Page 20 - untitled

This is a SEO version of untitled. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
90
NÝGGJ RÍKI OG HEIMSVELDI
“Bardagi Tórs móti jatnunum” eftir svian
Mårten Eskil Winge frá 1872. Tjóðskap-
arromantikkurin fekk nýtt lív í elligomlu
ævintýrini og sagnirnar hjá fólkinum.
Í 1830-árunum fór norðurlendska
tjóðskaparrørslan at loga. Teir gomlu
víkingarnir og ásagudar teirra vórðu hægsti
móti millum rithøvundar og listamenn (sí
skandinavismuna s. 105)
Á hesi myndini fer torugudurin Tórur eftir
himnahválvinum í vogni sínum, sum tveir
bukkar eru spentir fyri. Við buldri og braki
knúsar hann skallarnar á jatnunum við
hamara sínum.
Hetta slagið av myndum endurnýggjaði als
ikki málningalistina á sama nýskapandi hátt
sum verkini hjá impressionistunum.
inum, sum nevndist
realisma
. Realisman vildi lýsa samfelagið, sum tað var,
og ivaðist ikki í at lýsa skitt, óndskap og vesaldóm. Rithøvundarnir arbeiddu
næstan sum tíðindafólk.
Realistiska skaldsøgan gjørdist yndisbókmentaslagið hjá borgarunum og
var ofta framhaldssøga í tíðindabløðunum. Onglendingurin Charles Dickens
(sí s. 68) er helst best kendi realisturin.
Síðst í 1800-talinum kom
impressionisman
– impression = ávirkan – fyrst
og fremst í listini og tónleikinum. Impressionisman royndi at fáa fatur í løtu-
myndum av eini støðu ella einum umhvørvi, ikki sum eitt myndatól, men eitt