Page 21 - untitled

This is a SEO version of untitled. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
NÝGGJ RÍKI OG HEIMSVELDI
91
1
Hvussu lýsir tú í stuttum
munin millum romantikk og
realismu?
2
Hvat er tað eyðkenda fyri
a. Náttúruromantikk?
b. Tjóðskaparromantikk?
c. Impressionismu?
3
Í hvørjum stíli er málningurin
á hesi blaðsíðuni málaður?
Náttúruromantikki, tjóðskap-
arromantikki ella impression-
ismu? Sig hví?
4
Á hvønn hátt høvdu góðvild-
arfólkini stóran týdning?
5
Hvat meinast við tiltakið
“fátækur, men kortini ríkur”?
“Reiggjan” eftir fransmannin
Auguste Renoir frá 1876. Impression-
istarnir brutu allar gamlar reglur fyri,
hvussu málast skuldi. Linjurnar eru
ótýðiligar, litirnir vórðu blandaðir, sum
tú vildi - ella als ikki blandaðir - og
ljósið fall á myndevnið á ein óvænt-
aðan hátt. Úrslitið bar dám av eini
dreymamynd, ella eini minnismynd.
Tað eru tær undirliggjandi kenslurnar,
sum eru tann listaligi boðskapurin,
ikki smálutirnir. Í fyrstuni flenti tað
borgarliga, konservativa almenni at
impressionistunum. Í dag verða verk
teirra roknað sum heimsins fínastu
listagripir.
sindur kámt, kanska sum ein minnismynd. Fransmaðurin
Claude Debussy
er impressionismunnar stóri meistari innan tónleikin, við klaververkum
sum
Urtagarðar í regni
.
Í 1800-talinum varð tað fínt at vera eitt frítt listafólk. Fyrr vóru t.d.
tónasmiðir ofta í starvi hjá onkrum hovi fyri at skriva bílagdan tónleik.
Men stolt flogvit, sum
Ludwig van Beethoven
, vildu ikki taka ímóti boð-
um frá nøkrum. Tey ristu av sær allar bindingar og skapaðu sína egnu
list. “Fátækur, men kortini ríkur.” Mong lovandi listafólk og tónasmiðir
høvdu góðvildarfólk –
mæsenar
, ríkir persónar sum stuðlaðu teimum við
pengum, men sum ikki løgdu seg út í teirra skapandi virksemi.
Fagra listin var mestsum ein partur av mentanini hjá tí borgarliga
miðal- og yvirklassanum. “Fínmentan” verður hetta við hvørt nevnt.