Page 26 - Nám - skeiðsfaldari 2012-2013

This is a SEO version of Nám - skeiðsfaldari 2012-2013. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
112
VÓRÐU HJÁLONDINI FRÆLS
kom eftir seinna heimsbardaga. Stór hjálandaveldi, sum Bret-
land og Frakland, vóru viknað av krígnum og høvdu ikki longur ráð
at hava hermenn og tænastufólk í hjálondunum. Harafturat varð lovað
teimum hjálondum, sum høvdu barst saman við teimum sameindu í
krígnum, størri sjálvræði, tá ið friðurin kom.
Tá ið friðurin kom í 1945, kravdu tjóðskaparligu frælsisrørslurnar
í nógvum hjálondum frælsi og sjálvstýri. ST stuðlaði kravi teirra, men
skilnaðurin frá móðurlandinum varð trupul. Sambond, sum høvdu
verið í mong ár, og sterk búskaparlig bond skuldu knappliga kvettast.
Í Bretlandi høvdu tey fyrireikað seg til nýggju tíðina. Bretar skiltu,
at teir kundu vinna við at verða væl við síni gomlu hjálond og hjálptu
teimum tí við tí svára skiftinum. Verri var tað við Fraklandi. Høgir
franskir politikarar og hernaðarmenn sóu tað sum at missa virðing,
eina skomm, at geva eftir fyri krøvunum hjá hjálondunum um frælsi. Í
nógvum førum varð tað til blóðugar samanbrestir við frælsisrørslurnar
í gomlu hjálondunum.
Hjálandaavtøkan gekk skjótast í 1960-árunum, tá ið næstan alt
Afrika varð frælst. Eftir seinna heimsbardaga fekk ST yvir hundrað
nýggj limalond. Á myndum og sjónvarpsfrásøgnum hesa tíðina síggja
vit, hvussu tey fríaðu fólkini heysa fagg sítt á stong, stolt og glað.
Framtíðarvónin lýsir úr eygum teirra. Men tá ið gleðirómurin hevði
lagt seg, stóðu tey eftir við nógvum spurningum: Hvussu skuldi landið,
við øllum sínum fólkum, sum hvørki dugdu at lesa ella skriva, verða
stýrt? Hvussu skuldu jørðin og atgongdin til vatn verða býtt? Hvussu
skuldi stríðið í landinum og við grannalondini verða loyst?
Nýggju londini kundu ikki sjálvi loysa sínar trupulleikar. Ríku
ídnaðarlondini
máttu hjálpa teimum at mennast, og nógv av teimum
nýggju ríkjunum vórðu til tey
menningarlond
, sum vit hava nú
.
Frælsisgongdin í Afrika
Tá ið seinni heimsbardagi endaði í 1945, vóru bara trý sjálvstøðug ríki
í øllum Afrika:
Etiopia
,
Liberia
og
Suðurafrika
. Alt Afrika annars var
í høvuðsheitum býtt millum Bretland, Frakland, Belgia og Portugal.
Algeria í Norðurafrika 1962.
Veitsla og gleði! Eftir blóðugt
kríggj í átta ár móti Tjóðskaparligu
frælsisfylkingini, FLN, fara fronsku
herdeildirnar úr landinum.