Page 14 - untitled

This is a SEO version of untitled. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
48
EVROPA BROYTIST
Kol, stál og vøddar. Í 1800-talinum vuksu ídnaðarbýirnir og drógu fólkaavlopið
á bygd til sín. Sjálvur motorurin var dampmaskinan, sum ikki bara dreiv ídnaðin,
men eisini tey máttmiklu lokomotivini. Býirnir vórðu bundnir saman í eina
jarnbreytarnót, sum gav skjótt samskifti.
– ídnaðarkollveltingin
E
ftir sigurin á Napoleon í 1815 savnaðust umboð fyri evropeisk
ríki til ein fund í Wien, sonevndi
Wienarfundurin
ella Wienar-
kongressin. Her varð ruddað upp eftir fronsku kollveltingini og Napo-
leon. Gomlu kongaríkini vórðu endurreist, eins og stættasamfelagið.
Nógvir borgarar vórðu vónbrotnir. Teir høvdu vónað at fingið størri
frælsi og meira ávirkan. Í staðin varð tað politiska frælsið kvalt í sensuri,
frammanundaneftirkanning, og loyniligari løgreglu. Tað, sum var hent
í Fraklandi, skuldi ikki endurtaka seg.
Men tá kúganin varð harðari, øktist vilji fólksins til at langa til
aftur. Fyrsti parturin av 1800-talinum var tí ein ófriðarlig tíð. Fylt við
blóðigum uppreistri og kollveltingum. Nógvum longdist eftir einum
rættvísari samfelagi, at fáa valrætt og sleppa upp í part, tá avgerðir
skuldu takast.
Ídnaðargerðin, sum var byrjað í Bretlandi, breiddi seg til alt f leiri
lond og broytti samfelagið. Býirnir vuksu skjótt og virkaðu sum ein
magnet á tey arbeiðsleysu. Arbeiðið var ofta lívshóttandi, umhvørvið
heilsuskaðiligt og bústaðirnir ússaligir.
So við og við varð gamla stættasamfelagið brotið niður, og í staðin
fyri kom eitt
klassasamfelag
– yvirklassi, miðalklassi og undirklassi –
alt eftir inntøku og ogn. At vera aðalborin hevði ikki longur serligan
týdning. Kunnleiki og peningur var tað einasta, sum hevði týdning.
Endin á 1800-talinum var ein áhugaverd tíð við nógvum upp-
finningum, sum gjørdu stóra nyttu, t.d. telefonin, grammofonin,
myndatólið og bilurin. Gassljós og oljulampur vórðu skiftar út við
elektrisitet, og tey byrjaðu at nýta maskinur, drivnar við elmegi.
Men ikki allar nýggjar uppfinningar gjørdu líka stóra nyttu fyri
mannaættina. Uppfinnarar hjálptu eisini vápnaídnaðinum við ræðu-
ligum vápnum og spreingiløðingum. Nógv hildu, at tey nýggju vápnini
vóru so vandamikil, at eingin longur fór at tora at byrja kríggj millum
stórveldini.