Page 30 - Nám - skeiðsfaldari 2012-2013

This is a SEO version of Nám - skeiðsfaldari 2012-2013. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
140
STÓRIR SPURNINGAR Í OKKARA TÍÐ
Okkara lívsrúm – tunna jaðurið av lofthavi, sum er um jørðina.
Fylgjurnar kunnu verða f leiri ódnir og melduródnir, f leiri stórar
vatnf lóðir í ávísum økjum og turkur í øðrum. Longu nú síggja vit, at
pólísurin bráðnar, og vandi er fyri, at havstreymarnir fara at broyta kós.
Heiti Golfstreymurin ávirkar veðurlagið í Vesturevropa, ikki minst hjá
okkum her í Føroyum. Broytir hann kós, kann tað gerast ógvuliga kalt
í Norðurlondum.
Vakstrarhúsárinið kemur millum annað av bilroyki og royki frá olju-
og kolorkuverkum. Men tað er eisini vorðið verri av, at regnskógirnir í
tropunum verða feldir uttan fyrilit. Trø og plantur gera stórt gagn við at
taka í seg koltvísúrni úr luftini. Fyrst í 21. øld vóru útlátini 70 milliónir
tons av koltvísúrni – hvønn dag. Helvtin av útlátinum kom úr USA og
Kina.
Umboð fyri øll heimsins lond eru f leiri ferðir savnað fyri at skifta orð
um, nær og hvussu nógv útlátini skuluminka. Sambært
Kyotosamtyktini
(1997) samdust f leiri lond um at minka útlátini sambært eini ávísari
tíðarrøð. USA og Avstralia vóru ikki fyri.
Várið 2007 savnaðust ríkis- og stjórnarleiðararnir í ES til ein fund
í Brússel, har ein semja varð gjørd um, at 20 prosent av allari orku
á ES-økinum í 2020 skuldu koma frá varandi orkukeldum, sum til
dømis sólarmegi, vindi og vatni.