Page 22 - Nám - skeiðsfaldari 2012-2013

This is a SEO version of Nám - skeiðsfaldari 2012-2013. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
92
TÍÐIN EFTIR KRÍGGIÐ
Landið var lamið av stórum verkføllum
og gøtustríði millum studentar og løg-
reglu í París. Charles de Gaulle forseti
misti tamarhaldið, og nógv hildu, at
hann fór frá ella fór at verða avsettur.
Sorbonne
Fyrst í mai 1968 hertóku studentar eitt av teimum
best kendu universitetunum í Evropa,
Sorbonne
,
í sjálvum hjartanum í París. Fleiri ymiskir bólkar
vóru uppií, við tí í felag, at teir kravdu víðfevndar
broytingar í franska samfelagnum. Teir vildu gera
bart við gamla samfelagið, sum í teirra eygum var
merkt av ræðslu fyri myndugleikunum og einum
afturhaldssinnaðum virðisgrundarlagi, ikki minst
í kynsligum spurningum. Tey vildu, at øll skuldu
hava somu møguleikar og kor í samfelagnum. Tá
trygdarløgreglan kom hagar, boðsend av rektaranum
á Sorbonne, varð ógvisligt stríð millum studentar
og løgreglu. Studentarnir vóru noyddir at gevast.
Løgreglan tók Sorbonne aftur, og studentarnir vórðu
fongslaðir.
Fólk, sum hugdu at, fóru at kasta steinar og grót
eftir løgregluni. Farið var straks undir at gera verju-
garðar í økinum kring universitetið. Longu dagin eftir
vóru mótmælisgongur, sum kravdu, at teir fongslaðu
studentarnir skuldu verða latnir leysir. Fakfeløg
mæltu limum sínum at fara í verkfall. Løgreglan brast
saman við mótmælisfólk í gøtunum í París. Koppaðir
bilar brunnu, og blóð fleyt aftur í gøtunum. Var tað
enn ein fronsk kollvelting, sum var um at taka seg
upp?
mælisbylgju. Verkføll komu um alt Frakland. Kollvelt-
ingarsinnaðu studentarnir hertóku ein bygning
afturat nærindis Sorbonne. Arbeiðarar hertóku verk-
smiðjur, og alt landið lá lamið. Ruskdungarnir vuksu í
gøtunum í París. Tá tað var mest, vóru 10-12 milliónir
fransmenn í verkfalli. Ein veldig vinstrabylgja breyt
yvir alt Frakland. Mong kravdu forsetan frá. Fór hann
kanska at verða settur frá? Eingin visti, hvussu hetta
fór at enda.
Nýval
Charles de Gaulle forseti helt at enda eina røðu, har
hann boðaði frá, at hann fór at upploysa tjóðartingið
og skriva út nýval. Aftan á røðuna savnaðust fleiri
hundraðtúsund viðhaldsfólk hjá de Gaulle og góvu
honum stuðul sín.
De Gaulle vann valið við stórummeiriluta. Men
tað var ikki bara forsetin, sum fekk sín vilja. Lønin
hjá arbeiðarunum varð hækkað. Studentarnir fingu
ikki sína kollvelting, men fingu nógv meira at siga.
Frá hesi løtu vistu vesturlendskir politikarar og alt
tað eldra ættarliðið, at teir skuldu lurta eftir tí, sum
ungdómurin hevði at bera fram.
1
Ein av studentaleiðarunum varð nevndur Daniel
Cohn-Bendit. Leita eftir meiri um hann. Hvør var
hann? Hvat ger hann nú?
2
Heldur tú, at nakað slíkt kann henda um okkara
leiðir nú? Grundgev fyri svari tínum.