Page 10 - Nám - skeiðsfaldari 2012-2013

This is a SEO version of Nám - skeiðsfaldari 2012-2013. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
52
TÍÐIN MILLUM KRÍGGINI
ár. Kanska var Hans eitt sindur bilsin. Hann hevði
hoyrt um handa útlendingin – ein útlendingur og eitt
skemt. Men harafturímóti, kundi Adolf Hitler gera
okkurt við fátækdømið og allan vesaldómin, so var
tað ikki so galið.
Afturvendandi kreppurnar hildu uppat. Týskland
hevði fingið sín leiðara, Adolf Hitler. Ein bylgja av
fosturlandskærleika fór yvir landið. Eldhugin var
øgiligur. Fólk fóru at seta álit sítt á framtíðina.
– Men síggja tit ikki, hvønn veg vit fara? ávaraði
pápi teirra.
Tað tók seg upp í skúlanum. Hitler visti, at tað var
týdningarmikið at hava eftirlit við og stýra tonkunum
hjá teimum ungu. Í hvørjum floksrúmi vóru
hakakrossfløgg hongd upp. Allastaðni vóru myndir
av
Føraranum
. Bókasøvnini vórðu reinsað fyri alt, sum
var um fólkaræðisligar hugsjónir.
Flestu lærararnir fóru upp í Felagið hjá teimum
nationalsosialistisku lærarunum. Hvør tími skuldi
byrja við nasistaheilsan og orðunum
Heil Hitler
.
Børnunum varð lagt eina við at siga frá øllum, sum
hendi, fyri tí fyrsta floksstarvsfólkinum, sum tey
komu til. Ein lærari, sum hugsaði “skeivt”, kundi
missa arbeiði. Ein næmingur kundi verða koyrdur úr
skúlanum.
… og helt fram í frítíðini
Næstan allir ungdómar meldaðu seg inn í ungdóms-
felagsskapin
Hitlerjugend
. Har skuldu teir “verða
klænir og liðiligir, skjótir sum veiðihundar, seigir sum
leður og harðir sum stál”, segði Hitler.
Tað bar ikki til at standa ímóti hesum:
eyðkennisbúnanum, teimum stigføstu sløgunum frá
trummunum, trompetljóðunum og blaktranini av
hakakrossfløggunum. Tann, sum ikki var uppií, var
hildin at vera eitt einki, eitt pu, óvirðiligur og ótýskur.
– Tankarnir hjá pápa eru mosavaksnir! Eg dugi
sjálvur at gera av, hugsaði Hans, og fór uppí.
við tungum viðføri á bakinum til røttu tíðina. Teir
lærdu seg at lesa kort og at brúka kumpass og at
krógva seg í lendinum. Skúlin kom í aðru røð.
Sophie meldaði seg í
Bund Deutscher Mädel
,
felagið hjá teimum týsku gentunum. Men hví slapp
vinkona hennara Louise ikki við? Hon var jú høg, ljós
og bláoygd, júst sum ein átti at vera. Sjálv var Sophie
myrk og brúnoygd. Jú, Louise var jødi.
So við og við sá Sophie, at hennara felag, eins og
øll onnur nasistisk feløg, var til fyri at einstevna – ikki
fyri at fría – menniskjuni.
Hans fór nú eisini at skilja. Á floksdøgunum í
Nürnberg, har 200.000 “brúnskjúrtur” vóru savn-
aðar fyri at sýna seg fram og lurta eftir leiðaranum,
róptu allir JA á røttum stað. Adolf Hitler,
der Führer
,
rópti, og allir rættu høgra arm upp um høvd. Her vóru
eingi einstøk menniskju, øll vóru ein einasti ræðandi
hópur.
Hans verður studentur og ger sínar skyldur –
arbeiðsskyldu og herskyldu. Hann fer at lesa til
lækna. So brestur kríggið á, og hann ger tænastu á
einum hernaðarsjúkrahúsi í Fraklandi eina tíð, men
fer heim aftur at lesa seg lidnan.
Hvíta rósan ger um seg
Tá ið týska krígseydnan vendir, lesa Hans og Sophie
Scholl á universitetinum í München. Í februar 1943 er
tað oyst undir við ovurstórum bókstavum: FRÆLSI og
NIÐUR VIÐ HITLER. Nakrir studentar tøma eina heila
kurv við flogseðlum í trappurúmið á universitetinum.
Tað eru Hans og Sophie, sum saman við nøkrum
vinfólkum tora at gera vart við seg. Inngangurin á
flogseðlunum eru hesi orðini:
“Fólk okkara er skelkað av tí, at stalingrads-
menninir eru týndir. Gamli korpurálurin frá fyrra
heimsbardaga hevur við síni framúrskarandi stríðs-
ætlan, høpisleyst og ábyrgdarleyst koyrt 300.000 í
deyðan.”