Page 15 - Nám - skeiðsfaldari 2012-2013

This is a SEO version of Nám - skeiðsfaldari 2012-2013. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Fangar verða merktir. Liturin og formurin á merkinum vístu, hvat slag av
fanga ein var. Ovasta røðin vísir grundlitirnar fyri ymsar bólkar, millum
annað politiskar fangar, yrkisbrotsmenn, Jehova vitni, samkynd og
sigoynarar. Hesir grundlitir vórðu settir saman við uppískoytismerkjum.
Tey vístu t.d., um ein var jødi ella revsaður fyri at hava roynt at flýggja
ella brotið reglurnar fyri leguna. Myndin niðanfyri vísir fangar í
Buchenwaldleguni í 1945.
øðrummenniskjum?
2
Heldur tú, at týningin hevði kunnað hent aftur í nøkrum
líki? Grundgev fyri svari tínum.
3
Greið frá, hví týningin verður nevnd ringasta brotsgerðin í
søguni hjá mannaættini?
4
Kanna eftir, hvussu nógv menniskju vórðu dripin í legunum,
og ber saman við fólkatalið í t.d. Danmark.
5
Kanna eftir, hvat hendi við Josef Mengele eftir kríggið.
6
Yvir inngongdina til Auschwitz stendur “Arbeit macht frei”.
Kanna eftir, hvat tað merkir. Hvat heldur tú, at týskarar
meintu við?