevur
eini greið boð: Aldri aftur kríggj!
Otto Dix varð seinni settur í fongsul,
og list hansara varð bannað, tá ið
Hitler og nasistarnir komu til valdið í
Týsklandi í 1930-árunum.