Page 14 - Nám - skeiðsfaldari 2012-2013

This is a SEO version of Nám - skeiðsfaldari 2012-2013. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
“jødaspurningin”. Avgjørt varð, at allir
jødar skuldu verða týndir. Eisini Jehova
vitni, sigoynarar, menningartarnað,
samkynd og politisk mótstøðufólk
skuldu verða dripin í týningarlegum.
Morð sum ídnaður
Ídnaðargjørda hópdrápið at týna fram um alt
jødar, men eisini Jehova vitni, sigoynarar, samkynd,
menningartarnað o.o. verður lýst sum ringasta brots-
verkið í søguni hjá mannaættini. Hetta óhoyrda,
næstan ófatiliga lægsta stigið í langa lívi menniskj-
unnar her á jørð verður rópt
týningin
, ella
shoha
á
hebraiskum.
Týningin var í týningarlegum. Tað vóru legur, ið
fram um alt vóru
arbeiðslegur
, og aðrar, sum vóru
reinar
týningarlegur
. Summar legur vóru bæði.
Jødarnir skuldu verða týndir, sambært nasistunum.
Teir vóru hildnir at verða lívfrøðiliga minni mentir
og brotsligir. Í víðsjónini hjá nasistunum við teirra
framtíðarsamfelag var ikki rúm fyri menniskjum,
sum ikki hóskaðu inn í teirra form ella mynstur.
Menniskjum, sum vóru óynskt, góvu teir heitið
“undirmenniskju”. Teir hildu, at tey kundu skaða
“arisku rasuna”. Tí var ein fyrisitingarlig avgerð tikin
um at gera stórar legur, har fólk skuldu verða dripin
eftir ídnaðarligummálistokki.
Nasistarnir drópu menniskju á nógvar ymiskar
hættir. Fleiri vórðu noydd til at arbeiða seg til deyða,
onnur vórðu skotin, men tann allar ræðuligasti
hópdrápshátturin var at gassa fólk til deyða.
Fangarnir vórðu beindir inn í stór skiftingarrúm,
har teir skuldu lata seg úr øllum og so halda fram
inn í “brúsurúmið”. Har vóru brúsumunnstykki
gjøgnum brúsurnar, Zyklon B (vætucyanid), sum
spakuliga kvaldi innilæstu menniskjuni. Hurðarnar
vórðu latnar upp aftur, og aðrir fangar í leguni tóku
líkini. Ringar og prýði vórðu tikin av, og gulltenn og
gullfyllingar vórðu trektar út. Hárið á kvinnunum
varð brúkt til at gera klæði burturúr. Klæði og annað,
sum lá eftir í skiftingarrúminum, varð rænt fyri alt,
sum hevði nakað virði. Stórir salar vórðu fyltir við
kuffertum, taskum, brillum, handilstonnum og
gjørdum limum, sum nasistarnir stjólu frá teimum
deyðu.
Oswiecim
˛ ´
Av øllum týningarlegum, sum nasistarnir bygdu, var
ein størri enn aðrar –
Auschwitz
, har suðuri í Póllandi.
Navnið er pólska navnið á pólska býnum, har legan
varð bygd, týtt til týskt –
Oswiecim
´ ˛
.
Auschwitz er trý støð (tað er enn til og er ein
partur av heimsarvinum):
t
Auschwitz I var ein lega fyri politiskar
fangar, umframt ein staður fyri píningarlíkar
læknafrøðiligar royndir.
t
Auschwitz II, eisini nevnt Birkenenau, var ein
ovurstór týningarlega.
t
Auschwitz III var ein arbeiðslega, sum veitti eini
gummiverksmiðju arbeiðsmegi.
Viðurskiftini í legunum vóru ræðulig. Deyðin var
allastaðni, í óndum leguvaktum, sjúku, føðslutroti
og rúkandi líkbrenningarovnum. Tey, sum ikki vórðu
leidd beinleiðis inn í “brúsurúmið” og deyðan, fingu
eitt stutt lív í hesum helviti av eini legu. Tvíburar,
sum komu til Auschwitz, kundu enda hjá læknanum
Josef Mengele. Hann gjørdi royndir við fangunum. Til
dømis seymaði hann tvíburar saman, so at teir fingu
sama blóðrensl.
74
SEINNI HEIMSBARDAGI