Page 16 - Nám - skeiðsfaldari 2012-2013

This is a SEO version of Nám - skeiðsfaldari 2012-2013. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
76
TÍÐIN EFTIR KRÍGGIÐ
nýggj og uppaftur ræðuligari “dómadagsvápn”. Summarið 1946 vórðu
tvær atombumbur sprongdar við
Bikini
, ein paradísoyggj í Kyrrahavi.
Veldigu brestirnir, við tí eyðkenda hundalandsskýgginum, vórðu
sýndir á flmum í biografum um allan heim. Hetta summarið varð
prátað um
atom
og um
Bikini
. Mótaskaparar í Evropa vóru úti um seg:
“Ver við í tí nýggja, djarva svimjimótanum! Bikini – tvíbýttu svimji-
klæðini!”
Tað eydnaðist lýsingarfólkunum at binda Bikini-bumburnar við eitt
plagg, sum var væl umtókt. Fólk, sum dugdu at hugsa eitt sindur, skiltu
skjótt, at kjarnorkuvápn skaptu feiri trupulleikar, enn tey loystu. Tey
dugdu at síggja, at mannaættin fór at forgera sær sjálvari, kom atom-
bumban feiri í hendi og fór at verða brúkt í kríggjum í framtíðini. Men
tíggju ár seinni høvdu ikki bara stórveldini atomvápn, men eisini fátæk
lond sum Kina og India.
Mannaættin fór inn í
atomøldina
, sum eisini merkti, at vit fngu
eina nýggja orkukeldu,
kjarnorku
. Men enn var tað oljan, sum varð
brúkt til at dríva maskinur og til hita.
Tíggjuáraskeiðini beint eftir seinna heimsbardaga verða nevnd
kalda kríggið
. Heimurin var býttur sundur í “eystur” og “vestur”. Í eystri
ráddi kommunistiska Sovjetsamveldið, og í vestri ráddi kapitalistiska
USA. Ein kappdubbing millum tey bæði stórveldini tók seg upp, og
tvær verjusamgongur vórðu skipaðar.
Warszawasamgongan
og
NATO
.
Bæði stórveldini høvdu møguleika fyri at týna alla mannaættina við
atomvápnum sínum – men lótu sær lynda við at hótta við kríggi.
Ein tvíbýttur heimur
Meginpartin av tíðini eftir kríggið, tað er seinast í krígnum í 1945 fram
til aldaskiftið 2000, vóru USA og Sovjetsamveldið heimsins sterkastu
ríki. Hesi bæði heimsveldini høvdu nóg stórt tilfeingi til at kunna halda
fram við dubbingini.
Gomlu stórveldini, Bretland og Frakland, vóru vissuliga millum
sigurharrarnar, men tey vóru útlúgvað og mistu skjótt tamarhaldið á
hjálondum sínum í Afrika og Asia.
Bikini í 1946. “Manningin”
á skipunum tætt við vóru
seyðir, grísar og onnur dýr.
Granskararnir kannaðu eftir,
hvussu tey kláraðu seg. Nú
fóru vit inn í atomøldina.