Page 12 - untitled

This is a SEO version of untitled. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
42
FRANSKA KOLLVELTINGIN OG NAPOLEONSTÍÐIN
Marianne
Marianne kulsar av órógv, men mest stoltleika. Víst er
tað vert at taka eitt megnartak fyri at skaffa breyð,
hugsar hon. Tað eru jú tey, sum kunna fáa tað, ið teim-
um tørvar. Tað er væl ikki ætlanin, at børnini skulu
doyggja í hungri? Og Pierre, hann orkar jú neyvan at
arbeiða. Eg má taka váðan. Eg tori at gera nakað móti
hesum órættvísinum! Marianne hevði fyrr hoyrt rópini
úti á gøtuni. Breyð! Vit vilja hava breyð!
Uttan fyri breyðsølubúðirnar eru javnan langar
røðir av fólki og klandur. Er ein nevi av mjøli at fáa, so
er hann órímiliga dýrur.
Klokkan yviri á kleystrinum slær fimm sløg. Morg-
unin tann 5. oktober 1789 er kaldur. Í dag skal
Marianne vera saman við hinum og ganga kravgongu.
Tá hon fer út á gøtuna, veit hon ikki, at hon um nakrar
tímar skal ganga í oysandi regni eftir runutum vegum
líka til Versailles fyri at tosa við kongin.
Róp og geylan hoyrast á gøtuni. Fólk eru longu
byrjað, køld, illsint og svong. Tíðindini ganga. Hjá
kongi er tað ovmikið av mati. Hann veit bara ikki,
hvussu vit hava tað. Er tað satt, at hann ætlar at rýma
uttanlands og sleppa okkum upp á fjall?
Nú hoyrist trummusláttur! Gøtan er stúgvað við
kvinnum, sum rópa: “Móti býráðshúsunum, móti
býráðshúsunum.” Kvinnurnar fara til gongu. Ávegis
koma fleiri kvinnur uppí. Tær søkja at býráðshús-
portrunum og tøma húsini fyri vápn.
– Móti Versailles! Takið higar kongafamiljuna, so
kemur breyðið!
Marianne hyggur at kvinnunum. Hon kennir nakrar
ungar gentur og tvær tignarligar kvinnur frá torginum
aftur. Og har er eitt heilt harkalið av gleðisgentum, og
hygga har, fínar ungar damur, borgarafrýr. Allar hava
tær okkurt vápn, sum tær veipa við upp í luftina.
Borgarafrýr? Hvat gera tær her? hugsar Marianne.
Hava tær heldur einki breyð? Kann tað veruliga vera
so, at tær halda við okkum fátækafólki? Marianne
hevur sætt og hoyrt nógv tær seinastu vikurnar,
um frælsi og javnað, og um tjóðartingið. Har tey
greitt tosa um rættvísi fyri vanliga fólkið. Men hvat
skal ein trúgva? Tað er jú eingin matur! Alt tykist so
ørkymlandi.
Áh, hygga har, rópar onkur, ein maður! Latin í sum
konufólk, sjálvandi, ein maður í kvinnuklæðum. So
hann grínur. Hugsa tær, at mannfólk eisini eru við,
fantastiskt. – Nú skulu parísbúgvar fáa breyð. Vit
skulu so pílar og skot taka “bakaran, bakarakonuna
og bakaradreingin” við til París, rópa tey og syngja
í taktføstum ramsum. Marianne skilir, at tað er
kongurin, drotningin og krúnprinsurin tey meina við.
So fara tey móti slotti kongs, yvir túsund kvinnur
og nakrir mans. Tey fara ikki at verða hjartaliga
móttikin...
Charlotte
Jeanette letur hurðina hjá læknanum Jean Paul Marat
upp, og sær eina 25 ára gamla kvinnu uttanfyri, í
snotiligum blástríputum kjóla – Charlotte Corday.
Eg vil hitta samborgaran Marat, sigur Charlotte.
Jeanette biður Charlotte koma inn. Hon er við at
fyrireika húðheiluvág til harra sín. Hann skal blandast
upp í heitt baðivatn.
Hann liggur í baðikarinum.
Áðrenn Jeanette fær latið hurðina aftur, troka tveir
mans seg inn. Teir spyrja eftir Jean Paul, tað hevur
skund. Jeanette lovar monnunum inn í tað guvandi
baðirúmi. Charlotte má bíða.
Har inni er hart og lívligt orðaskifti. Samrøðan er
um blaðið “Fólkavinin”, sumMarat gevur út. Í blaðið
skrivar hann greinar, fullar av hatri og speisemi.
Marat heldur, at kollveltingin er um at miseydnast.
Kollveltingin eigur at gera meira fyri vanliga fólkið,
sum enn ikki hevur kent nakran bata.
Tey fátæku í París elska Marat.
Tá menninir eru farnir, sleppir Charlotte inn í
baðirúmið. Simone, ein onnur kvinna, sum er í íbúðini,
vísir henni innar.
Tað verður so undarliga friðarligt har inni. Tíðin
fer, og Simone, sum er unnusta hjá Jean Paul Marat,
verður illgrunasom. Hvat gera tey har inni?
Hon letur hurðina upp og sær sín elskaða Jean Paul
við høvdinum hangandi um tromina á baðikarinum.
Simone skríggjar hart og rópar um hjálp. Charlotte
er kritahvít um andlitið og stendur steinrunnin við
baðikarið.