Page 4 - Nám - skeiðsfaldari 2012-2013

This is a SEO version of Nám - skeiðsfaldari 2012-2013. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
6
TANKAR OG DREYMAR Á VEG INN Í 20. ØLD
Øll menniskju droyma um framtíðina, um tryggleika, eydnu og ríkidømi.
Um heilsu, eitt langt lív og um ein friðarligan heim.
Tá ið nýggjársklokkurnar ringdu fyri 20. øld, vóru hesir dreymar um at
verða veruleiki hjá alt feiri menniskjum í Vesturheiminum. Tey vónaðu, at
fólkaræðið fór at sigra, og væntaðu, at vísindini og verkfrøðingarnir skjótt
fóru at loysa allar trupulleikar hjá mannaættini. Framtíðin sá bjørt út.
Borgararnir fáa sítt frælsa samfelag
Í Vesturevropa vóru tað frælslyntir bólkar í borgarastættini, sum leiddu
stríðið fyri fólkaræði og frælsumvinnulívi. Hugskotini komumillum annað
frá fronsku kollveltingini. Stríðið helt fram alla 19. øld, men fólkaræðið
vann ikki frama fyrr enn í 20. øld. Vinnufrælsið kom fyrr. Tann, sum dugdi
at fnna uppá og var virkin, skuldi ikki longur verða forðaður av gomlum
reglum. Tann, sum vildi, skuldi kunna koma sær fram í samfelagnum –
gerast ríkur og mikil.
Bara tann sterkasti skal lívbjarga sær
Men við einum frælsum vinnulívi varð eitt harðrent kappingarsamfelag
skapt, har øll kappaðust móti øllum. Tann sterki vann, og tann veiki tapti.
Náttúrugranskarin Charles Darwin skrivaði í 1859 bókina
Veranna
uppruni
(Te Origin of the Spices). Bókin kom sum ein bumba.
Darwin
vísti á, hvussu tey ymisku djórasløgini – eisini menniskjan – mentust stig
fyri stig upp gjøgnum feiri milliónir ár. Hetta nevnist menningarlæran. Í
stríðnum um tilveruna vóru tað, sambært Darwin, bara teir skapningar,
sum eru best tillagaðir lívsumhvørvi sítt, ið lívbjargaðu sær. Tað eru tey,
sum føra ættina víðari, og tað eru teirra eginleikar, sum ganga í arv til næsta
ættarlið.
Straks fóru politikarar at hugsa “darwinistiskt” á ein hátt, sum tað
hóvaði teimum sjálvum:
t
Tað hava vit grunað leingi, bóru tey frælslyntu fram. Darwin hevur
rætt. Hygg at okkum, hygg at okkara samfelagi! Tað er so statt heilt
“natúrligt”, at tey dugnaligastu virkini og tey bestu hugskotini vinna.
Onnur detta burturúr. Av hesi úrskiljing, hava vit dagsins virki í
framgongd, ta frálíku tøknina og vísindini.
Nýggjársveitsla í London í 1900.
Skál fyri nýggju øldini og eini lýs-
andi framtíð fyri mannaættina!
20. øld skuldi sláa øll met. Ja, men
kanska ikki júst so, sum hesi glaðu
fólkini, sum ikki ánaðu nakað,
droymdu um.