Page 22 - untitled

This is a SEO version of untitled. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
96
NORÐURLOND
“Livi skandinavisman! Ongantíð
aftur kríggj millum lond okkara!”
Ein norskur, ein danskur og ein
svenskur hermaður svørja hvørjum
øðrum trúskap. Ein mynd frá miðjum
1800-talinum. Bæði norska og
svenska flaggið hava samríkismerkið
innfelt.
E
ftir Napoleonskríggini vóru nógv fólk í Evropa tjóðskaparliga
sinnað, men mangt broyttist eisini hesi árini. Í 1809 misti
Svøríki Finnland, sum kom undir russiskt yvirræði. Í langa tíð høvdu
Danmark og Noregi verið undir sama kongi, men eftir krígslok í 1814
kom Noreg undir svenskt yvirræði og varð skipað í ríkissamveldi við
Svøríki, men Føroyar, Ísland og Grønland komu framhaldandi at verða
saman við Danmark. Í Norðurlondum hildu nógv tjóðskaparfólk, at
danir, norðmenn og sviar høvdu so nógv til felags, at gamalt agg átti at
beinast burtur, og londini áttu at arbeitt meira saman, tí tey á mangan
hátt vóru so lík.
Tað vóru eisini tey, sum hildu, at hesi lond áttu at sameinast í eitt
ríki. Tað var soleiðis, at
skandinavisman
byrjaði, ein tjóðskaparlig rørsla,
sum var í hæddini í miðjuni á 1800-talinum. Sameiningin varð kortini
av ongum, og londini gingu sínar egnu leiðir við egnum tjóðarf løggum,
egnum tjóðardøgum og egnum tjóðsongum.
Danmark
Jarðarbrúkiðhevði upp gjøgnumtíðina verið sjálvur ryggurin í donskum
búskapi. Fyrst í 1800-talinum áttu meira enn helvtin av bóndunum
garðar sínar. Garðarnir vóru nú útskiftir, og bøndurnir vóru til reiðar
at fara undir ein munadyggan landbúnað.
Men bretska álopið á danska herf lotan í 1807, og tað at teir mistu
Noreg í 1814, vóru vanlukkur, sum gjørdu, at danski búskapurin
viknaði álvarsliga. Í 1813 fór Danmark á húsagang. Ikki fyrr enn síðst
í 1800-talinum var Danmark komið fyri seg aftur.
Grundlógin 5. juni 1849
Í 1849 tók Danmark eitt stórt fet móti fólkaræði. Tá kom ein nýggj
grundlóg, sum bar í sær, at kongurin skuldi luta valdið sundur millum
seg og eitt fólkavalt ting. Allir menn yvir 30 ár fingu valrætt til
Fólkatingið
, annað kamarið í tinginum. Grundlógardagurin, tann 5.
juni, gjørdist tjóðardagurin í Danmark.
Einaveldið var komið at enda, men kongurin hevði enn stórt vald.
Hann kundi t.d. tilnevna eina stjórn, uttan fyrilit fyri hvør ið hevði
vunnið valið.