Page 21 - Nám - skeiðsfaldari 2012-2013

This is a SEO version of Nám - skeiðsfaldari 2012-2013. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
TÍÐIN EFTIR KRÍGGIÐ
87
fátæka fólkinum og tjóðartók amerikanskar fyritøkur
og jarðarognir. Tann ríka kubanska yvirstættin fýddi.
Amerikanska stjórnin meinti, at kollveltingin
var kommunistisk, og sleit alt fyri eitt alt samband
við Kuba. Eisini allur handil varð steðgaður. Castro
vendi sær tá til Sovjetsamveldið, sum lovaði at keypa
tað kubanska sukrið. Afturfyri skuldu russar sleppa
at seta skotpallar til rakettir upp á kubanskum øki,
rakettir sum rukku langt inn í USA.
Í oktober 1962 tóku amerikonsk
U2
njósnarafog-
før myndir av skotpallunum. Myndaprógvini vórðu
beinanvegin send út um allan heim. Men rakettirnar
vóru ikki komnar enn. Tær vóru umborð á sovjetskum
skipum, sum sigldu á Atlantshavi á veg til Kuba.
Nú stongdu amerikonsk herskip farleiðina til
Kuba. USA kravdi, at skotpallarnir skuldu takast nið-
ur, og at skipini skuldu kallast aftur.
John F. Kennedy
,
forseti, ávaraði sovjetska leiðarin,
Nikita Khrusjtjov
,
og setti amerikonsku verjuna í fulla álopsstøðu.
Rakettir í túsundatali vórðu løddar við atombumb-
um. Fóru sovjetsku skipini at venda aftur? Ella fóru
amerikanarar at søkkja tey? Hvat fór so at henda? Allur
heimurin fylgdi við hesi skakandi hending minutt fyri
minutt.
Nú vóru bara fmm minuttir eftir til lagnutunga
samanbrestin millum eystur og vestur. Tann 22.
oktober 1962 vendu sovjetsku farmaskipini. Eftir at
hava bíðað í spenningi í trettan dagar kundi heimurin
anda lættari aftur.
Beina burtur kjarnorkuvápn
Kubakreppan var eitt ávaringarljós. Í næstan øllum
vesturlondumtóku friðarrørslur segupp, sumfremst av
øllum vendu sær móti kjarnorkuvápnum. Ungdómar