Page 28 - Nám - skeiðsfaldari 2012-2013

This is a SEO version of Nám - skeiðsfaldari 2012-2013. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
134
STÓRIR SPURNINGAR Í OKKARA TÍÐ
”T
að, sum hendir í dag er søga í morgin,” verður sagt. Men so skjótt
gongur tað ikki. Fyri at hendingarnar skulu verða søga, skulu f lestu
keldur finnast og granskast vandaliga. Tað kann vara eini 20-30 ár ella upp
aftur longri tíð, áðrenn søgufólkini hava grivið “sannleikan” fram.
Skulu vit hóast tað taka rættiliga nýggjar hendingar við í søgubøkur skúl-
ans? Ja, vit mugu hava ein ávísan kunnleika um okkara egnu tíð fyri at kunna
leggja ætlanir fyri framtíðina. Í hesum kapitlinum taka vit fram nakrar til-
burðir og gongdir, sum kunnu fara at ávirka lív okkara og lívið hjá børnum
okkara, hvar vit so búgva í heiminum: yvirgangur, alheimsgerð og veðurlags-
broytingar.
Yvirgangur – vápn hjá fátækum,
kúgaðum og trongskygdum
Orðið
terror
, yvirgangur, kemur úr fronskum
terreur
, sum merkir ræðsla.
Yvirgangsfólk koma ofta úr kúgaðum fólkabólkum, sum royna at ræða mót-
støðufólk síni til eftirlæti ella gera vart við sína støðu í fjølmiðlunum. Tá ið
tey hava ripað til, seta tey seg stundum í samband við miðlarnar og átaka sær
skyldina, og eftir tað varir tað ikki leingi, fyrr enn heimurin veit, hvat er hent
og hví. Millum átrúnaðarligar trúarbólkar eru yvirgangsfólk, sum vilja “gera
heimin betri”, sum í Tokyo í 1995, tá ið ein trúarbólkur breiddi ógvuliga eitr-
andi gass út í undirgrundarbreytini. Tólv fólk doyðu av gassinum, og f leiri
gjørdust ógvuliga sjúk.
Yvirgangsfólk siga seg arbeiða fyri eini góðari søk og halda seg eisini hava
rætt til at drepa púra ósek fólk, sum av tilvild koma fyri, tá ið tey leypa á. Tey
eru ofta til reiðar til at lata sítt egna lív sum sjálvmorðsbumbufólk.
Dømi um yvirgangsfelagsskapir í okkara tíð eru ETA, sum vil fría
Baskaland frá Spania, katólska IRA, sum í nógv ár stríddist fyri at gera
Norðurírland frælst frá Bretlandi, og palestinska Hamas, sum berjist móti
Ísrael. Harumframt eru f leiri islamskir felagsskapir, sum hava ymisk politisk
endamál við yvirgangi sínum.
Ríkisyvirgangur verður tað nevnt, tá ið eitt ríki fremur yvirgang móti
sínum egna fólki, ella parti av fólkinum, fyri at ræða fólk til at verða lýðin.
World Trade Center, New
York, ummorgunin tann 11.
september 2001.