Page 20 - Nám - skeiðsfaldari 2012-2013

This is a SEO version of Nám - skeiðsfaldari 2012-2013. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
86
TÍÐIN EFTIR KRÍGGIÐ
Sputnik
, út í rúmdina. Fylgisveinurin var í ringrás
kring jørðina og sendi reglulig tekin. Hetta, søgdu
øll, mátti merkja, at Sovjetsamveldið tøkniliga var
framman fyri USA.
Leikluturin hjá USA, sum tað leiðandi heims-
veldið, tyktist at vera hóttur. Sputnik varð ein
øgiligur propagandasigur fyri Sovjetsamveldið
og kommunistisku skipanina. Væleydnaða upp-
skjótingin loypti ræðslu og ótta í vesturheiminum.
Nógv meintu, at vesturheimurin hevði ikki lagt
nóg stóran dent á gransking og útbúgving.
Kappingin um rúmdina heldur fram
Eftir Sputnik komu f leiri sovjetskir sigrar í rúmd-
ini. Hundurin Leika var í 1957 í nøkur samdøgur
í einum rúmdarhylki, og í 1961 varð
Yuri Gagarin
fyrsta menniskja í rúmdini.
Í USA varð arbeitt hart øll 1960-árini um
kapp við Sovjetsamveldið, og 21. juli 1969 kom
lønin:
Neil Armstrong
steig á mánan. Men tað,
sum rúmdarkappingin veruliga var um, var at
menna nýggjar rakettir til kjarnorkuvápn og at
senda fylgisveinar út, sum kundu hjálpa til at stýra
rakettunum. Somuleiðis vórðu fylgisveinar nýttir
at taka myndir og fyri at njósnast.
Alt hetta kundi sjálvandi eisini verða nýtt til
friðarlig endamál. Við at brúka fylgisveinar kunna
vit nú stýra skipum, bilum og fogførum, kanna
jørðina og lofthavið (veðrið), til telefonsamskifti,
teldupost og alnet.
Neil Armstrong á mánanum tann 21. juli 1969. Henda fyrsta
mánalendingin varð send beinleiðis í sjónvarpinum um
meginpartin av heiminum. USA vakti undran, men enn eru
fleiri, sum halda, at tað var svik – lótir.