Page 24 - Nám - skeiðsfaldari 2012-2013

This is a SEO version of Nám - skeiðsfaldari 2012-2013. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
94
TVÍDRÁTTUR HEIMSVELDANNA
vídrátturin um harradømið í heiminum millum USA og Sovjet-
samveldið kastaði sínar skuggar um allan heim. Kalda kríggið helt
fram í feiri tíggjuáraskeið. Men síðst í 1980-árunum hendi knappliga
nakað, sum broytti alt. Sovjetsamveldið slepti tamarhaldinum á Eystur-
evropa, og landið fekk fólkaræði. Jarntjaldið, sum hevði býtt Evropa
sundur, var tikið burtur, og londini eystan fyri jarntjaldið vórðu fræls. Í
1991 datt sovjetska skipanin sundur, øll sum hon var. Sovjetsamveldið
fall, og
Russland
kom aftur.
Hvat lá aftan fyri langa stríðið millum heimsveldini? Og hvat gjørdi,
at stríðið hóast alt endaði? Nógvar ymiskar frágreiðingar eru um hetta.
Eina av teimum fnna vit í søgu landanna eftir kríggið.
Søgan hjá USA eftir kríggið
Tá ið seinni heimsbardagi endaði, hevði USA 12 milliónir hermenn í
heri sínum. Tá ið teir komu heim aftur, fngu teir eina hetjumóttøku.
Men hvat fór at henda teimum, tá teir fóru úr sínum eyðkennisbúna
og skuldu laga seg til at liva eitt vanligt lív? Var arbeiði til teirra? Vóru
bústaðir til teirra? Hesir ungu menn høvdu gjørt sítt fyri USA og
væntaðu tí, at USA nú fór at gera nakað fyri teir.
Truman forseti var fyrireikaður til hetta. Ríkið gav krígsveteran-
unum fyrimunarlig lán, so at teir kundu útvega sær ein bústað og byrja
eitt virki ella keypa sær ein garð. Tvær milliónir herfólk fngu eisini
miðnáms- ella universitetsútbúgving, sum ríkið læt teimum pening til.
Bardagin móti fátækdøminum
Sparsemið undir krígnum gjørdi tað, at tað var ein so stórur tørvur á
brúksvørum, at feiri fngu arbeiði, og framleiðslan vaks nógv. Aftur
at hesum kom Marshallhjálpin til Evropa, sum eisini gav mongum
arbeiði.
Í tíðini eftir kríggið vóru gjáirnar millum inntøkurnar vaksnar.
Arbeiðararnir, sum fngu bestu lønina, komu upp í miðalstættin við
egnum húsum, bili og konu, ið gekk heima, meðan onnur í milliónatali
livdu niðast í samfelagnum.
Berlinmúrurin verður tikin niður.
Á heysti 1989 hvarv jarntjaldið,
og Sovjetsamveldið slepti taki
sínum um Eysturevropa. Tvey
ár seinni, tá ið Sovjetsamveldið
varð upployst, var kalda kríggið
av. Í nýggju heimsskipanini var
nú bara eitt heimsveldi – USA.