Page 11 - Nám - skeiðsfaldari 2012-2013

This is a SEO version of Nám - skeiðsfaldari 2012-2013. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
TÍÐIN MILLUM KRÍGGINI
53
Hitler, dýrastu ognina hjá týskarunum, sum hann á
ússaligasta hátt hevur svikað frá okkum...”
Flogseðilin endar við orðunum:
“...Vit ætla okkum ikki at tiga. Vit eru tykkara
ringa samvitska. Vit fara ikki at lata tykkum fáa
frið.” Flogseðilin er undirskrivaður við loyndarfulla
navninum
Hvíta rósan
.
Gestapo fann fram til limirnar í Hvítu rósuni. Tann
22. februar 1943 vórðu Hans og Sophie Scholl dømd
til deyða. Sama dag vórðu tey hálshøgd í falløksini.
Systkini doyggja, men ikki tankar teirra. Flogseðlarnir
vórðu margfaldaðir og spjaddir um alt Týskland, m.a.
úr bretskum flogførum.
Hans og Sophie Scholl og Christoph Probst limir í loyniligu
mótstøðurørsluni Hvítu rósuni.
eftirlit við og stýra tonkunum hjá teimum ungu.
Hvat vildi hann røkka við hesum?
2
Hví fóru bæði Hans og Sophie at ivast? Kanst tú
hugsa tær tað, sum Hans følir og hugsar á floks-
døgunum í Nürnberg? Lýs, hvat tað er, hann sær og
hoyrir, sum ger, at ivi hansara veksur!
3
Pápi Hans og Sophie ávaraði børn síni. Hvat heldur
tú, hann ræddist?
4
10 ár seinni, lesa børnini á universitetinum. Tey
hava sæð, hoyrt og skilt. Tey seta seg í samband við
pápa sín og greiða frá tí, sum tey hugsa og ætla at
gera og hví. Hvat skriva tey, og hvat svarar pápin
teimum?