Page 8 - untitled

This is a SEO version of untitled. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
”Mær dámar ikki sjónarmið tíni, men eg eri til
reiðar at doyggja fyri rætti tínum at hava tey!”
S
o sigur
Voltaire
, ein av teimumstóruupplýsingarheimspekingunum
í 1700-talinum, sum skrivaði bøkur um, hvussu samfelagið skuldi
stjórnast. Hugmyndin hjá upplýsingarheimspekingunum um, hvussu
valdið skuldi býtast, var heilt nýggj. Teir vildu sleppa sær av við gamlar
lógir, avtaka kirkjuna og aðalin og seta óvandaligar og ódugnaligar
kongar frá. Í staðin vildu teir lata valdið til tey, sum teir hildu vera klók
og ábyrgdarfull menniskju!
Vælútbúnu borgararnir í stórbýunum í Evropa hildu, at hesi hug-
skotini vóru góð. Aðalin og prestarnir høvdu ov stórt vald, og teir guldu
JLLJ TLBUU )FUUB IJMEV UFJS WFSB ØSUUWÓTU MM NFOOJTLKV ÈUUV BU IBWB
sama rætt og somu skyldur. Um øll sluppu at vera uppií, tá avgerðir
skuldu takast, so fóru øll at fáa tað betri. Hesir tankarnir eru byrjanin til
tað, sum vit í dag nevna fólkaræði. Og tað vóru partvíst slíkar hugsanir,
sum lógu aftan fyri fronsku kollveltingina í 1789.
Franska kollveltingin er ein av teimum veruliga stóru og skakandi
hendingunum í heimssøguni. Tá tók franska fólkið eitt stórt stig móti
fólkaræði, og gjørdi seg leyst av eyðræning og kúgan. Vissuliga førdi
kollveltingin til eitt ræðsluveldi, sum var avloyst av einaveldi Napoleons
og blóðugum kríggi, men tær skilagóðu hugmyndirnar – til dømis
tann ummannarættindini – liva enn og ávirka okkara hugsunarhátt og
okkara gerðir enn í dag.
Franska kollveltingin sýnir, hvussu menniskju kunnu
broyta eina kollvelting, men eisini, hvussu kollveltingin
kann broyta menniskju. Og tað er væl hugsandi, at allar
kollveltingar í heiminum hava eitt líknandi mynstur:
Ein leiðandi bólkur fær hópin við sær, og tekur síðan yvir
valdið, meðan tey, sum hava gjørt alt tað tunga arbeiði,
ikki fáa nakað at siga.
kollveltingin
og napoleonstíðin
24
FRANSKA KOLLVELTINGIN OG NAPOLEONSTÍÐIN