Page 13 - Nám - skeiðsfaldari 2012-2013

This is a SEO version of Nám - skeiðsfaldari 2012-2013. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
SEINNI HEIMSBARDAGI
55
Kríggið brestur á og sigursgongd
harðskapsins
1. september 1939 hoyrdu týskarar í útvarpinum: “Týskland er álopið av pólsk-
um herdeildum. Týski herurin er farin í mótálop.” Sum vanligt var hetta lygn.
Tað var Týskland, sum hevði lopið á – eitt gott dømi um, at tað altíð er sann-
leikin, sum verður fyrst dripin í kríggi.
Tá ið tríggjar vikur vóru farnar, var Pólland hertikið, og landið varð býtt
ímillum Sovjetsamveldið og Týskland, sumHitler og Stalin vóru vorðnir samdir
um.
3. september lýstu tey sameindu kríggj móti Týsklandi. Seinni heimsbardagi
var brostin á.
Týska snarkríggið
Í apríl 1940 tók Týskland Danmark og Noreg, og í mai hertóku teir Niðurlond
og Belgia. Frakland var næst. Franska stjórnin gav seg yvir eftir einum góðum
mánaði, og týskarar marsjeraðu inn í París. Fram við gøtunum stóðu tigandi og
stúrandi parísbúgvar. Ein lítil partur av franska herinum f lýddi til Bretlands,
har eitt framtíðarálop varð lagt til rættis.
Hesum slagi av skjótari krígsførslu, rópt
snarkríggj
, vóru týskarar serfrøðing-
ar í. Álopsfogfør gjørdu fíggindan veikan – og síðan var bara at koyra inn við
stríðsvognunum.
London logar
So stóð Bretland fyri tørni. Frá støðum í Fraklandi sendu týskarar eina bylgju
fyri og aðra eftir við bumbufogførum inn yvir London og aðrar stórar býir.
Ídnaðurin skuldi oyðileggjast, og álopini loypa ræðslu á bretar, so at teir tveita
frá sær.
Men bumbingin virkaði akkurát øvut. Bretar vórðu í øðini. Ungir dreingir
fngu snarútbúgving sum fogskiparar, og í smáum álopsfogførum vórðu teir
sendir á fog at møta teimum týsku fogførunum. Eftir áhaldandi loftbardaga
í feiri mánaðir eydnaðist tað fogskiparunum at skjóta so nógv týsk fogfør
niður, at bumbingin steðgaði. Loftbardagin 1940-41 verður róptur
bardagin um
Bretland
.